Skriva út

Erling Johansen, klokkari í Miðvágs kirkju

03.09.2019 Tíðindi
Erling Johansen.jpg

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Erling Johansen hevur verið kirkjutænari í Miðvágs kirkju síðan aldarskiftið. Hann byrjaði sum deknur og nú er hann klokkari.

-Eg veit ikki ordiliga, hví eg var biðin til kirkjutænara. Eg var ikki av ivrigastu kirkjugangarum, var ikki í kirkju hvønn sunnudag, tó so allíkavæl er ein prestur er komin burturúr. Eg eri fosturpápi at Marjun Kálvalíð, prest, sigur Erling Johannesen, sum er føddur  tann 12. oktober 1937.

-Mær hevur dámt væl at vera kirkjutænari. Vit eru fýra og halda vakt ein mána í senn og tað gerst til tríggjar mánar um árið, at eg standi fyri ringingini í kirkjuni.

-Vit, konan Julia og eg bygdu innanfyri Ellisheimið. Eina tíð hugsaði eg um at flyta til Danmarkar. Eg hevði verið niðri og ferðast og hevði verið á Lollandi og fall fyri landslagnum beinanvegin. Eg royndi at bera mítt ynskið fram fyri konuni, men hon segði korta nei. Um eg vildi til Danmarkar, so mátti eg fara einsamallur. Tann ætlanin datt niður fyri. Nú hendi tað, at verforeldrini doyðu og vit gjørdu av at selja okkara hús og keypa húsini hjá verforeldrunum. Nú er konan komin aftur í barndómsheimið at búgva.

-Eg havi siglt fyri tað mesta. Var í nøkur ár við fyrista hekkutrolaranum i Føroyum, Kap Farvel úr Vestmanna. Hetta var ein týskur trolari, men ikki lá væl fyri at fiska. Hann var drivin av olju og elektrisitet og grunt er í Grønlandi og skipið larmaði so illa, at fiskurin varð stygdur burtur. Munandi betri lá fyri hjá damptrolarunum. Tað var eisini øgiliga kalt. Fiskurin frysti, so skjótt hann kom úr sjónum og frystur fiskur varð tveittur út aftur. Eg havi bara siglt við trolara. Var ein túr við línubáti, men tað lívið dámdi mær ikki. Eg sigldi í fleiri ár sum kokkur við Vesturvón.

-Vit eiga fýra børn. Tríggjar gentir og ein son. Sonurin doyði av ferðsluvanlukku, einans 18 ára gamal. Tað vóru ring boð at fáa. Eg hugsi um hann hvønn dag. Vit hava ikki snakkað um tað heima, ella ógvuliga lítið. Ein vinmaður hjá soni okkara fór við trolaranum Neptun. Vit bíðaðu eftir honum hendan túrin, tí hann var á møti. Síðan varð farið avstað og vit komu ikki aftur við honum. Ein triði vinmaður hjá soninum slerdi út.

-Eg haldi, at man átti at snakkað meira um tað, tá sorgarleikir raka ein. Ikki bara í familjuni, men eisini í bygdini. Tað er tøgnin um hendingina, sum ger sorgina so eyka tunga at bera.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.