Skriva út
Føroysk guðstænasta í London
13.05.2015 Tíðindi
Tá prestur kemur heilt úr Føroyum, so skuldi ikki verið nógv í vegin fyri hjá mær at koyrt í tríggjar tímar inn til London.
Soleiðis tók ein eldri kvinna til aftaná føroysku guðstænastuna í London um vikuskifti. Hon var eins og øll hini, sum vóru í kirkju hendan dagin sera fegin um møguleikan at koma í kirkju og at hitta aðrar landsmenn í útlegd.
Hóast nógv var á skránni í bretska høvuðsstaðnum hendan sunnudagin 10. mai, í samband við 70 ára haldi fyri sameinda sigrinum yvir Týsklandi, so var væl av fólki savnað til guðstænastu.
Føroyingarnir í London plaga at savnast tvær ferðir um árið til guðstænastu. Onnur plagar at liggja um hvítusunnuleiti og hin um jóltíðir. Tað er føroyska fólkakirkjan, sum hevur borið so í bandi, at prestar í Føroyum upp á skift fáa høvi at fara til London at halda guðstænastu.
Guðstænasturnar plaga at verða í donsku kirkjuni í London, men av tí at hendan er undir umvæling, hevði fyriskiparin í London, Ottar Schrøter Holm, funnið teimum innivist í teirri svensku kirkjuni í býnum.
Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði prædikaði hesaferð og eftir guðstænastuna var hugnalig samvera í kirkjukjallarnum.
Onnur tíðindi