Skriva út
Faklig ferð til Íslands
10.05.2014 Tíðindi
Í komandi viku fer leiðslan í fólkakirkjuni saman við stjórnandi ráðum og umsitingini til Íslands. Talan er um Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn og umsitingina hjá dómprósti og biskupi.
Farið verður av Havnini við Norrønu mánadagin, og vit flúgva heimaftur fríggjadagin við Atlantsflog. Í Reykjavík búgva vit á Sjómansheiminum Ørkin. Heimildarmaður okkara í Íslandi er føroyavinurin og presturin Gunntórur Ingason, hvørs móðir er føroyingur og ættað úr Kvívík.
Vit eru 14 fólk í ferðalagnum. Afturat leiðslu og umsiting hevur biskupur biðið tveir persónar koma við í ferðalagið. Ein teirra er Heri Joensen sóknarprestur, ið er ferðaleiðari og serkønur í íslendskum viðurskiftum. Bergur Berg fulltrúi í Mentamálaráðnum er annar teirra. Uppgáva hansara verður at greina og greiða frá tí ytra og innara bygnaðinum í fólkakirkjuni.
Ferðin er faklig við innanhýsis fundum millum PR og FSS, so vit kunnu skipa okkara virksemi enn betur og finna felags stev. Bæði PR og FSS arbeiða við somu málum. Talan er tó um tveir ymiskar arbeiðshættir. Áherðslan á sama økið er ymisk t.d. fígging og yvirskipað heildarmeting ella tað, ið vit kunnu kalla kirkjupolitikkur.
Á ferðini vitja vit kirkjur, søgulig støð og Biskup Íslands.
Hesin arbeiðsháttur hevur givið góðan ávøkstur tey árini, ið vit hava stjórnað kirkjuni. Biskupur metir, at talan er um eina góða íløgu á tvinnanda hátt.
Fyrst tað menniskjansliga. Vit fáa stundir at vera saman í einum fakligum umhvørvi, har einki annað enn fakið og tann fakliga menniskjansliga samveran er á skránni. Vit fara at læra hvønn annan at kenna, t.d. hugburð, sinnalag og hugsanarhátt.
Síðani tað fakliga. Í einum fakligum arbeiði eru tað tey óformellu viðurskiftini, ið gera seg galdandi, bæði í tvístøðu og tá ið væl gongst. Hugburðurin, soleiðis sum vit skilja hvønn annan, ávirkar og myndar úrslitið. Í einum fakligum umhvørvi ber tað óformella tað fakliga. Mangar villur kunnu staðfestast vegna tess, at tey bleytu virðini ikki vóru í lagi.
Tað at fáa vitan um, hvussu onnur hugsa um kirkjuna og byggja kirkju, er læruríkt og mennandi hjá okkum, ið hava ábyrgd av føroysku fólkakirkjuni.
Ein leiðsla, ið einans dvølur við egna hugsan, er heppin, um framgongd og varandi nøgdsemi valdar. “At vera við fyri at læra” er vorðin ein skemtingarsom viðmerking millum fámentar tjóðir. Hinvegin steðga vit skjótt upp, um vit meta, at vit eru útlærd.
JF.
Onnur tíðindi