Skriva út
Føðingardagur
10.11.2016 Tíðindi
Í dag er 10. november. Tað er føðingardagurin hjá Martini Luther. Martin Luther varð føddur í Eisleben í Týsklandi 10. november 1483. Dagin eftir varð hann doyptur í Pæturs og Pauls kirkjuni í Eisleben, og hann varð uppkallaður Martin eftir dagsins halgimenni, Martini úr Tours. Foreldrini hjá Martin Luther vóru Hans og Margareta. Hans og Margareta fingu seks børn í hjúnalagnum aftrat Martini.
“Luther er millum fremstu menn, sum heimurin hevur fostrað. Hann byggir sín kristindóm á tað, sum var frammanundan, hevur søguligt atlit, og tó er hann fyri sína tíð.
Luther byggir sína gudfrøði á Skriftina og á kirkjufaðirin Augustin. Men hann vildi ikki sum Augustin nýta heimspeki at tulka kristnar sannleikar.
Augustin nýtti Platons læru. Luther segði, at kristindómurin er sín egni tulkari, tí var hann stórur, kanska størsti gudfrøðingurin eftir Paulus ápostul.
Luther fór aftur til keldurnar, aftur til upprunan (á latíni: ad fontes). Hann gav kristindóminum eitt nýtt menniskjaligt skap. Hann vildi sleppa frá trongskygni og afturhaldni. Hann boðaði frá eini nýggjari tíð, og tó hevði hann samband við søguna og tað gamla. Søgan og tað nýggja hoyra saman og eru ein eind.
Luther hevur verið forfjónaður í kirkju okkara, tí er hon í teirri støðu, sum hon er í nú. Skal kirkjuni verða lív lagað, kann hon ikki svíkja sín lutherska arv. Mín hugsan um kirkjuna hevur altíð verið, at hon við sínum lutherska arvi, skal vera ein møguleiki millum aðrar, og at hon, tá ið hon leggur dent á sín lutherska uppruna, verjir tað evangelium, sum hon er sett at prædika, og tað ger hon best, um hon kennir sín sannleika.”
Kelda: Martin Luther – søga og gudfrøði eftir Davidi Johannesen, Forlagið Vón, Miðvágur 2006.
Onnur tíðindi