Skriva út

Farið verður aftur í kirkju 1. sunnudag í advent

17.11.2021 Tíðindi
13des16_00Q5260.jpg

Covid-19 smittan er órógvandi høg og ferðast um alt landið. Tess vegna metir leiðslan tað skilagott, at fólkakirkjan ger alt, ið hon kann, til tess at steðga smittuni.

Mælt verður til, at ongar gudstænastur verða hildnar nú sunnudagin 21. november. Ætlanin er, at leiðslan kemur við einum kirkjuligum tilmæli fríggjamorgunin 26. november 2021.

Fólkaræðislig umrøða av støðuni.

Landsins myndugleikar hava tikið eina nýggja støðu við atliti at Covid-19 og tilmælum. Nýggi almenni leisturin – koronapass ella prógv um negativt úrslit av Covid-19 kanning – er ein avbjóðing fyri hugsanina um frælsa atgongd inn í kirkjuna.

Tað liggur djúpt í fólkakirkjunnar siðvenju, at øll uttan undantak kunnu trína inn um kirkjunnar dyr. Setningarnir eru kendir. Høgt til loftið og vítt til veggja. Kirkjugáttin skal vera lá, so øll kunnu koma inn í kirkjuna bæði fysiskt, moralskt og etiskt. Eftirlit við kirkjudyrnar er ikki siðvenja í heimligum jørðildi.

Leiðslan fer at nýta ta komandi vikuna til at umrøða støðuna saman við tí kirkjuliga landslagnum. Fyrisitingarliga grundhugsjónin í fólkakirkjuni byggir á fólkaræði.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur fult álit á kirkjuráðunum, tænarunum og prestunum eisini hesa komandi vikuna. Mælt verður til, at kirkjunnar tænastufólk umsita tænastuna í kirkjuni samsvarandi andanum í teimum kirkjuligu tilmælunum frá 3. november 2021.

Fríggjadagin 26. november kemur eitt nýtt kirkjuligt tilmæli frá leiðslu kirkjunnar.

Við bøn um Guds signing yvir land og fólk.


Tórshavn 17. november 2021.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur