Fámjin: Liggur væl fyri at halda møti í kirkjuni
Hábærsligar stendur hon – kirkjan her í lítlu bygdini Fámjin á vestursíðuni á Suðuroynni.
Út frá bygdini hava bátar stevnt vestur í hav eftir fongi, og eru komnir aftur at landi við stórari veiðu.
Skuldu teir hava eitt ýti, eitt gott fiskimið, ella teir skuldu leita sær aftur at landi, ja, so var teirra kirkja eitt gott tekin at sigla eftir í so máta.
Her mitt í bygdini stendur hon, við sínum høga torni og vakra bygningi sum er vígd heilt afturi í 1875. Hon stendur her sum ein staðfesting av, at her búgva framvegis fólk sum vilja koma saman til gudstænastu, tá kirkjuklokkan kallar.
Soleiðis hevur verið í øldir, og soleiðis er enn í dag, nú vit eru farin væl inn í apríl mánað 2019: Hvønn sunnudag og hvønn halgidag verður boðað til gudstænastu her í kirkjuni.
Í mongum bygdum er kirkjan í ávísan mun einasta stóra savningarstaðið, og tí verður hon av hesi orsøk karmur um mong ymisk tiltøk.
Eitt av hesum tiltøkum, sum eina ferð um árið verður hildið her í Fámjins kirkju, eru árligu missiónsmøtini – í vanligari talu nevnt: missiónsvikan – sum fólk úr Kirkjuligu Heimamissiónini skipa fyri.
NATÚRLIGT STAÐ
Á hvørjum ári verður avgerð tikin um nær og hvar tær ymisku missiónsvikurnar verða hildnar kring alt landið.
Í ár varð soleiðis avrátt, at vikuskiftið 30. til 31. mars skuldu hesi møtini verða hildin í kirkjuni í Fámjin.
Aðrastaðni eru missiónshús, har slík møtir natúrliga verða hildin. Er talan um størri møtir ger ein meiri burturúr og leigar seg tá mangan inn í ein skúla ella høll.
Men í Fámjin hevur ein altso valt at gera tað á annan hátt:
- Her er sjálvandi ein skúli í bygdini, men vit ynsktu tó at hava okkara missiónsmøti í kirkjuni, greiðir Jógvan Højgaard frá.
Hann er maðurin, sum í høvuðsheitum skipar fyri hesum møtum í Fámjin og øðrum bygdum í oynni.
EITT GUDSHÚS
Jógvan virkar partvíst sum trúboðari hjá Heimamissiónini í Suðuroynni, og tí var hetta eitt natúrligt stað fyri hann at hava møtini í.
Ella sum hann brosandi tekur til: - Eitt Gudshús er nú einaferð eitt Gudshús.
Sigast skal kortini, at hann ikki skipar einsamallur fyri hesum møtunum. Hann fekk góða hjálp aðrastaðni frá – bæði av suðringum og norðingum, og ikki minst av fólkinum í Fámjin.
Í ár hevði hann fingið fatur á starvsfelaga sínum úr Klaksvík, Pól Johannesen, sum talaði bæði leygarkvøldið klokkan 20 og sunnudagin klokkan 18.
Ein stórur partur av hesum møtunum eru framførslur av sangi, - bæði felagssangi, men eisini øðrum sum vilja avleggja ein vitnisburð gjøgnum sang sín.
LOKALAR KREFTIR
Her í Fámjin vóru tað kortini bert kreftir úr oynni sum bóru sangin fram.
Øll munnu vita, at suðringar eru óførir at syngja, og tað fingu tey sum fóru á møtini eisini gleði av at hoyra.
Leygarkvøldið sang nevniliga ein bólkur við monnum av Tvøroyri og úr Hvalba, og sunnukvøldið vóru tað tey í streingjakórinum í Porkeri sum bóru sangin fram.
Og so kann verða lagt aftrat, at hóskvøldið í hesi somu vikuni var føstugudstænasta í kirkjuni, har Símun Persson Jacobsen, sum er prestur Innan Glyvur prædikaði.
- Eg kann so skoyta uppí, at eftir møtini verður altíð boðið inn til ein drekkamunn. Og her eru fámjiningar so hepnir, at teir eiga Vesturhøll.
- Har liggur væl fyri at seta seg niður og fáa eitt prát í lag við hini, sum koma á møtið, sigur trúboðarin Jógvan Højgaard.
(Einaferð seinni fara vit at frætta nærri frá, hvussu hesar missiónsvikurnar í teimum smærru bygdunum í Suðuroy verða skipaðar sum ein partur av kirkjuliga virkseminum her.)
Orð: Snorri Brend
Mynd: Savnsmynd/Internetið