Skriva út
Fekk stein í høvdið á veg í kirkju.
16.05.2013 Tíðindi
FUGLOY: "Var tað av tilvild, ella er ein Gud til sum stýrir?"
Eftir Snorra Brend
Í Fugloy eru tvær bygdir: Kirkja og Hattarvík. Frá 1833 til 1933 var eingin kirkja á Kirkju, og tí vóru fólk ofta von sunnumorgnar at fara til Hattarvíkar til kirkju. (Nevnast kann, at 28. mai í ár eru liðin 80 ár síðani kirkjan á Kirkju varð vígd).
Tá ið gingið verður millum bygdirnar, ber til antin at ganga upp á Kross, og har er slætt at ganga, ella eisini ber til at ganga gjøgnum bergið, men har er bratt.
Í bókini “Høvdið uppundan” eftir Hans M. Jacobsen, og sum kom út á egnum forlagi í Klaksvík í september 1979, verður við vakrari handskrift greitt frá eini serligari hending á hesum teini.
Henda frásøgnin ber heitið: “Var tað av tilvild, ella er ein Gud til sum stýrir?”
Í síðstu løtu
Ein sunnumorgun fóru tvær ungar gentur av Kirkju til Hattarvíkar til kirkju, og tær ætlaðu at ganga um bergið.
Eitt sindur seinni fór ein maður av Kirkju til Hattarvíkar til kirkju. Tá ið maðurin kom nakað út um garðarnar, sá hann genturnar á gøtuni langt frammanundan sær. Maðurin fær nú tað innskot, at hann skal fara at vita, hvussu skjótt hann kundi ganga hesar báðar genturnar upp. Hann fer at ganga, tað hann orkar, og mitt í berginum fær hann genturnar aftur.
Tá ið maðurin er komin til genturnar, loysnar grót upp í erva, og ein steinur kom í høvdið á aðrari gentuni, so hon svímaði og fór á rull út av gøtuni, men steðgaði aftur úti á einum hamri; har lá hon so svímað.
Maðurin skundaði sær oman til hennara, og hann náddi nettupp at fáa í skjúrtið hjá gentuni, í tí hon raknaði við aftur; hevði maðurin ikki fingið í gentuna tá, so hevði hon rullað út av hamrinum og farið í havið. Maðurin fekk nú gentuna niðan aftur á gøtuna og fylgdi henni til hús.
Nú er at spyrja, um tað var av tilvildum, at maðurin fór at skunda sær at ganga, ella var tað Gud, sum sendi hann at bjarga hesari gentu?
Hesa søgu, sum eg her havi skrivað upp, havi eg skrivað, sum eg minnist, at Rasmus norðuri í Stovu á Kirkju segði hana fyri mær. Rasmus var maðurin, sum bjargaði gentuni.
Genturnar, ið fóru til Hattarvíkar, vóru Kristianna í Mittúni og mamma mín, Marianna. Tað var hon, sum fekk steinin í høvdið, skrivar altso Hans M. Jacobsen í bókini “Høvdið uppundan”.
28. mai í ár eru liðin 80 ár síðani kirkjan á Kirkju varð vígd. Tá hevði bygdarfólkið verið uttan kirkju í 100 ár.
Onnur tíðindi