Skriva út
FAMILJUGUDSTÆNASTA OG FYRILESTUR
03.02.2014 Tíðindi
SUNNUDAGIN 26. JANUAR VAR BARNAGUDSTÆNASTA, DØGURÐI OG FYRILESTUR Í KIRKJU- OG MISSIÓNSHÚSINUM Á ARGJUM.
ORÐ: DERHARD JÓGVANSSON, 26. JANUAR 2014
Hóast nógva vindin henda sunnudagin, var fitt av fólki møtt til barnagudstænastu í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Nakrar ferðir um árið verður nevniliga skipað fyri barnagudstænastu, døgurða og fyrilestri út í eitt. Hetta er til gleði fyri fleiri familjur. Øll eru saman til gudstænastuna og til døgurðan, men so eru foreldrini til fyrilestur, meðan børnini eru til barnaansing á stovuni á loftinum.
NÓGVUR SANGUR
Á barnagudstænastuni varð sungið nógv. Tveir sálmar úr sálmabókini, fimm úr uppískoytinum til sálmabókina og so varð ein sangur sungin, sum til komandi gudstænastur verður sungin fast, tá ið børnini fara á sunnudagsskúla. Hesin varð sungin fleiri ferðir henda dagin, soleiðis at hann kundi lærast uttanat. Urguleikarin spældi præludium og fyrsta sálm á urgu, meðan restin varð spælt á klaverinum.
Evangeliið til dagin var um, tá ið ápostlarnir bóðu Jesus um meiri trúgv. Jesus segði, at um teir høvdu trúgv sum eitt sinnopskorn kundu teir siga við eitt morberjartræ, at tað skuldi slíta seg upp við rót og kasta seg í havið, og tað hevði gjørt tað. Trúgvin kann fyri okkum mangan tykjast lítil, eins og hon gjørdi fyri ápostlarnar. Tað kunnu vera tíðir, har forðingarnar sýnast so ógjørligar at koma um, at vit ynskja meiri trúgv. Men trúgvin hevur tann eginleika, at hon spakuliga men vist ávirkar okkum menniskju, soleiðis at tað, sum í dag kann tykjast ógjørligt, ikki neyðturviliga er so ógjørligt um eina tíð. Trúgvin broytir jú okkum menniskju spakuliga hvønn dag í okkara lívi.
DØGURÐI OG FYRILESTUR
Eftir gudstænastuna var døgurði. Ein karryrættur við rísi. Fleiri valdu at vera eftir til døgurðan og fyrilesturin, sum varð hildin eftir umleið hálvan tíma til døgurðasteðg. Evnið var Tað relatiónella menniskjað. Vit liva í einari tíð, har ferðin er sera høg og vit mangan hava ringa samvitsku. Ringa samvitskan er knýtt at teimum ymisku relatiónunum, vit eru í. Relatiónirnar rópa eftir okkum, meðan vit ynskja meira tíð, soleiðis at vit betur kunnu røkta relatiónirnar.
Tí er tað gott at raðfesta relatiónirnar, soleiðis at tíðin verður brúkt rætt. Til henda fyrilesturin vórðu relatiónirnar deildar upp í fýra høvudsbólkar: 1. Eg eri barn, 2. Eg eri maki, 3. Eg eri foreldur og 4. eg eri systkin. Ikki øll hava høvuðsbólkarnar 2 og 3, men sum skapningar av Gudi skapara eru vit øll børn og systkin. Allir hesir høvuðsbólkar krevja tíð frá okkum og vit vilja so fegin røkta relatiónirnar í hesum bólkum væl. Men vit ganga mangan við ringari samvitsku, tí vit kenna, at vit ikki megna at røkta nakra av hesum relatiónunum væl. Og so vísir tað seg mangan, at tann fjórði bólkurin hevur hug at taka tíðina frá øllum hinum, soleiðis at vit hava hug at geva tíð frá Gudi, maka og børnum, fyri at brúka tað til onnur. Tað skulu vit sjálvandi eisini gera, men tað kann ikki vera rætt, at Gud, maki og børn skulu raðfestast lægri enn hini. Hetta og nógv annað varð tikið fram til henda fyrilestur, har áhoyrararnir eisini komu við teirra hugsanum um evnið.
Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum (www.koma.fo), fyri at síggja, nær familjugudstænasta, døgurði og fyrilestur verður aftur. Eisini hevur Kirkju- og Missiónshúsið eina facebook-síðu.
Onnur tíðindi