Skriva út

Er 12 vegurin til nøgdsemi og lukku?

23.06.2019 Tíðindi
Armgarð.jpg

Føðingardagar koma og fara. Nakrar vilja vit fegin náa og aðrar hveppa vit okkum við. Tosa um kreppur, tá mann verður fjøruti og heldur lívið er av, tá mann er trýss. Ella júst øvugt, so hvør einasti føðingardagur er ein lívsins sigur. Takksemi og gleði, at enn eru vit á ferð gjøgnum dalar og fjøll.

Hvørt einasta ár mær untist at halda føðingardag saman við mínum foreldrum, so søgdu tey mær, hvussu dagurin  21. juni var!

"Longsta dag á árinum, tá tú vart fødd, tað var ein gleðisdagur", plagdi pápi at siga.

Tá gingu kvinnur ikki nógv til jarðamóðirkanningar ella til lækna  "tað var ikki ein sjúka at vera við barn”, plagdi mamma at siga.

"Sólin skein oman og niðan náttina til 21. juni, ein so undurføgur føroysk summarnátt, tá mamma tín fekk verkir og je rann út til jarðamóðrina, vit høvdu hvørki bil ella telefon, og so runnu vit bæði heim og so at fara oman til ommu tína at fáa hana niðan at hjálpa.

Og so mól je í havanum, til gentubarnið kom til verðina í spísistovuni.

Síðan gav jarðamóðirin mær eftirburðin og je gróv hann niður undir einum træið í havanum.

Tá je havði gjørt tað, so fór je inn aftur og rundanum vøggina sótu okur so, mamma tín, jarðamóðir, omma tín og je og ótu nýbakað breyð við skerpikjøti og heitt, sterkt kaffi. Tað var ein vælsignað løta".

Kom at hugsa um hesa løtuna, nú eg aftur fylli og míni foreldur eru farin um sýnina.

Nógv broytist á mansins ævi, flestu kvinnur hava prísað seg lukkuligar at tær kundu eiga á hospitali við øllum tí serkunnleikanum, sum er har og nærum ongin vandi er fyri mammu og barni.

Men rák koma og fara. Nú eru alsamt fleiri og fleiri kvinnur, sum vilja sleppa at eiga heima saman við húskinum, so  øll kunnu  vera ein partur av stóru hendingini at síggja  eitt menniskja koma inn í heimin.

Og eftirburður ella móðurkakan, ja, hon verður eisini grivin niður í urtagarð og onkur etur  hana, sum eitt slag av biksemati ella blenda til ein smootie.

”Little boxes on á hillside”, syngja vit. Og har eru húskini, hvør í sínum lagi - ungfuglarnir fyri seg og gomlu fuglarnir fyri seg. Og soleiðis avmontera vit søgukynstur, kunnleika og vísdóm frá einum ættarliði til annað. Vit eru so langt burtur, so í dag fara ung og spyrja couchar og googla og taka niður appir, sum omman kanska kundi sagt teimum ella mostirin.

Vit búgva í vøkrum, arkitektoniskum perlum við innbúgvi, sum alt hevur eitt navn og vit seta upp og avmynda og fotoshoppa og leggja ein veruleika út fyri teg og meg at síggja, men sum ofta er ein annar.

Vit skunda okkum gjøgnum dagin og lívið, og alt skal vera til eitt 12 tal. Tú mást ikki mistaka teg, gera mistak, alt hongur á tínum herðum at smíða tær lukkuna góða.  Vit geva tí unga ”to do lista” og so er at arbeiða seg ígjøgnum hann.

Hava vit ikki dugað at lært komandi ættarlið at liva, gjørt tey mótstøðufør, hava vit teknað ein veruleika fyri teimum, sum er fotoshoppaður og illusoriskur. Rudda vit steinar og skursl burtur á teirra vegi, og billa teimum inn, at tað ikki er menniskjansligt av og á at steðga upp, fara til viks, endurskoða, djúphugsa ?

Hava vit ikki givið teimum orð og søgur, sum tey kunnu taka fram, tá lívið slær, tá Gucci taskan, stóra tryggingin ella Børge Mogensen onki kunnu gera fyri teg ?

Fá menniskju tola einsemi, flestu okkara eru livandi, tí vit hava onnur at elska og onkur elskar okkum. Í dag verður rópað varskó, tí menniskju kenna seg einsom, tey ”duga ikki at  liva”, so at siga. Tey halda, at onki óvæntað kann henda, men alt bara má vera lekiirt og nakað fyri eygað.

Tey gomlu vita vit ikki ,hvat vit skulu gera við, so vit  byggja stovnar ,har vit kunnu uppmagasinera  tey og halda at so er alt gott og í hinum endanum eru børnini eisini á stovnum. Royndir hava verðið gjørdar í Danmark við at lata børn koma meiri inn í eldrabýlini, so kæra, livandi barnið fær gleðina aftur í tí gomlu ommuni ella abbanum ella nýggja rákið, sum eisini er nú, at tvey ættarlið húsast undir somu lon.

Júst, sum tú ert komin at sita ytst á beinkinum í kirkjuni, so býrt tú nú í niðastu hædd, meðan ungfólkini reiðrast á ovastu rók.

Byrjan og endi - heitar hendur taka móti tær og fjálgar hendur sleppa tær og harímillum liva vit.