Emil verður stiftsprestur
Í dag, hin 1. juli 2019 kl. 18.00, heldur fólkakirkjan hátíð í Kirkjubøar kirkju. Emil Olsen, prestur, verður skipaður í tænastuna sum stiftsprestur. Ein søguligur dagur við nýskapandi innihaldi á tignarligum søguríkum staði.
Talan er bæði um líkleika og frávik, tá ið kallið sum sóknarprestur verður sammett við tænastuna sum stiftsprestur.
Líkleikin er millum annað, at prestur skal boða Guðs ríkis evangelium um náðina í Kristi til frelsu fyri syndarar reint og rætt, fara um tey heilagu sakramentini eftir Jesu Krists egnu innseting og harvið stimbra kristna trúgv og vón. Prestur skal veita einum og hvørjum, sum staddur er í andaligari ella tímiligari neyð, alla ta hjálp, ið hann er førur fyri. Prestur skal liva kristiliga, sum tað sømir einum presti.
Frávikini eru í tí verkliga partinum, at stiftspresturin skal gera tænastu í øllum stiftinum. Hann er ikki er bundin at virka í einum avmarkaðum øki ella prestagjaldi, tí alt landið er virkisøkið svá biskupur metir skilabest og neyðugt.
Afturat tí kirkjuligu tænastuni í kirkjusóknunum, hevur stiftspresturin til uppgávu at fara um og fakliga menna tann fyrisitingarliga partin av gudfrøðini, t. d. at miðla fakliga kunning, taka lut í liturgiskum arbeiði og vera mentor hjá nýggjum prestum.
At hava ein stiftsprest gevur fólkakirkjuni møguleikar til størri fjølbroytni. Vit kunnu nevna eitt dømi. Í oktober og november í ár kemur siftspresturin at røkja kallið Eystan Múla við sæti á Viðareiði.
Jóannes Purkhús, sóknarprestur, lesur í Týsklandi til doktara í Gudfrøði. Møguleikin at granska er ein fakliga skilagóð íløga, sum longu nú og um nøkur ár gevur sjónligt avkast.
Tað er neyðugt, at fólkakirkjan tilvitað setur sær spurningin, hvussu menna vit okkara fakliga innihald? Hvussu kunnu vit á bestan hátt tæna Guði við at tæna fólkinum?
Ein stiftsprestur gevur møguleikar og skapar eitt rúm, sum fólkakirkjan ikki hevur havt áður. Talan er um nýhugsan í klassiskum lendi.
JF.