Føroyska Bíbliufelagið í Kirkjubø
Sunnudagin 1. mars kl. 11.00, vitjar Føroyska Bíbliufelagið í Ólavskirkjuni í Kirkjubø.
Bergur D. Joensen hevur gudstænastuna og forsetin í Bìbliufelagnum, Føroya Biskupur, Jógvan Fríðriksson fer at prædika.
Eftir prædikuna kunnar Gunnar K. Nattestad aðalskrivari, um virki og ætlanir felagsins.
Kirkjukaffi er í Roykstovuni eftir gudstænastuna.
Føroyska Bíbliufelagið er ein felagskirkjuligur felagskapur og vitjar tí kirkjur og samkomur um alt landið. Seinast ferðirnar í Frelsunarherinum, Adventistakirkjuni, katólsku kirkjuni og til felagsgudstænastu í Sandoy.
Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri týðing av Bíbliuni ella pørtum av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar, forlagsvirksemi og bókasølu eftir ynski,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.
Felagið arbeiðir við fleiri verkætlanum, m.a. nýggju bíbliuumsetingini hjá Hans Jacob Joensen frv. biskupi, endurskoðan av gerandisútgávuni av Nýggja Testamenti og nýggjari barnabók.