Færri myntir í talvuna: Glaðir gevarar brúka nú mobilepay
DANMARK: - Eg var helst tann fyrsti – ella millum teir fyrstu donsku prestarnar, sum byrjaðu at brúka mobilepay til innsavningar í kirkjuni.
Orðini eigur Jóannis Fonsdal, ið virkar sum prestur í Emdrup Kirke í Keypmannahavn.
Hann sigur hetta, nú fleiri og fleiri danskar kirkjur hava givið fólki møguleika at koyra gjaldskortið gjøgnum eina kortlesingarmaskinu í samband við innsavningar teirra.
Tey nýggjastu hagtølini vísa, at av teimum 2.340 kirkjunum í Danmark hava tær 722 hesa skipanina, har fólk – sum tað eitur á fakmáli – kunnu ”sveipa” (á enskum: to swipe) pening frá fartelefonini og inn á eina konto hjá kirkjuni ella øðrum felagsskapi.
Sum skilst, er endamálið við skipanini ikki at fáa meiri pening í kirkjubússuna. Hetta er í roynd og veru einans ein spurningur um at fylgja við tíðini og lætta um hjá fólki.
GÓÐAR ROYNDIR
Skipanin við mobilepay er fleiri ára gomul innan donsku fólkakirkjuna og aðrar kristiligar samkomur á danskari jørð. Mær vitandi er eingin kirkja her á landi, sum hevur eina slíka skipan.
Men í kirkjuni, har Jóannis Fonsdal virkar sum prestur, hava tey góðar royndir við mobilepay, sum tey fingu sær fyri fimm árum síðani: Í dag kemur meginparturin av teirra innsavnaða peningi inn umvegis mobilepay.
- Ja, vit brúka tað eisini, tá ið gjaldast skal fyri mat og annað í kirkjuni, sum til dømis í samband við føstulávintina næstseinasta sunnudag.
- Vit hava í veruleikanum fýra ymisk nummur til mobilepay, og tey verða nógv brúkt, slær føroyski presturin fast.
LIÐUGT VIÐ MYNTUM
Í eini grein í Kristeligt Dagblad frá 3. mars í ár verður nortið við henda nýggja háttin at stuðla vælgerðandi endamálum.
Ein onnur sókn, ið hevur roynt hesa skipanina seinastu trý árini er Aabenraa Sogn. Í sóknini eru tríggjar kirkjur.
Og tað kann merkjast í kirkjubússuni, at fólk nú í størri mun gjalda umvegis mobilepay.
Blaðið skrivar, at sóknin í fjør savnaði inn íalt 80.000 krónur – av hesum komu tær 25.000 krónurnar umvegis mobilepay.
- Og alt bendir á, at tað verður meiri av hesum í komandi árum, metir Morten Hansen, ið er fyrisitingarleiðari í sóknini.
- Ja, økingin er so stór, at eg vænti at um nøkur ár verður tað rárasta hending, um vit fáa myntir í talvuna.
BEINLEIÐIS Á KONTO
Í Danmark er skipanin hon, at fram til 2016 var ikki loyvt kirkjum at savna inn pening elektroniskt.
Men hetta árið broytti danska Kirkjumálaráðið lóggávuna soleiðis, at kirkjurnar kundu byrja við mobilepay ella øðrum elektroniskum háttum at gjalda við.
Í Nexø Kirke á Bornholm hevur ein í meiri enn eitt ár brúkt mobilepay. Hetta var serliga gjørt fyri at lætta um hjá teimum ungu kirkjugangarunum uttan tøkan pening.
Men ein vansi er, at ein hevur ikki somu hóming av, hvussu nógvur peningur kemur inn umvegis tann elektroniska gjaldsháttin í mun til tann siðbundna háttin við at talvan gongur runt í kirkjuni.
Orsøkin til hetta er, at kirkjan vísir einans nummarið á mobilepay-tænastuni hjá felagsskapinum ið ein stuðlar, og ikki hjá sjálvari kirkjuni.
- Í februar mánaði savnaðu vit til dømis inn til felagsskapin ”Åbne Døre”. Og her fór peningurin beinleiðis inn á teirra konto, sigur sóknarpresturin, Jens Borg Spliid við Kristeligt Dagblad.
Í eini komandi grein halda vit fram at lýsa hetta evnið, við teimum royndunum sum Emdrup Kirke og Jóannis Fonsdal hava gjørt sær við tænastuni hjá mobilepay.
Orð: Snorri Brend