Skriva út
Felags gudstænasta við Havnar Hornorkestri í Sandoyar prestagjaldi
15.03.2017 Tíðindi
Á triðja ári á rað verður skipað fyri felags gudstænastu í Sandoyar prestagjaldi, sunnudagin 19. mars, kl. 12.00. Gudstænastan verður í høllini Inni í Dal - Havstein Klein, prestur prædikar. Gudstænastan verður hildin í sambandi við B71-Familjudagin.
Í ár verður gjørt eitt sindur burturúr.
Havnar Hornorkestur spælir til sálmasangin - Tróndur Herason Olsen stjórnar.
Børn av Sandi syngja.
Konfirmantar luttaka við upplestri og hava saman við lærara gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið.
Høgni Reinert Hansen, ljóðtøkningur, hevur tikið upp ljóðið av kirkjuklokkum í øllum prestagjaldinum. Vit fara at hoyra tær, hvussu tær hava hvør sín dám og ljóm. Í meðan síggja vit myndir av kirkjunum, sum ljóðið er frá.
Høvi verður at keypa døgurða eftir gudstænastuna.
Onnur tíðindi