Skriva út

”Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu ringar tenn”

05.05.2019 Tíðindi
Armgarð.jpg

Børn hava havt ymisk kor gjøgnum allar tíðir. Tann tíðin var, tá børn als ikki vóru hildin at vera persónar sum so, men skuldu bara tiga og vera har – ósjónlig onkursvegna.

Í gamla Róm høvdu tey petagokar, orðið er sett saman av grisku orðunum smábarn og at fylgja, sum sostatt vóru fólk, sum fylgdu børnunum í skúla. Børn hava verið arbeiðsmegi, verið tald uppí amboð í húsinum og hava mangan verið fyri skerdan lut, tí tey sum oftast verða gloymd.
Uppalingarmynstur hava verið alt frá at loyvt er at sláa barnið til at tiga tað íhel og skamma tað burtur í eitt kamar.

Mann hevur rættað barnið: ”um tú ikki skikkar tær gott, so sendi eg boð eftir politinum” ella ”tú mást eta upp! Hugsa um børnini í Afrika” ella “bíða bara, til pápi tín kemur heim!”

Hvussu kann eitt barn blóma, sum verður hótt? Og tað syndarliga er, at tað, sum barnið lærir í barndóminum, tað tekur tað við sær. ”Altso, eg havi ikki tikið skaða av at vera flongd”. Jú, tú hevur tikið skaða, tí tá mann heldur tað vera í lagi, at onnur skulu sláa ein, so er okkurt skeiklað.

Í dag hava vit projektbørn. Foreldur drukna í appum og netsíðum um, hvussu barnið skal eta og uppalast, og onki er nóg gott til lítla alvan. Samstundis er hetta ættarliðið totalt diagnostiserað og fær heilivág og ymiska hjálp, so tað kann liva. Eru tað vit vaksnu, sum ikki hava tikið á okkum okkara lívsuppgávu, sum Kierkegaard vildi sagt, men hava bara spurt og leita eftir ”what’s in it for me”?

Men kanska er samfelagið so gott í dag, at vit kunnu hjálpa og lofta teimum, sum annars detta burtur ímillum? Ella?

Samfelagsmynstur eru broytt, skundur er á og stundir at lesa við og fyri barninum er ikki fyrsta raðfesting í okkara samfelagi. Vit hava fingð tól, sum troka okkara mál burtur, so smá føroysk børn tosa um blue og yellow ístaðin fyri blátt og gult.

Hava vit tikið barndómin frá barninum? Børn eru vaksin upp við ræðslu fyri kríggi, geislavirkni frá atomverkum, Bin Laden og bumbufólkum. Og seinastu árini hava vit tosað nógv um grammleika, óetiskan arbeiðsmoral og at skræða til sín. Hava børn í dag nakra vaksna fyrimynd?

Og í okkara skilaloysi gáa vit ikki um heimin, sum vit øll hava fingið til láns. Uppfatanin av støðuni er deild. Onkur hugsar, at tað ikki man bila, um vit dálka í Føroyum, tí tað eru hini, sum dálka mest, meðan onnur setast aftur og fara ikki flogferðina, tí hon dálkar, og onkur annar aftrar seg við at keypa moyra búffin, sum er flogin eitt heilt samdøgur fyri at enda í handilsdiskum í Havn.

Eina ferð, dagsetta tíð, so kom eitt barn inn í henda heim at slóða veg fyri nøkrum betri. Og hetta barnið kom á føtur og lærdi okkum sanna vísdómin og vegin fram við at vísa til børnini.

Í dag eru tað óvitar, sum tala at og siga sannleikan. Reina, óseka barnið tosar. Svenska Greta Thunberg rópar varskó um dálking, og hennara boðskapur fer víða, so bæði statsleiðarir og Pávin tosa við hana og lurta eftir, hvat hon hevur at siga. Kanska skuldu vit øll gjørt tað, hvør í sínum lagi? Kanska hava vit gjørt ov mong mistøk, so komandi ættarlið er vorðið so ørkymlað? Hvat er støðugt? Familjan? Virðini? Heimurin? Umhvørvið? Tá føroyska barnið byrjar at tosa enskt við foreldrini, so er okkurt samskifti fari av kós.

Kanska var hetta ættarlið tápuligt og so egosentrerað, at tað heilt gloymdi, at tað er ein ábyrgd at seta við, og tí skilja vit ikki barnið í dag?

Tíðin í dag er besta tíð, og tíðin, sum var, er farin, og soleiðis er tað. Men tankavekjandi er tað, at nú tosar mann um at eta vøru, sum hoyrir til árstíðina, velta og sáa og eta rabarbur, tá tær eru, lata árið ganga sína gongd, lata ferðirnar taka tíð, ikki at skunda sær til málið, men lata gongdina verða ferðina, lata lítla barnið verða longri heima og lesa og syngja ævintýr og rím inn í lítla barnið, so tað eisini kann sleppa at hugmynda og droyma. Kanska vit fara soleiðis at lætta um okið, sum vit hava lagt á barnið.

Men tað er nakað, sum tíðin fer at siga okkum seinni.