Skriva út

Føroyska Bíbliufelagið hevur nú fingið egið búmerkið

02.07.2013 Tíðindi
Føroyska Bíbliufelagið hevur nú fingið egið búmerkið

Nýggja búmerkið hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum Martin Joensen hevur sniðgivið.
Felagið hevur havt eitt fyribils búmerkið, sum felagið lænti frá permuni á stóru ættarbíbliuni, sum kom út ár 2000.

Martin Joensen, listamaður, hevur snikkað hetta nýggja búmerkið til. Stýrið heitti á hann og gav honum nøkur ynski, og á fundi hjá Bíbliufelagnum 13. juni 2013 samtykti stýrið hetta búmerkið.

Búmerkið er alt í svørtum á hvítum. Krossurin er eyðkendur. Hann hevur keltiskan uppruna, og vísir á kristiligu andsrøtur føroyinga. Hann hevur ein ring um seg fyri at staðfesta samband við alla Jesu Krists kirkju. Lodrætta ásin er bein og lýsir sambandið millum Gud og menniskja. Tann vandrætta ásin er ein opin Bíblia.

Føroyska Bíbliufelagið skal geva Føroya fólkið Bíbliuna, so tey sjálvi kunnu lesa og koma at kenna boðskap hennara.

Búmerkið er einfalt. Tað er týðiligt. Tað sigur tað, felagið vil.

Vit takka Martini Joensen og heilsa hervið limum og vinum Bíbliufelagsins við hesum merki.
Vegna stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum.

Bergur D. Joensen, formaður