Føroya biskupur søkir eftir stiftsfulltrúa
Føroya biskupur er ovasti kirkjuligi myndugleikin í fólkakirkjuni og hann stjórnar Føroya Stiftsstjórn. Umframt stiftsfulltrúa starvast biskupur, stiftsprestur, fíggjarleiðari og skrivstovufulltrúi á skrivstovuni hjá stiftsstjórnini.
Um starvið
Høvuðsuppgávan verður at skipa dagliga arbeiðið á skrivstovuni, og tú vísir beinleiðis til biskupin, sum myndar starvið saman við tær.
Tú skalt eisini ráðgeva biskupi og dómprósti í málum, sum viðvíkja
- kirkjum
- embætisrøkt hjá prestum
- at føra kirkjubøkur
- kirkjuráðsvali
- próstadømisráðsvali og biskupsvali
Starvsstaðurin er á skrivstovuni í J. Paturssonargøta 20 í Havn. Nakrar leygar- og sunnudagar um árið verður tú við biskupi til arbeiðis í teimum staðbundnu kirkjuliðunum runt um landið.
Broytingar kunnu verða í starvsviðurskiftunum alt eftir tí, ið kirkjuni tørvar.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert løgfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving, ið nemur við samfelagið og almenna fyrisiting. Tað er týðandi, at tú hevur kunnleika um bygnað fólkakirkjunnar og vitan um, hvussu hon arbeiðir lokalt.
Nógv samskifti er við kirkjuráð, prestar og myndugleikar um landið, og tí er neyðugt, at tú hevur góð samstarvsevnir.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag. Starvið verður lønt sum fulltrúi.
Ætlanin er at seta starvið sum skjótast og í seinasta lagi 1. oktober í 2022.
Umsókn
Send okkum umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir til stift@kirkjan.fo ella til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, 100 Tórshavn.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Jógvan Fríðriksson, biskup, á jf@kirkjan.fo.
Umsóknarfreistin er mánadagin 15. august í 2022 kl. 12.00.
------
Fólkakirkjan hevur slakar 42.000 limir. Tað eru 29 prestar í tænastu í fólkakirkjuni, og kirkjurnar eru 60 í tali.
Føroya Stiftsstjórn er evsti myndugleiki í innanhýsis virki og stjórn fólkakirkjunnar. Stiftsstjórnin umsitur Kirkjugrunnin, lønir til prestar og pening til at viðlíkahalda prestagarðarnar og biskupsgarðin. Stiftsstjórnin umsitur eisini landskirkjuskattin og hevur eftirlit við próstadømisráðnum og kirkjuráðunum.
Vit hava góð og nýmótans skrivstovuhøli mitt í Havn, og tú verður partur av einum sterkum fakligum umhvørvi við góðum møguleikum at mennast.