Skriva út
Fjørutiundi og fjórði luterski prestur í Ónagerði
01.02.2013 Tíðindi
Maria Jørðdal Niclasen er níggjundi prestur, sum vígdur er í Føroyum síðan fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007. Og nú hon tekur við kalli í Norðoya eystara prestagjaldi við bústaði á Viðareiði, er hon 44. luterski prestur í gamla prestagarðinum í Ónagerði. Tann fyrsti var Jørundur Skógdrívsson, ið tók við kalli í 1541. Haðanífrá og til 1934 vóru Norðuroyar eitt prestagjald, síðan tvey
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Seinasta sunnudag, 27. januar, varð Maria Jørðdal Niclasen prestvígd í dómkirkjuni í Havn. Jógvan Fríðriksson biskupur vígdi hana. Uni Næs dómpróstur prædikaði.
Maria Jørðdal Niclasen er 30 ár, ættað av Eiði og hevur tikið gudfrøðiprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon tekur við sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi. Uni Næs dómpróstur skipar hana í embætið undir gudstænastu í Viðareiðis kirkju komandi sunnudag, 3. februar.
Maria Jørðdal Niclasen er níggjundi prestur, sum vígdur er í Føroyum eftir at fólkakirkjan varð yviritikin í 2007.
Tað verður í gamla prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði, Maria hevur bústað. Og hon er 44. luterski prestur, ið har hevur sæti. Tann fyrsti varð Jørundur Skógdrívsson, ið tók við kalli í Norðoyum í 1541.
Norðoyar vóru til 1934 eitt prestagjald. Hetta árið fór tað sundur í tvey prestagjøld – Norðoya eystara og Norðoya vestara prestagjald. Seks ár frammanundan varð settur ein búfastur kapellánur í Klaksvík.
Onnur tíðindi