Skriva út

Erla lyft sálmasangin í Vestmanna á hægri støði.

10.06.2014 Tíðindi
Erla lyft sálmasangin í Vestmanna á hægri støði.

Ikki er øllum beskorið at kunna gera eina tænastu á sama staði í samfull 35 ár. Men tá talan er um kirkjuligt arbeiði kemur hetta meiri enn so fyri.
Tað fekk kirkjufólkið í Vestmanna at sanna sunnudagin 25. mai, tá urguleikari teirra, Erla Olsen varð heiðra undir gudstænastuni: Hin 8. mai vóru nevniliga ligin 35 ár síðani, hon byrjaði sum urguleikari í kirkjuni.
Hetta fegnaðist sóknarpresturin, Marjun í Kálvalíð og kirkjufólkið sum vera man um. Og orðini frá presti um trúføstu tænastuna hjá Erlu vóru heldur ikki til at misskilja:
- Erla hevur við sínum frálíka spæli og sangkynstri, við sínum kórum og góðu hugskotum, lyft sangin í kirkjuni, og harvið kirkjulívið, upp á eitt hægri støði, sigur Marjun í Kálvalíð í heilsan síni til Erlu.

KENNIST GOTT
Bæði Vestmanna kirkja og kirkjufólkið eru sera takksom fyri tað stóra og góða arbeiði, sum Erla hevur gjørt øll hesi ár, har hon trúføst hevur tænt Vestmanna kirkju.
Vestmanna kirkja hevur havt, og hevur enn, nógvar dugnaligar, góðar og trúgvar tænarar. Erla er ein teirra.
- At hon er sera góð við kirkjuna, tað merkist í hennara arbeiði, sigur Marjun í Kálvalíð í eini heilsan, sum hon sendir Erlu, umvegis heimasíðuna hjá Vestmanna kommunu.

Tað eru góðar og lættar løtur í kirkjuni, og tað eru eisini tungar og svárar løtur, og har hevur Erla skipað so fyri, at kórið syngur, tá børn verða borin inn í kirkjuna fyri fyrstu ferð at verða doypt.
Og síðani, tá fólk verða borin inn í kirkjuna fyri seinastu ferð, hevur Erla við sínum trúfasta Húsakóri, skipað fyri at sungið verður hesar løtur.

- Fleiri eru tey, sum hava havt á orði, hvussu gott tað kendist, bæði í góðum og í svárum stundum, at verða móttikin við góðum urguspæli og sangi, tá komið varð í kirkjuna.

- Vestmanna kirkja takkar hjartaliga fyri góða og trúgva tænastu, við vón um, at tú heldur fram nøkur ár afturat, sigur Marjun í Kálvalíð.
Aftaná kom Erla fram í kór, har hon fekk eina heiðursgávu frá Vestmanna kirkju - ein vasi við áskriftini: Takk fyri trúgva tænastu við urguspæli og kórsangi í 35 ár, Vestmanna kirkja, og prýði frá Mikkalinu glas.

Orð: Snorri Brend/Mynd: Jens Kristian Vang