Skriva út

Føroya Stiftsstjórn

27.01.2014 Tíðindi
Føroya Stiftsstjórn (1)

Meðan biskupur er evsti myndugleiki, tá ið talan er um læru, innihald og kirkjuskipan, so er Føroya Stiftsstjórn (FSS) evsti myndugleiki í fólkakirkjunnar innanhýsis stjórn og virki. Orðingin sipar til tann veruleika, at landsstýrismaðurin (m/k) er fólkakirkjunnar evsta politiska fyrisiting.

FSS er tilmælandi myndugleiki og hoyringarpartur í málum, sum landsstýrismaðurin skal taka støðu til. FSS setir í starv og loysir úr starvi starvsfólk hjá fólkakirkjuni eftir innstilling frá biskupi.

Virkisøkið hjá FSS fevnir um fíggjar- og búskaparmál hjá fólkakirkjuni sum heild, og um fyrisitingarliga virksemið hjá kirkjuráðunum og PR. Landsstýrismaðurin setur sóknarprestarnar prestarnar í embæti, men FSS hevur bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av prestaembætinum. FSS stjórnar Kirkjugrunninum, ið er fólkakirkjunnar landsfevnandi pengakassi. Fólkakirkjan hevur harafturat ein Tiltaksgrunn, ið FSS eisini umsitur.

Stiftsstjórnin hevur ábyrgd av tænastubústøðum prestanna.

FSS er myndugleikin, tá ið talan er um kirkjur (bygningin), - eyðvitað altíð í samstarvi við aðrar myndugleikar og ásetingar.

FSS hevur tríggjar limir. Biskupur er føddur limur. MMR tilnevnir ein lim. Hin triði limurin verður valdur  fólkaræðisliga, og tað eru kirkjuráðslimirnir, ið hava atkvøðurætt og velja. Valbær eru øll, ið kunnu verða vald inn í eitt kirkjuráð.

Fjórða hvørt ár er val til Føroya Stiftsstjórn, har tann triði limurin verður valdur við óbeinleiðis fólkaræði. Hetta valið er stutt eftir, at kirkjuráðsval hevur verið. Á hesum sinni er valdagurin 26. mars 2014.

Vegna valstýrið,

Jógvan Fríðriksson, biskupur