Skriva út

Fløguframløga í Havnar kirkju.

07.10.2014 Tíðindi
Fløguframløga í Havnar kirkju.

Í samband við at Anna Maria Olsen gevur út nýggja fløgu, verður konsert í Havnar kirkju sunnudagin 12. oktober kl. 16.

Anna Maria sigur soleiðis um fløguna Sálareygað

Tey flestu av okkum hava tilknýti til sálmar. Vit sungu teir,
tá ið vit vóru børn, og flestøll syngja teir enn - í gleði
eins og í sorg, í ljósum løtum eins og í dimmum.

Felags fyri sálmarnar á hesi fløgu er tað, at teir fyri meg
hava ein serligan týdning.

Ynski mítt var at gera eina erliga og nærverandi fløgu;
hon er tí upptikin, sum var hetta ein konsert. Her er einki
snøggað og snákað. Tað menniskjansliga og nakna ljóðið
- um vit so kunnu siga - sleppur at vera tað, tað er.
-
Upptøkurnar eru gjørdar í Vesturkirkjuni - meðan stormurin
leikaði uttanfyri, og júst tað kundi væl sipað til lívið sjálvt,
tí soleiðis kann tað kennast viðhvørt.

Okkara sálmaskattur er so ómetaliga dýrabarur og ríkur, og
vón mín við hesi fløgu er at røkka inn í hjørtu lurtaranna
og fáa kærleiksboðskapin fram.


Anna Maria Olsen, juli 2014.