Skriva út

Elduvíkar kirkja 65 ár

17.10.2016 Tíðindi
Elduvíkar kirkja 65 ár

Sunnudagurin er fyrsti og tjúgundi eftir tríeindardag. Júst henda sunnudagin í 1951 varð Elduvíkar kirkja vígd hin 14. oktober. Sostatt er kirkjan seksti og fimm ára gomul.

Í verkinum hjá Palla Gregoriussen um kirkjurnar í Føroyum sigur fróðarmaðurin Marius Garðshorn og endurgevur Dagblaðið, ið skrivar um vígsluna og hátíðarhaldið:

“Kirkjan er sera nosslig at líta á, tá ein kemur til hennara. Og somu áskoðan hevur ein, tá ein kemur inn í hana. Hon er úr viði og er á ein hátt ein blendingur av gomlum og nýggjum.

Tað, sum mest minnir aftur á tað gamla, eru tær útskornu rimarnar, sum her standa á vegginum í kórinum. Í teim gomlu kirkjunum standa tær millum kórið og kirkjuskipið.”

Síðan kirkjan varð vígd er fólkatalið í kirkjusóknini, ið telur Elduvík og Funningsfjørð, munandi minkað. Hóast færri fólk búgva í kirkjusóknini, kunnu vit staðfesta, at Elduvíkar kirkja er í góðum hondum. Kærleikin til fedranna kirkju er eyðsýndur í tænastu og verki. Kirkjuráðið sær tað sum eina álvarsama uppgávu, at gudstænasta verður hildin í kirkjuni flest allar sunnu- og halgidagar.

Mett verður týdningarmikið, at kirkjuklokkan kallar til halgan fund, at gøtan verður gingin, so ikki gras legst á kirkjugøtuna. Umráðandi at Guðs orð ljóðar í kirkjusóknini, og at tey heilagu sakramentini veita styrki til gerandisdagin og ævinleikan.

Í Føroyum eins og í londunum rundan um okkum leitar fólkið til meginøkið og tey størru búplássini. Kirkjuráðið hevur tikið tað lækkandi fólkatalið í álvara og roynt at hildið kirkjuna opnað til lestur og vitjan av presti. Fyri hesa avgerð og hetta arbeiðið eigur kirkjuráðið við formanninum Dánial Martini Hansen á odda mikið rós uppiborið.

Hvat hevur so kirkjuráðið gjørt við støðuna? Jú, tey heittu á størri kirkjulið, t.d. Fuglafjørð, Leirvík og Gøtu, og bóðu um hjálp. Í dag er Bernhardina deknur, hon kemur úr Fuglafirði. Urguleikarin er Arni, ið kemur úr Gøtu. Klokkari er kirkjuráðsformaðurin.

Skilagott, at tey smærri kirkjuliðini síggja veruleikan í eyguni og spyrja tað kirkjuliga grannalagið, um tað ber til at fáa eina hjálpandi hond. Ein stór tænasta er tað, tá ið tænarar aðrastaðni frá gera tænastu í Elduvíkar kirkju.

Ein fyrimyndarlig skipan, ið onnur kunnu taka upp og nýta. Júst tess vegna velur biskupur at nevna hesi viðurskifti henda hátíðardag. Hetta er eitt slag av nýhugsan ella gomul skipan, ið er kveikt av nýggjum.

Eisini á annan hátt er gudstænastan sermerkt. Tá ið farið verður til altars, letur presturin seg í messuakul, og ikki færri enn tríggir verða vígdir á seksti fimm ára degi kirkjunnar.

Messuakulin sigur okkum um tign og heilagleika og vísir fram til ta heilagu kvøldmáltíðina . Kvøldmáltíðin hevur sum sakramenti ein dupultan týdning. Talan er um eina máltíð, har vit minnast Jesu offurdeyða og sáttargerð og fáa lut í fyrigeving syndanna. Harafturat vísir kvøldmáltíðin fram til himmiríkisins gleði og fagnaðarløtu við búgvi borð í Guðs æviga ríki.

Heildin og ævinleikin koma til sjóndar í altarborðinum, ið er formað sum ein hálvur sirkul. Á tí sjónligu hálvuni liggja vit til borðs, kirkjuliðið á staðnum. Á tí ósjónligu hálvuni liggur alheimskirkjan til borðs saman við okkum og tey, ið undan eru farin inn í ævinleikan. Altarborðið er nútíð og ævinleikans fagnaður.

Messuaklarnir hava ymiskar litir, og hvør litur heldur sína prædiku og ímyndar nakað serstakt, ið nemur okkara trúgv og samfelag teirra heilagu.

Viólblái liturin ímyndar angur og umvending, umhugsni og føstu.

Hvíti ella gylti liturin ímyndar ljós og reinleika, gleði og hátíð.

Grøni liturin ímyndar vøkstur og lívsmegi, búning og vón.

Messuaklarnir eru ein gáva frá Svend Hansen í Funningsfirði. Stutt áðrenn hann andaðist gav hann Elduvíkar kirkju hesa stórfingnu gávuna, ið nú er verksett og verður tikin í nýtslu í dag. Allahalgannadag í fjør mintust við deyða hansara við minningarhaldið á Vinnuháskúlanum og við gudstænastuna í Havnar kirkju.

Vit takka teimum mongu, sum millum ár og dag, hava útint tænastu í Elduvíkar kirkju í styttri og longri tíðarskeið. Ein stór og virðismikil tænasta

Latum okkum øll biðja!
Alvaldi, ævigi Guð, tú, sum gevur allar góðar gávur, og ert ríkur í miskunn. Lít í náði til okkara og miskunnsamur hoyr okkum, nú vit her í tí lága ákalla teg í tí høga. Hell heilaga anda tín í hjørtu teirra, sum bera skulu hesi klæði: Anda vísdóms og vits, anda ráðs og kraftar, anda kunnskapar, kærleikans og ótta Harrans, so at tey í heilagum skrúði av sonnum mega tilbiðja teg í anda og sannleika!

So vígi eg nú embætis míns vegna hesar messuaklar í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans, við bøn um at teir mega verða bornir við tign og sóma, ábyrgd og virðing fyri hini kirkjuligu tænastuni frammi fyri Guðs ásjón, kirkjuni til signingar og heilagu navni hansara til heiðurs! Amen.