Skriva út
Enn pláss á ferðini til Wittenberg.
28.02.2017 Tíðindi
Tað er gleðiligt at kunna staðfesta, at áhugin fyri túrinum til Wittenberg í døgunum 10.- 15. mai hevur verið sera stórur. Fleiri enn 110 hava boðað frá luttøku. Vit gleða okkum til túrin.
Nøkur pláss eru eftir enn. Opið er fyri tilmelding vikuna út.
Tilmelding fer fram á hesi leinkju: http://fd8.formdesk.com/VRG/Wittenberg2017
Flogið verður beinleiðis til og frá Vágum/Leipzig hesar tíðir:
10. mai RC7xxx FAE-LEJ 10.00-13.30
15. mai RC7xxx LEJ-FAE 14.20-15.50
Skráin verður væntandi henda:
10/5: Fráferð úr Vágum kl. 10:00. Lenda í Leipzig kl. 13.30. Njóta dagin í Leipzig.
11/5: 09.00 – 17.00: Ferð til Wittenberg. Her vitja vit Slottskirkjuna, Luthereikina, Augustinarklostrið og vónandi eisini St. Mariukirkjuna.
12/5: 09.00 – 14:00: Ferð til Eisleben, har Luther bæði varð føddur og eisini andaðist. Her leggja vit leiðina framvið Andreasarkirkjuna, har Luther helt sínar seinastu prædikur, og onnur áhugaverd støð. Um kvøldið er ætlanin at fara til konsert í Thomasarkirkjuni, har J. S. Bach hevði sítt dagliga yrki í góð 20 ár.
13/5: Frídagur. Nøkur fara til fótbóltsdyst og onnur uppliva Leipzig.
14/5: Vit fara til gudstænastu, væntandi í annaðhvørt Thomasarkirkjuni ella Nicolaikirkjuni í Leipzig, og eftir hetta leggja vit leiðina til Wartburg, har Luther m.a. týddi Nýggja testamentið til týskt.
15/5: Heimferð. Eru í Vágunum kl 15:50.
Hotellið sum gist verður á er hetta: http://www.astral-hotel.com/programm/o.prg?pos=2&lan=en. Skipað verður fyri andakt um morgunin og, um møguligt, fyri onkrari hugnaløtu um kvøldarnar.
Kostnaðurin fyri ein á dupultkamari er kr. 7.500. Við í prísinum eru flogferð, útferðir, uppihald við morgunmati og nátturða.
Fyriskipararnir.
Onnur tíðindi