Skriva út

Endiliga aftur í kirkju

18.05.2020 Tíðindi
kollafjardarkirkja1 (002).jpg

Fyri fyrstu ferð í góðar tveir mánaðir ringdi kirkjuklokkan við Sjógv í Kollafirði í gjáramorgunin, nú dyrnar aftur lótu upp til vanliga gudstænastu ein sunnumorgun.

Sum allar aðrar kirkjur, hevur kirkjan við Sjógv í Kollafirði verið afturlatin, meðan koronavirusið hevur herjað kring landið. Hálvan mars lótu kirkjurnar aftur, men í gjár var fyrsti sunnudagurin, tá ið gudstænastur aftur vóru.

– Tað hevur kenst løgið, at tað ikki hevur borið til at farið í kirkju sum vanligt, og serliga hjá teimum, ið plaga at ganga í kirkju hvønn sunnudag, hevur tað kenst øgiliga tómligt. Men eg haldi, at tey nú eru øgiliga glað fyri, at kirkjan aftur er opin, sigur Elsa Joensen, kirkjuráðsformaður í Kollafirði.

– Heilt sum vanligt er tað tó ikki enn, tí vit mugu tíverri liva við tí avmarking, at vit bara hava pláss fyri 30 fólkum, so vit mugu standa í forkirkjuni og telja, umframt at tað bara ber til at sita í øðrumhvørjum bonki. Í dag vóru 27 fólk í kirkju, og prestur og kirkjutænarar taldu fýra, so vit vóru 31 fólk tilsamans.

Saknað kirkjuna
Í gjáramorgunin líktist kirkjan í Kollafirði sær sjálvari – og tó. Í forkirkjuni vóru ongar sálmabøkur, men á bonkinum lógu prentaðir sálmar til fólk at fáa sær, um tey ikki høvdu sína egnu sálmabók við ella vildu brúka sálmabókaappina. Og skelti hingu út fyri øðrumhvørjum bonki, ið søgdu frá, at har var eingin atgongd, so fólk máttu seta seg á hinar benkurnar, har einki skelti hekk.

Eitt, ið tó líktist sær sjálvum, var altarið. Í gjár var tað Maria Summers við Skipá, ið prædikaði, og sum vanligt er, tá ið prestur er, vóru øll ljósini á altarinum tendrað – bæði tey í sjeyarmaða ljósastakanum og tey bæði stóru ljósini.

– Tað kennist gott at tendra ljósini aftur, nú kirkjan hevur verið stongd í tveir mánaðir, sigur klokkarin, Jógvan Dam, meðan hann gongur inni fyri altarinum við tendraranum. Summastaðni hava tey ringt við kirkjuklokkuni sunnumorgnar, hóast ongar gudstænastur hava verið, men soleiðis hevur tó ikki verið gjørt í Kollafirði.

– Kirkjan hevur verið púra still síðani hálvan mars, og burtursæð frá einari jarðarferð, hevur eingin tænasta verið. Eg havi saknað tað, sjálvt um eg ikki havi havt tørn at verið klokkari hesa tíðina, so nú er gott at sleppa í kirkjuna aftur, eftir at hava hugt at gudstænastum í sjónvarpinum síðstu tveir mánaðirnar.

Eingi ferðafólk
Fyrst og fremst er kirkjan við Sjógv sjálvandi andaliga heimið hjá kirkjufólkinum í Kollafirði, men eisini í aðrar mátar verður kirkjan dúgliga brúkt, tí tað sigst, at hon er næstmest vitjaða fornminni í Føroyum eftir Kirkjubømúrin.

– Nú eru so eingi ferðafólk, so tað er eisini øðrvísi, enn tað plagar. Vit hava einar tríggjar ella fýra pensjónistar, ið plaga at taka ímóti ferðaløgum, sum koma í kirkjuna, men enn hevur ikki verið brúk fyri teimum, tí ferðafólkini koma ikki til Føroya í løtuni, sigur Elsa Joensen.

– Tað eru serliga tvær ferðaskrivstovur, ið koma hendavegin við útlendskum gestum, og longu tíðliga í vár fingu vit ein lista yvir, hvørji fóru ferðamannaskip fóru at koma. Eg haldi, at tað seinasta kemur í oktober, men sum støðan er í kirkjuni, verður einki her fyrr enn eftir tann 1. september. Tá vænti eg kortini, at vit fara at fáa nakrar vitjanir.

Orð og myndir: Hilmar Jan Hansen.