Skriva út
Eyðun Joensen fyri fullsettari Christianskirkju
18.01.2013 Tíðindi
Boðað varð til fyrilestur í Christianskirkjuni í kvøld kl.19.00 við Eyðun Joensen sálarfrøðingi. Heitið á fyrilestur var “Tá ið sorg hevur rakt”.
Christianskirkjan hevur í longri tíð skipað fyri ymiskum áhugaverdum fyrilestrum og tiltøkum annars í kirkjukjallaranum. Nógv fólk plaga at møta til hesi tiltøk, sum eisini bjóða uppá ein góðan drekkamunn aftaná við góðum práti afturvið.
Men í kvøld høvdu so fólk nógv áhuga at hoyra henda fyrilesturin, at neyðugt varð at flyta upp í kirkjuna. So fyrilesturin hjá Eyðun Joensen, sum er ættaður úr Klaksvík, varð tí hildin í kirkjuskipinum.
Smá 200 fólk í øllum aldri høvdu leitað sær í hugnaligu og tignarligu Christianskirkjuna í kvøld at lýða á tað, sum klaksvíkingurin, menniskjakennarin og sálarfrøðingurin, Eyðun Joensen hevði at lata frá sær av royndum.
Eyðun, sum er væl skorin fyri tungubandinum, lýsti hugtakið sorg í breiðari merking við fleiri dømum. Vit kunnu missa á ymiskan hátt, við deyða, hjúnarskilna, missa førleikar, gerast arbeiðsleys, sita í tøgn – duga ikki at tosa um sorgina og so fram eftir.
Eftir fyrilesturin var høvið at seta spurningar – og sjálvandi varð boðið til ein góðan drekkamunn eisini. Tá losnaði prátið meira og fólk høvdu nógv at greiða frá og viðmerkja.
Orð og myndir: Dávur Winther
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi