Skriva út

Emil takkaði fyri seg

14.02.2019 Tíðindi
Emil takkaði fyri seg

– Eg veit ikki, um eg fái takkað øllum nóg mikið.

Tað staðfesti Emil Olsen, tá ið hann sunnudagin tók samanum eftir ein døgurðabita í Hólmahúsinum, nú hann hevði hildið sína seinastu hámessu sum sóknarprestur á Eiði.

Tá ið tað ringdi inn sunnumorgunin, var kirkjan mestsum fullsett – og tað var Hólmahúsið eisini, tá ið eiðisfólk og onnur fingu møguleikan at takka eiðispresti hesi síðstu gott og væl 35 árini. Undan gudstænastuni á Eiði sunnudagin hevði Emil verið við Gjógv, í Funningi og Norðskála og takkað fyri seg, og nú rundaði hann so av í bygdini, ið leggur navn til prestagjaldið.

Honum so líkt, helt Emil hátíðarliga, hábærsliga og hákirkjuliga stílin undir seinastu gudstænastuni. Frá byrjan og næstan til enda bar hann grønan messuakul út yvir svarta prestakjólan, og hámessan fór fram eftir tí heilt serligu og eyðkendu liturgi, eiðisfólk hava vant seg við og tikið til sín, og sum ikki eigur sín líka í aðrari kirkju her á landi.

Emil Olsen hevur sítt gudfrøðiliga prógv frá Chichester Theological College í Sussex í Onglandi, so tí er einki at siga til, at hann er ávirkaður av anglikansku kirkjuni. Síðani 1. desember í 1983 hevur hann røkt kallið í norðasta parti av Eysturoynni, og hann telist millum fáu prestarnar, ið messa, umframt at bønir og aftursvar hjá kirkjuliðinum eru øðrvísi, enn vit annars eru von við.

Rúmar øllum
Prædikuteksturin var um mannin, ið sáaði gott sáð í veltu sína, men fekk veltuna oyðilagda av óvininum, ið sáaði illgresi upp í hveitina. Poengið við hesum teksti er, at húsbóndin lat bæði sløgini vaksa saman til heysta, og ikki fyrr enn tá skuldu hveitin og illgresið skiljast sundur, tí á tann hátt slapp illgresið ikki at oyðileggja hveitina.

– Tað er ikki upp til okkum menniskju at fella dóm yvir hvønnannan, so at vit kanska halda okkum vera betri enn onnur, tí tað er bara ein, ið kann gera tað av, var reyði tráðurin í prædikuni sunnudagin. Ein reyður tráður, ið eisini hevur sæst aftur í virki Emils í prestagerninginum, har hann ikki hevur tikið dagar ímillum fólk, men rúmað øllum, ið givin eru honum at møta á leiðini.

Hetta gekk eisini aftur, tá ið borðreitt var við døgurða í Hólmahúsinum eftir hámessuna, og fleiri nýttu høvið at takka Emil Olsen fyri hesi 35 árini – eins og hann sjálvur eisini bar tøkk fram hinvegin.

– Eg havi trivist so serstakliga væl her á Eiði, og hóast aðrir møguleikar hava verið, havi eg ongantíð umhugsað at tikið við øðrum kalli. Tit hava tikið so sera væl ímóti mær og verið so góð við meg, at eg ikki kundi havt tað betri nakra aðrastaðni, segði Emil.

Ymiskar uppgávur
Bæði í Eiðis kirkju og Hólmahúsinum skemtaði hann við, at hann nú hevði feriu, síðani farloyvi og so aftur feriu, áðrenn hann 1. juli tók við sum stiftsprestur, sum er kall, ið ikki er knýtt at einum ávísum kirkjuráði ella prestagjaldi, men er undir biskupinum.

Uppgávurnar kunnu vera ymiskar, so Emil Olsen kann røkja prestastørv, har prestur er í farloyvi ella har prestaloysi er. Harumframt verður hópin av skrivligum arbeiði, og er tað fyri ein part natúrligt framhald av nógvum av tí, Emil hevur fingist við í mong ár, so sum gudstænastuskipan og annað.

Emil Olsen er giftur við Jasminu Pavlovic, og eiga tey eina íbúði í Beograd, har hann kemur at vera ein stóran part av árinum, tí skrivligt arbeiði kann hann eins væl gera har og í Føroyum. Embætið er eisini skipað soleiðis, at hann fyri ein part er pensjóneraður og fyri ein part løntur, so hann fer at hava frí einar fimm ella seks mánaðir um árið, og hinar seks ella sjey mánaðirnar verður hann virkin í kallinum sum stiftsprestur.

Orð: Hilmar Jan Hansen