Skriva út

Er grøv Ólavs Halga funnin?

17.10.2016 Tíðindi
Er grøv Ólavs Halga funnin?

Í miðbýi Tróndheims eru fornfrøðingar komnir fram á eina merkisverda kirkjutoft og fleiri gravir, ið stava frá fyrru helvt av 1000-árunum. Og ikki uttan grund reika tankarnir aftur til Ólav kong heilaga

Pól á Kletti

Í Tróndheimi komu norskir fornfrøðingar í fjør fram á ein kirkjugarð úr miðøld, ið eingin frammanundan visti nakað um. Nú grava teir í eini toft av eini kirkju, sum kann hava samband við ein av miðaldarkongum Noregs.
– Eg eri ovfarin. Frammanundan hava fornfrøðingar havt ábendingar um, at ein kirkja hevur verið her, annað er so at finna prógv fyri tí, sigur Anna Petersen, fornfrøðingur, við NRK.
Við øðrum orðum: Toftin aftan fyri býarbókasavnið í Tróndheimi gerst alsamt meira áhugaverd. Og ikki uttan grund reika tankarnir aftur til Ólav kong heilaga.
‒ Slíkar miðaldarkirkjur eru sum oftast knýttar at kongum, sigur Anna Petersen.
Spurninginum, um Ólavur heilagi er jarðaður her, svarar Anna Petersen:
‒ Fyribils vera hetta bert gitingar. Her hevur kanska verið kirkja Ólavs, sum nevnd er í Søgu Ólavs Halga eftir Snorra Sturluson. Tað útilokar ikki møguleikan, tá havt verður í huga, at vit eru í nánd av einum kongsgarði, ið vit við vissu vita um hevur verið her.
Annars hevur altíð verið talað um skrín Ólavs halga á háaltarinum í Niðarósa dómkirkjuni, sum eftir trúbótina varð forkomið. Tað skuldi goyma jarðisku leivdir kongsins.
Tá farið var undir útgrevsturin aftan fyri býarbókasavnið í Tróndheimi í fjør, gjørdist spenningurin størri enn fornfrøðingar høvdu grunað.
Her í miðbýi Tróndheims var komið fram á toftir av bygningum, sum kunnu tíðarfestast til 8/900-árini.
‒ Fyri ta tíð hevur valla verið búgvandi her, tí Niðará rann tá henda vegin, sigur Anna Petersen.
Mett verður, at kirkjan, ið hevur verið á staðnum, er bygd tíðliga í 1000-árunum.
Anna Petersen heldur, at kirkjan hevur verið í brúki til umleið ár 1200. Tá hon er avdankað, er alt tað virðismikla tilfarið í henni selt og nýtt til onnur endamál, sum ikki var óvanligt í miðøld.
Fornfrøðingarnir eru ikki komnir til botns enn, so eyðvitað verður enn okkurt forvitnisligt at finna.

(MYND)

Anna Petersen, fornfrøðingur, við einum skølti úr miðaldargrøv í miðbýi Tróndheims. Grøv Ólavs halga? Tað kann ein bert gita um, men Anna er ovfarin av øllum tí merkisverda, forngrevsturin higartil hevur avdúkað

Mynd: Stein Lorentzen / NRK