Skriva út

Ferming og nýggjur altardúkur í Mikladals kirkju skírhósdag

23.04.2014 Tíðindi
Ferming og nýggjur altardúkur í Mikladals kirkju skírhósdag

Tað var sannur høgtíðsdámur yvir Mikaldals bygd skírhósdag. Sólin kagaði undan, og væl av fólki høvdu leitað sær til hesa vøkru bygd, ið er umgyrd av tí mikla dali. Klokkan 11.00 kallaði kirkjuklokkurnar fólkið saman til gudstænastu. Kirkjan var fullsett. Og tá ið urgan spældi preludium, komu prestur og tann eini konfirmaturin, ið skuldi fermast henda dagin, inn eftir kirkjugólvinum.

Tað er ikki á hvørjum degi, at konfirmatión er í hesi hugnaligu og fjálgu kirkju. Rannvá Eyðunsdóttir av Trøllanesi hevði valt at fermast í síni sóknarkirkju.

Sálmasangurin ljóðaði, og løtan var tignarlig. Tað var eisini ein serstøk løta hendan dagin, tí nýggjur altardúkur var lagdur á, ið var latin kirkjuni sum gáva.

Fyri góðum ári síðani, varð nýggjur messuakul tikin í nýtslu, ið kvinnur í bygdunum, sum hava tilknýti til Mikladal, høvdu gjørt í felag undir leiðslu av Paulinu Eliasen av Syðradali. Hesin sami leistur var nú valdur. Nýggjur altardúkur skuldi gerast. Kirkjan eigur nú tríggjar altardúkar, ein frá 1915, ein frá fimmtiárunum og so henda nýggja. Tær kvinnur, ið hava virkað henda nýggja altardúk, eru: Elsa Glerfoss, Kristianna Johannesen, Anja Eliasen, Mathilda Eliasen, Ragna Glerfoss, Bodil Olsen. Paulina Eliasen hevur staðið fyri.