Skriva út
Ferfald tvíburaferming í Hoyvíkar kirkju
23.03.2016 Tíðindi
Pálmasunnudag 20. mars var sonn hátíðarguðstænasta í Hoyvíkar kirkju. Veðrið var av tí fagrasta, hóast kalt var, og kirkjan var so mikið fullsett, at skilaveggurin í kirkjuni varð tikin frá.
32 konfirmantar vórðu fermdir, 13 gentur og 19 dreingir.
Millum konfirmantarnar vóru fýra tvíburapør, ið má sigast at vera sera sjáldsamt. Tvinni blandað pør við gentu og dreingi, eitt dreingjapar og eitt gentupar.
Hesi 8 ungu fólkini, tvíburapørini, vórðu eisini fermd saman við altarringin. Um slíkt er hent fyrr, vita vit ikki, tí hetta hendir ikki á hvørjum degi. Men gleðilig var sjónin.
Konfirmantarnir hava gingið til prest saman við teimum, ið vórðu fermd boðanardag Mariu, og gingu tey til seinasta heyst. Undirvísingin er kl. 8 týsmorgnar eftir avtalu við skúlarnar.
Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, hevði konfirmatiónina.
Eftir prædikuna lýsti prestur, at konfirmantar, foreldur og øll onnur eru boðin til altars skírisdag.
Í Suðurstreymoy er vanligt at allir konfirmantar og foreldur teirra verða boðin til konfirmantaveitslu í KFUK. Í ár verður veitslan mikukvøldið 30. mars kl. 19.30.
Konfirmatión hevur djúpar røtur í kirkju okkara, og hevur frá gamlari tíð verið tvinnað saman við dópin.
Ferming varð innførd við lóg í danska ríkinum í 1736 av Kristiani sætta, kongi. Tey, sum av einhvørjari orsøk ikki vórðu fermd, sluppu ikki at ganga í hjúnalag ella at standa faddur undir barnadópi. Hetta varð sum kunnugt broytt, sum tíðin leið.
Vanligt er, at børnini eru um 13-14 ára aldur, tá tey verða fermd, men einki er til hindurs fyri, at eisini vaksin kunnu konfirmerast.
Tað liggur í sjálvum innihaldinum í fermingini, at ikki ber til at verða konfirmerað uttan fyrst at verða doypt. Tí mega tey, sum vilja konfirmerast, men ikki eru doypt, doypast áðrenn konfirmatiónina. Tað hendir ikki so sjáldan.
Orðið ”konfirmatión” merkir at játta, staðfesta og styrkja.
Fyrr var ikki loyvt at koma til altars fyrr enn eftir konfirmatiónina, men nú er tann skipan galdandi, at eisini børn, sum ikki eru konfirmerað, kunnu koma til Harrans borð. Dópurin ger okkum til fullgildugar og javnsettar limir í kirkjuni og gevur tí eisini børnum og fólki annars, sum ikki eru konfirmerað, atgongd til at sleppa til altars.
Í kirkju okkara er tað ikki eitt krav, at tú skalt konfirmerast, men eitt tilboð. Tó ber til at siga, at so at siga øll, sum hoyra Fólkakirkjuni til, verða konfirmerað. Tað at ganga til prest er ein týðandi táttur í kirkjunnar undirvísing.
tedo.
Myndir: Tórður Mikkelsen
Onnur tíðindi