Skriva út
Fimmti ár við biskupi
11.06.2013 Tíðindi
Leygardagin 1. juni vóru liðin fimmti ár síðan Føroyar aftur fingu biskup. Henda dagin í 1963 varð Føroya próstur Jákup Joensen fluttur í embætið sum varabiskupur. Hann varð biskupsvígdur í Frúu kirkju í Keypmannahavn sunnudagin 16. juni og alment settur í embætið í Havnar Kirkju leygardagin 6. juli 1963. Vígslu og innsetan hevði W. Westergaard-Madsen, Keypmannahavnar biskupur, hvørs biskupsdømi, Føroyar enn vóru undir. Fríðrikur kongur IX las kalsbrævið
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Liðin vóru 406 ár síðan fyrsti og einasti luterski biskupurin í Føroyum higartil, Jens Gregersen Riber, fór úr embætinum, sum nú varð niðurlagt. Frá 1557 til 1963 vóru Føroyar próstadømi. Lógin um varabiskup í Føroyum varð samtykt í Fólkatinginum fyrst í 1963. Embætið varð ikki lýst leyst, men flutt beinleiðis til próstin.
Fram til 1540, tá Jens Riber verður settur í embætið sum evangeliskur superintendentur í Føroyum (hetta var embætisheitið hjá fyrstu lutersku biskupunum) hevði kirkja okkara verið rómversk katólsk sum í hinum Norðurlondum. Men nú verður føroyska kirkjan – sum kirkjurnar í Norðurlondum – protestantisk, og tað er Martin Luther og hansara virki, sum seta síni spor her, mótvegis t.d. Skotlandi, har kirkjan varð calvinsk.
Trúbótin er ikki sett í gildi fyri Føroyar serstakt. Oyggjarnar vóru partur av norska kirkjuprovinsinum, og tað, sum staðfest er um trúbótina í Noregi, var eisini galdandi í Føroyum. Í 1539 varð trúbótin góðtikin á fundi í Oslo og Bergen, og frá hesum ári má eisini roknast við, at trúbótin er sett í gildi í Føroyum.
Danska kirkjuskipanin (ordinansurin) kom at galda fyri norsku kirkjuna og sostatt eisini fyri ta føroysku.
Undir Bergens og Sælands biskupsstóli
Bispaheitið varð í danska kongaríkinum avtikið, og teir menn, sum komu í staðin fyri katólsku biskuparnar, vórðu kallaðir evangeliskir superintendentar. Men virki teirra hevur verið tað sama sum hjá gomlu biskupunum; sjálvsagt við broytingum, sum umstøðurnar høvdu við sær.
Skjótt vórðu tó hesir stýrandi menn aftur kallaðir biskupar; hitt mundi helst vera ov tungt at siga. – Jens Riber, ið tók við sum evangeliskur superintendentur í Føroyum í 1540, varð sitandi í embætinum til 1557. Tá hann var farin, vórðu Føroyar lagdar undir biskupsstólin í Bergen.
Próstur varð ístaðin settur í Føroyum sum fyrsti maður í kirkjuni. Hetta varð helst gjørt av tí, at bispastólurin í Kirkjubø var illa farin seinastu tíðina – fleiri ferðir verið fyri ágangi av sjórænarum – og helst eisini av tí, at Heini Havreki, sum hevði røkt starvið fyri bisp, var førur fyri bæði at røkja sóknarprestaembætið og at gera biskupsins arbeiði.
Undir Bergens biskupi var so Føroya kirkja til 1620, tá ið umsitingin varð løgd undir biskupin á Sælandi. Í 1922 fer hetta biskupsdømið sundur, soleiðis at Føroyar hereftir vóru undir Keypmannahavnar biskupsdømi (hin parturin var Roskilde biskupsdømi). Í 1990 vórðu Føroyar sjálvstøðugt biskupsdømi. Í 2007 varð fólkakirkjan yvirtikin og løgd undir føroyska heimastýrið.
Kendastur av Sælands biskupum er Jesper Brochmand, ið var professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, áðrenn hann gjørdist biskupur. Hann skrivaði stóra trúarlæru, sum varð nógv nýtt í langa tíð, ikki bert í Danmarkar ríki, men eisini í øðrum londum, t.d. í Týsklandi. Men størsta týdning fekk Brochmand fyri føroyingar við lestrabók síni, ið hevur verið nýtt í Føroyum fram at okkara tíð. Lestrarnir eru merktir av, at teir væl og virðiliga ganga gjøgnum prædikutekstin, vers fyri vers. Og teir eru skipaðir soleiðis, at teir eru langir um summarið og stuttir um veturin – teir leingjast og styttast sum dagurin eftir árstíðini.
Aðrir navnframir biskupar eru Christen Worm, Peder Hersleb, Ludvig Harboe, N. E. Balle, J. P. Mynster, H. L. Martensen, Th. Skat Rørdam fyri at nevna nakrar. Worm og Hersleb royndu at virka fyri skúlaskapi á bygd í Føroyum.
Ein frændarødd í donskum bløðum
Tá ið leið fram ímóti teimum fýra hundrað árunum, ið liðin vóru síðan biskupsembætið í Føroyum varð niðurlagt, varð talað um aftur at reisa gamla biskupsstólin her. Hetta var í 1950-árunum. Føroya próstur hevði kortini havt so rúmar heimildir, at hann á ein hátt hevði virkað sum varabiskupur her.
Carl Hermansen, ið hevði verið prestur í Suðurstreymoy 1921-24, hevði fyrst í juli 1958 grein í Dansk Kirketidende (nr. 27), har hann róði fram undir, at Føroyar aftur fingu biskup.
Í nevndu grein sigur Carl Hermansen, at Keypmannahavnar biskupsdømi, sum hevði Føroyar aftrat sær, helst fór at verða skift sundur, tá ið verandi biskupurin H. Fuglsang-Damgaard fór frá í seinasta lagi í 1960.
At hetta sundurbýti fór at verða gjørt og endaði við, at Helsingør biskupsdømi varð stovnað, komst av, at Keypmannahavnar biskupsdømi var nógv størri enn onnur biskupsdømi í Danmark. Umframt Keypmannahavn við býum har um leiðir, hevði biskupurin undir sær stórar partar av Norðursælandi, Bornholm, Føroyar og Grønland. Eitt biskupsdømi fleiri túsund fjórðingar í ummáls – tað størsta »udi den danske kristenhed«. Og tað segði seg sjálvt, at eingin biskupur – hvussu dugnaligur og íðin, hann var – kundi røkja eitt so stórt biskupsdømi, sum ikki bert taldi miljónatals íbúgvar, men eisini í vídd var størri enn alt Europa.
Men serstøku orsøkina til, at Føroyar aftur áttu at fáa sín egna biskup, segði Carl Hermansen vera: 1) at Føroyar áður høvdu havt egnan biskup, 2) at tann føroyska kirkjan nú hevði fingið sítt egna andlit.
Ymisk bløð nevndu hetta uppskotið hjá fyrrverandi prestinum í Suðurstreymoy og høvdu sínar viðmerkingar, eisini føroysk bløð. Sjálvur vendir hann aftur til uppskot sítt í august í Dansk Kirketidende (nr. 35). Og har nevnir hann, hvat nøkur donsk bløð hava skrivað um uppskotið.
T.d. hevur Politiken háðandi viðmerkingar, og Berlingske Aftenavis nevnir uppskotið »ønsketænkning«. Hinvegin vísir Højskolebladet føroyingum vælvild í hesum máli.
Víst verður eisini til skilagóða grein hjá Rólanti Waag Høgnesen, søgufrøðingi, í Kristeligt Dagblad. Og so skrivar hann sjálvur til endans:
»Der er jo endnu tid til at bringe denne sag i orden, endnu er der et par år, til biskop Fuglsang-Damgaard skal gå af, og det lange og bitre kapitel, der hedder forsømte muligheder for at skabe et godt forhold til Færøerne, skulle der her være en mulighed for at skrive lige på de mange skæve streger, som danskerne gennem årene har tegnet i forholdet til Færøerne. Gang på gang har vi her nede fra grebet fejl; nu, da vi har en muglighed for at gøre det rigtige, skulle vi meget nødigt forsømme den. Som vi plejer.«
Og tær seinastu reglurnar ljóða soleiðis:
»Det er her ikke et spørgsmål om penge; selv om det havde været det, havde det alligevel været nødvendigt at rejse det, det er et spørgsmål om at gøre det, der er rigtigt og hensigtsmæssigt – og for Færøernes vedkommende tillige om at afbetale lidt af den uhyre gæld, som dansk misrøgt gennem tiderne har skaffet os overfor det mindste af vore nordiske brødrefolk.«
Tilskilast skal, at Carl Hermansen (1897-1976) var giftur Elspu Súsonnu Næs úr Vági, ið var læraralærd. Hann var kirkjumálaráðharri fyri Vinstra í stjórnini hjá Knud Kristensen 1945-47 og hjá Erik Eriksen 1951-53. Tað var í hansara ráðharratíð, at kvinnur fingu atgongd til prestaembæti (í 1947). Hann var í Danmark prestur og próstur og býráðslimur og borgarstjóri í Hjørring.
Hvørki bisp ella varabisp
Hósdagin 19. mai 1960 hittast Føroya prestar á fundi í Havn og viðgera spurningin um biskup ella varabiskup í Føroyum. Útlitini eru ikki góð. Men teir orða eina yvirlýsing, har teir gera støðu sína greiða. Allir uttan tveir taka undir við henni.
Dagin fyri sum prestarnir hittust á fundi í Havn at viðgera spurningin um at reisa bispastólin aftur í Føroyum, var fólkatingsnevndin, sum viðgjørt hevði sundurbýtingina av Keypmannahavnar biskupsdømi, liðug at viðgera uppskotið frá kirkjumálaráðhirjuni Bodil Koch.
Tað vóru kirkjuráðini í Føroyum ‒ eftir áheitan frá kirkjuráðnum í Havn ‒ ið vendu sær til »stiftdelingskommissionen« við umsókn um at seta á stovn aftur føroyska biskupsdømið. 41 kirkjuráð tóku undir við hesari áheitan. Átta tóku ikki undir við henni og onnur átta høvdu ikki svarað, tá ið áheitanin varð send nevndini. Eftir talinum á limum í kirkjuráðunum tóku 234 limir undir við áheitanini og 47 vóru ímóti. Við í stóra meirlutan taldu eisini prestarnir.
Eftir hetta varð spurningurin viðgjørdur fyrst í tí serstøku nevndini viðvíkjandi sundurbýtingini, seinni í fólkatinginum og síðan í fólkatingsnevndini.
Henda nevndin var liðug við viðgerð sína mikudagin 18. mai 1960, og niðurstøðan varð, at sundurliðingin fór at verða Keypmannahavnar biskupsdømi – sum hagartil – og Helsingør biskupsdømi tað nýggja. Í nýggja biskupsdøminum skuldi Skt. Ólavskirkjan í Helsingør vera dómkirkja.
Føroyar skuldu verða verandi undir Keypmannahavnar biskupsdømi og hvørki fáa biskup ella varabiskup.
Eftir orðaskiftið um at fáa biskupsstólin reistan í Føroyum og ta sannroynd, at stórur meirluti av kirkjuráðslimum í Føroyum tók undir við hesum, tóktist einki at at henda. »Stiftdelingskommissionen« hevði víst áheitanini frá kirkjuráðslimunum frá sær. Somuleiðis vísti hon eini áheitan frá prestum í Grønlandi um at fáa varabiskup frá sær. Nevndin metti hesar áheitanir vera politiskar og tessvegna hoyra heima í Fólkatinginum.
Tíðin leið og einki hendi, men so samdust nøkur teirra, sum høvdu gingið á odda fyri at reisa málið um føroyskan biskup, um at eitthvørt átti at verða gjørt. Sostatt fóru Johan Nielsen, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, og Klæmint Eliasen, trúboðari á Tvøroyri, til Danmarkar at hitta fólkatingsnevndina á máli. (Johan Nielsen verður seinni valdur í Fólkatingið sum annað av føroysku umboðunum har.)
Á fundinum við fólkatingsnevndina greiða Johan Nielsen og Klæmint Eliasen frá, hví meirlutin av bæði prestum og kirkjuráðum í Føroyum vildu hava antin biskup ella varabiskup.
Men í Føroyum vóru eisini tey, sum ongan hug høvdu til broytingar, og hesi tóku hvassliga til orðanna í bløðunum, og í Danmark komu myndugleikarnir til ta niðurstøðu, at føroyingar vóru so ósamdir um henda spurning, at best var einki at gera.
Avgjørt varð, at Keypmannahavnar biskupsdømi skuldi býtast soleiðis, at Keypmannahavn, Bornholm, Føroyar og Grønland skuldu vera saman, meðan hin parturin av Norðursælandi skuldi verða eitt biskupsdømi fyri seg við Skt. Ólavskirkjuni í Helsingør sum dómkirkju.
Fólkatingið samtykti uppskotið fra fólkatingsnevndini, tá tað kom til atkvøðugreiðslu har.
Yvirlýsing frá Føroya prestum
Stutt áðrenn avgerðina hjá Fólkatinginum vóru Føroya prestar staddir á fundi í Havn. Her varð nógv havt á máli, ikki minst bispaspurningurin, sum vegna misskiljingar í blaðskriving var vorðin almenninginum fløkjaligur.
Prestarnir orðaðu og kunngjørdu tí hesa yvirlýsing:
Prestar í Føroyum, komnir saman á fundi í Tórshavn 19. mai 1960, gera kirkjuliðunum kunnugt:
Vit meta høgt andliga felagsskapin millum danska og føroyska fólkið, ein felagsskapur, sum sýnir seg í eini felags fólkakirkju.
Vit ásanna, at føroyska fólkið hevur fingið stór andlig virði við hesi fólkakirkju.
Vit halda ta vera neyðugt, at eitt fáment fólk sum tað føroyska andliga ikki hevur nóg mikið í sær sjálvum. Tí vilja vit varðveita og styrkja andliga felagsskapin við Danmark, samstundis sum vit eisini fegnir vilja hava andligt samband við onnur norðurlendsk brøðrafólk. Viðvíkjandi spurninginum um biskup í Føroyum – ein spurningur, sum er komin alment upp í sambandi við sundurbýtingina av Københavns Stift – vilja vit siga frá, at vit halda tað vera eina vinargerð, um tey ynski fáa sømdir, sum føroysku kirkjuliðsráðini hava sett fram um at skipa eitt varabiskupsembæti í Føroyum í staðin fyri próstaembætið, soleiðis at tann kirkjuliga skipanin, sum higartil hevur verið, annars verður tann sama.
Tað er hugsan okkara, at eitt tílíkt stig, sum jú fer at geva okkum størri kirkjuliga ábyrgd, ikki fer at gera veikari kirkjuliga felagsskapin hjá báðum fólkum okkara, men fer at gera hann størri og natúrligari enn hann nú er, og samstundis geva líkindi til størri andligt samband við hini norðurlendsku brøðrafólkini.
Undirskrivað av:
Z. Brimnes. P. H. Blicher Winther. J. Joensen.
Johan Chr. Nielsen. Jóhs. Follend. J. Magnussen.
Torkil Beder. Høgni Poulsen. F. Busch. P. Petersen.
Ejvind Vilhelm. L. B. Husum.
Undirritaðu, ið vóru við á fundi, taka ikki undir við hesum:
J. Weihe. Poul Jacobsen.
Nýskipan á veg
Eftir fólkatingssamtyktina, ið ikki gekk ynskinum um at reisa bispastólin aftur í Føroyum á møti, var ikki greitt, hvat fór at henda. Bodil Koch, kirkjumálaráðhirja, hevði sagt seg arbeiða við málinum um kirkjuligar nýskipanir í Føroyum. Men hvørjum?
Sakin var jú tann, at Føroya próstur útinti ta tænastu, sum bert biskupar gjørdu í hinum partinum av kongaríkinum. Tann einasta biskupsuppgávan, ið próstur ikki kundi útinna, var at víga prestar.
Myndugleikarnir vistu, at frameftir fór ikki at bera til at tvíhalda um verandi kirkjuligu støðuna í Føroyum og máttu leggja høvdið í blot fyri at finna eina loysn.
Og henda loysn varð funnin, og hon var varabiskupsembætið, sum Jákup Joensen, próstur, fekk litið til fyri júst fimmti árum síðan.
Vit hava áður greitt frá orðaskiftinum um sjálva lógina um varabiskupsembætið, tá hon kom í gildi eisini fyri fimmti árum síðan og skulu ikki endurtaka tað.
Árið 1963 gjørdist eitt merkisár í Føroya kirkjusøgu.
Dagin eftir almennu innsetanina í Havnar kirkju, tá Keypmannahavnar biskupur Westergaard-Madsen skipaði Jákup Joensen í embætið sum varabiskupur og Fríðrikur kongur IX las kalsbrævið, varð prýðiliga Christianskirkjan í Klaksvík vígd.
Henda dagin, sunnudagin 7. juli 1963, hevði J. Joensen sína fyrstu kirkjuligu útinning í nýggja embætinum – í síni egnu heimbygd.
Onnur tíðindi