Skriva út

Er neyðugt at skriva hvør hevur yrkt ein sálm?

28.06.2019 Tíðindi
Morten Skovsted.jpg

Tú fert í kirkju ein sunnumorgun, fær tær sálmabókina í hond og setir teg á beinkin, har tú so mangan hevur sitið.

Tað eru nakrir minuttir eftir til gudstænastan byrjar, og tú gevur tær tíð at hyggja eftir sálmanumrunum fyri líka at tjekka av, hvørjir dagsins sálmar eru og kanska eisini, hvussu mong ørindini .

Og hevur tú góða tíð – og kanska eisini áhuga í tí – ja, so hyggur tú eftir, hvør man hava yrkt hesar fýra ella fimm sálmarnar til gudstænastuna.

Tú hugsar: ”Hesin sálmurin er ein typiskur Mikkjal-sálmur; hesin er akkurát ein sum Dahl hevur yrkt; og henda sálmin, ja, henda sálmin kundi bert Símun av Skarði yrkt. So typiskt hann!”

Bara við at hyggja eftir yrkjara og helst eisini týðara, fært tú uttan iva eina kenslu av stíli, innihaldi, orðavali og dygd. Soleiðis hevur tað altíð verið í okkara føroysku sálmabókum. Men kanska verður tað ikki soleiðis longur í teirri donsku sálmabókini:

Skal ein ganga eftir tí, sum danski kjakarin, sóknarpresturin og søgumaðurin Morten Skovsted hugsar, so er hetta óneyðugt og átti at verið søga ongatíð ov skjótt.

- Hevði tað ikki verið meiri evangeliskt, um vit í 2019 mettu tann einstaka sálmin eftir um hann var góður ella ringur – og um hann var t.d. evangeliskur, skaldsligur, viðkomandi, slitsterkur ella hóskandi til júst henda ávísa sunnudagin?

- Ja, eg haldi, at um sálmaskaldið var dulnevnt, so høvdu fleiri okkara knappliga sæð sálmarnar við nýggjum eygum, um vit soleiðis kundu lisið teir av nýggjum, skrivar Morten Skovsted (myndin) í eini klummu í Kristeligt Dagblad.

Og hann leggur aftrat:

- Á henda hátt kundu vit vent aftur til tað, at sálmarnir kundu tænt teirra veruliga og upprunaliga endamáli, ístaðin fyri at freista til persónsdýrkan!

SÓLRUN: - IKKI MEIRI VERDUR!
Klumman hjá Morten Skovsted varð prentað 25. juni, og fer uttan iva at føra til orðaskifti um hetta annars áhugaverda evni.

Hann heldur altso, at tað er púrasta óneyðugt at skaldið og týðarin standa undir sálminum, og onkutíð enntá árstal nær hetta er gjørt. Hetta átti heldur at staðið sum eitt yvirlit aftast í sálmabókini.

Ein teirra, sum eisini hevur sína hugsan um hetta evnið er føroyski sálmayrkjarin, Sólrun Michelsen. Í Ískoytinum til sálmabókina, sum kom út í 2013, eigur hon átta yrktar sálmar.

- Eg haldi meg ikki hava havt hasa kensluna, at ein tekstur var meiri verdur, av tí at ein kendur persónur hevur skrivað hann.

- Annaðhvørt er teksturin - ella lagið - verdur at lesa og syngja, ella er hann tað ikki, slær hon fast.

Vit fara í eini seinni grein at fáa meiri at vita frá Sólrun um hetta spennandi evnið, sum nú er til umrøðu á danskari jørð, men sum helst eisini kann fara at taka seg upp her á landi.

LUTHER OG KINGO ÚT
Morten Stovsted leggur dent á, at tað er ymiskt hvussu fólk meta um ein sálm. Summi lesa hann av søguligum áhuga, onnur av bókmentaligum áhuga og og onnur eftir tí kristiliga partinum í innihaldinum.

- Um tú lesur ein sálm við slíkum brillum, so hevur tað sín týdning hvør hevur skrivað hann, og hvør søga ella gudfrøðilig hugsan goymir seg í tíðini, tá sálmurin varð yrktur.

- Men um vit sum kirkjulið brúka sálmarnar at syngja við í evangelisku boðanini, fyri at lovprísa Gudi ella fyri at biðja Heilaga andan um at opinbera seg, - ja, so er í roynd og veru fullkomiliga líkamikið, hvør hevur gjørt orðini og lagið, leggur hann dent á.

At tað standa nøvn undir hvørjum einstøkum sálmi er ein nýggj uppfinning innan donsku kirkjuna. Síðani 1953 hevur hetta verið fastur táttur, men kanska er hetta ein farin tíð.

- Eingin kann í dag lesa ein sálm, uttan at vera ávirkaður av, hvør hevur skrivað hann. Hetta veit eg frá arbeiðinum at eftirmeta Sálmabókina.

- Ja, eg kann siga so mikið, at eftir míni meting vóru fleiri sálmar ikki slopnir við í bókina, um teir ikki vóru undirskrivaðir av Luther, Sthen, Kingo, Brorson og Grundtvig, slær hann fast.

NÝGGJ EYGU
Morten Skovsted vísir á tað øvugta, - nevniliga at fleiri av teimum nýggjaru sálmunum fáa eina rættiliga harða viðferð, tá teir vera umrøddir.

Orsøkin til hetta er, at ein tekur ávís fyrilit, og kanska enntá hevur ein mótvilja móti persónligheitini hjá skaldinum ella kristiligu og ideologisku støðuna hjá viðkomandi.

- Men hugsa tær til, um ein kundu lisið, brúkt og sungið sálmarnar uttan at skeita eftir, hvør hevur skrivað teir. Tað hevði verið ein avbjóðing fyri mong, tí vit eru so von við at kalla ein sálm fyri ein ”Grundtvig-sálm”, ein ”Kingo-sálm” ella ein ”Brorson-sálm”.

- Fyrr hevði ein møguliga tørv á at skipa sálmarnar soleiðis. Men hugsa tær til at kunna sungið sálmarnar, uttan at hyggja eftir yrkjara ella týðara?

- Hetta hevði uttan iva gjørt sítt til, at vit kundu sæð tann einstaka sálmin við nýggjum eygum, sigur altso sóknarpresturin og søgumaðurin Morten Skovsted.

Orð: Snorri Brend
Mynd: Internetið