Skriva út

Føroya biskupur, hevur gudstænastu í Hafnarfjarðarkirkju

18.10.2018 Tíðindi
Føroya biskupur, hevur gudstænastu í Hafnarfjarðarkirkju

Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevur gudstænastu í Hafnarfjarðarkirkju sunnudagin, 21. oktober 2018 kl. 11.00. Prestur Kristján Valur Ingólfsson, fyrrverandi biskupur í Skálholti, og Jón Helgi Þórarinsson, sóknarprestur, hava altargangin.

Biskupur kemur til Íslands í sambandi við norðurlendskan høvuðsbiskupafund og ráðstevnuna Arctic Circle, ið verður í Hörpu í vikuskiftinum.

Við biskupi úr Føroyum koma prestarnir Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Vága prestagjaldi, Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur Norðstreymoyar vestara prestagjaldi og Sverri Steinholm, sjúkrahúsprestur í Tórshavn.

Sendistova Føroya í Reykjavík