Skriva út

Faklig ferð til Suðuroyggjar

22.08.2018 Tíðindi
Faklig ferð til Suðuroyggjar

Kunnleiki og vitan eru neyðugar fortreytir til menning og framburð á flest øllum økjum. Ein part av kunnleikanum og vitanini kunnu vit lesa okkum til. Annað kann einans ognast á verkligan hátt, tað at vit fara til verka ella fara í læru. Ein partur av vitanini fæst við at síggja og hoyra, spyrja og lurta. Samskifti er ein mennandi lykil.

Fjølbroytt vitan er gagnlig. Hugsa vit um fólkakirkjuna verður ásannað, at kirkjur og samkomur í grannalondunum eru skipaðar á ymiskan hátt við atliti at liturgi og fyrisiting. Fólkakirkjan í Føroyum er í síni skipan runnin úr donskum jørðildi, og tað mesta av okkara regluverki er umsett úr donskum.

Tíggju ár eru gingin síðan málsøkið fólkakirkjan var yvirtikið og gjørdist føroyskt burturav. Nógv virkar væl, men vit hava avbjóðingar, ið fyri tað mesta standast av, at danska fólkakirkjan er hundrað ferðir størri enn okkara. Arbeiðsgongdin kann gerast ov tung og stirvin t. d. við atliti at bygging, dagføring ella umvæling av bygningum kirkjunnar. Skipanin er gjørd til eina meginkirkju, ið er hundrað ferðir størri enn tann føroyska.

Sum ein liður í menningini av leiðslu og umsiting fer Føroya Stiftsstjórn eina námsferð til oyggjarnar sunnanfyri. Serliga verður steðgað í Edinburgh og Stornoway, har vit fyrst og fremst hitta umboð fyri The Church of Scotland.

Tað er Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, ið verður ferðaleiðari. Jákup hevur hollan kunnleika og vitan á hesum øki og er málsliga sum tikin úr leiki. Skráin er evnað í samstarvi millum Jákup, dómpróstin og Jógvan Ravnsfjall.

Føroya Stiftsstjórn hevur áður vitjað donsku, norsku og íslendsku kirkjurnar. Kirkjuhúsini, ið eru bygd tey seinastu árini, hava í mangar mátar íslendska fyrimynd. Vitjanin í Bergen staðfesti, at norska kirkjan á ein hátt hugsar øðrvísi enn vit, ið byggja á danska siðvenju. Ístaðin fyri at friða allar eldri bygningar, hevur norska kirkjan friðað nakrar, meðan aðrar eldri kirkjur verða lagaðar til tørvin í nútíðini.

Hóast vit vitja okkara nærmastu grannar, mega vit ásanna, at viðurskiftini millum føroysku og donsku fólkakirkjurnar eru avbera góð. Eingin ætlan er um at gera broytingar á hesum øki, tvørturímóti. Bondini eru sterk innan mentan og kirkju. Lestrar og sálmar eru prógv, ið tala sín greiða boðskap um andalig ættarbond.

Áhugavert verður at síggja, um vit verða ítøkiliga kveikt av hesi ferðini til oyggjarnar sunnanfyri. Hinvegin kann yvirskipað vitan um aðrar kirkjur altíð nýtast í arbeiðinum at sniðgeva okkara egnu kirkju.

Hóast meginkirkjan í Suðuroyggjum hongur saman sum ein kirkja, hevur tað staðbundna kirkjuliðið størri sjálvræði. Hetta er áhugavert at kanna nærri. Onkuntíð liggur á ljóði her heima, at tann staðbundna kirkjan saknar størri sjálvræði, tá ið verkligar ætlanir liggja á borðinum.

Ferðalagið telur 9 fólk, og ferðin er í døgunum 27. – 31. august 2018.

JF