Skriva út
Føroysk gudstænasta í Hirtshals
28.08.2016 Tíðindi
Sunnudagin 11. september kl. 12.30, verður føroysk guðstænasta og altargongd í Hirtshals kirkju fyri føroyingum í Danmark.
Tað er Marjun í Kálvalíð, sum prædikar. Í Hirtshals, og í Norðurjyllandi, eru nógvir føroyingar og gott er at koma til guðstænastu við sálmum og prædiku á føroyskum. Presturin í Hirtshals, Bjarne Hougaard, er fegin um møguleikan, tí hann metir at tørvur er á at hava guðstænastur á egnum máli og vil fegin, at slíkar guðstænastur verða hildnar við jøvnum millumbilum.
Tað er langt síðan, at føroysk guðstænasta varð hildin í Hirtshals seinast, men nú verður hon so aftur sunnudagin 11.09 kl. 12.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Prestur og Hirtshals kirkja.
Onnur tíðindi