Skriva út

Fjórði messuakulin: Eingin orsøk at ganga einsamallur

02.06.2022 Tíðindi
Messuakil
Á myndini, sum er tikin uttanfyri Viðareiðis kirkju, síggjast Elsebeth V. Simonsen, forkvinna í kirkjuráðnum, sóknarpresturin Jóannes Purkhús og Paulina Eliasen, handarbeiðslærari

- Dúgvan á messuaklinum, sum ímyndar hvítusunnuna, vísir til løtuna, tá heilagi andin kom yvir ápostlarnar.

Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

KIRKJUKLÆÐI: - Hetta er eitt sera snotiligt arbeiði, sum Paulina hevur latið úr hondum!
Orðini eigur Jóannes Purkhús, prestur við Viðareiðis kirkju, har ein í farna mánaði kundi taka ein nýggjan messuakul í nýtslu.

Hetta var gjørt við eina familjugudstænastu í kirkjuni sunnudagin 15. mai, har rættiliga nógv fólk var í kirkju, bæði børn og vaksin.

- Hetta er samstundis fjórði messuakulin í Viðareiðis kirkju. Tað merkir, at vit í kirkjuni nú hava messuaklar við øllum teimum fýra liturgisku litunum, vísti prestur á.

Henda Paulina Eliasen av Syðradali er ikki ein og hvør, tá talan er um kirkjuklæði. Seinastu árini hevur hon við hepnari hond latið kirkjuni á Viðareiði, og øðrum kirkjum við messuaklar, altardúkar og annað úr hondum, umframt eina bók júst um kirkjuklæði, sum kom út í 2020.

Nevnast kann, at tær smærru kirkjurnar vanliga bara eiga ein messuakul, meðan tær størru kirkjurnar eiga fleiri í liturgisku litunum.

Hetta merkir aftur, at hvør tíð í kirkjuárinum hevur sín serliga lit, sum soleiðis sæst aftur í altarsklæðunum, eins og hvør litur heldur sína prædiku og ímyndar nakað serstakt, ið nemur okkara trúgv og samfelag teirra heilagu.

EINGIN ORSØK AT GANGA EINSAMALLUR
Viðareiðis kirkja eigur nú fýra slíkar messuaklar, sum verða brúktir til hátíðarligar gudstænastur og í samband við altargongd í kirkjuni.

Kirkjan átti at byrja við bert ein slíkan, í reyðum liti. Men fyri nøkrum árum síðani setti kirkjuráðið sær sum mál at ogna kirkjuni messuaklar í øllum teimum liturgisku litunum.

Soleiðis heitti kirkjuráðið fyri nøkrum árum síðani á Paulinu Eliasen, handarbeiðslærara úr Syðradali á Kalsoynni um at gera ein viólbláan messuakul, og fyri tveimum árum síðani fekk kirkjan tann við tí grøna litinum. Nú fekk Viðareiðis kirkja tann seinasta í hesi røðini – tann gylta.

Undir familjugudstænastuni greiddi prestur børnunum og teimum vaksnu frá um nýggja messuakulin, sum hevur tær tríggjar stóru kirkjuligu hátíðirnar í sær.

Á rygginum á messuaklinum er ein stjørna, sum minnir okkum á jólini. Rundan um stjørnuna er krossurin, har Jesus var krossfestur á páskum.

Frammanfyri sæst dúgvan, sum ímyndar hvítusunnuna, tá heilagi andin kom yvir ápostlarnar.

- Og hetta minnir okkum øll eisini á, at vit hava onga orsøk at vera einsamøll. Hann er við okkum allar staðir við sínum anda, greiddi prestur frá.

Jú, kirkjufólk – bæði børn og vaksin – kundu við egnum eygum staðfesta, at hesin nýggi messuakulin stendur einki aftanfyri allar hinar.

Tí kundi Jóannes Purkhús eisini takka Paulinu fyri enn eitt vala handverk frá hond hennara.

- Jú, hetta arbeiðið er sera snotuligt!