Skriva út
Eitt nýtt ár á kirkjugøtuni
05.12.2014 Tíðindi
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
»So var henda gleðin úti.« Soleiðis málbar ein maður seg, tá hann læt seg í húðaskógvarnar, bant tveingirnar, tók fjallstavin og skuldi fara til gongu í grannabygd, har brúdleyp var.
»Forventningens glæde er altid størst,« sigur danskt orðatak. At vera boðin í brúdleyp ella í ein føðingardag, er nakað, vit helst gleða okkum til. Vit fyrireika okkum til tað, ið koma skal. Men tá ið so dagurin er komin, hvat so? Hann er skjótur eftir seg og so til húsar aftur. Og so bíða vit til næstu ferð, onkur bjóðar okkum, ella vit bjóða øðrum. Tað kann vera langt ímillum.
Vit eru í adventini og gleða okkum til tað, ið stendur okkum í boði – jólini, men munurin á teirri hátíðini og brúdleypi ella føðingardegi er tann, at hesin verturin býður okkum til sín sum gest á hvørjum ári. Tað svitast ikki. Advent merkir koma, og vit vita, at ein føst innbjóðing kemur á hvørjum ári.
Í mínum barnaárum sigldi postbáturin millum Tórshavn og Hest regluliga tríggjar dagar um vikuna; í illveðri um veturin við nógvum vindi og brimi kundi vera longri ímillum. Vanliga gav ein sær ikki nógv far um postbátin. Hann flutti farm, post og fólk til og frá. Tað var sum tað átti at vera. Men fram undir jól vóru eyguni serliga vend móti postbátinum og postavgreiðsluni í bygdini, tí nú var okkurt forkunnugt í væntu. Brøv og kort við heilsanum frá vinum og kenningum, onkur kassi við frukt ella onkur pakki við jólagávum.
Men hetta var alt meira óvist ella kundi vera skiftandi frá einum ári til annað. Meira vissar vóru tær ferðirnar, tá menn í bygdini ein dag fyri jól mannaðu bát og fóru fyri Nesið eftir jólagóða (Nesið er Kirkjubønes). Skuldi pápi við, talaðu hann og mamma saman, hvat keypast skuldi. Tó at handil var í bygdini, so var avmarkað, hvat hann sum lítil bygdarhandil kundi borga fyri. Og mítt ynski sum barn varð eisini eftirlíkað í tann mun tað kundi lata seg gera.
Teir vandaðu sær veður og løgdu frá landi í lýsingini. Og spentur bíðaði tú eftir motorklikkinum, tá báturin í skýmingini kundi væntast koma vestur aftur um Nesið úr Havn. Tað vóru onnur í bygdini eisini. Tætt sunnan fyri barndómsheim mítt rennur Gróthúsáin, og vatn dregur ljóð at sær, so javnan sóust fólk á vegnum niðanfyri hjá okkum ella úti á Sýn at vita um tey hoyrdu nakað til bátin.
Eins og eg visti, at eg fekk okkurt tinganestið og onkra gávu at pakka út á jólum, tá pápi kom aftur úr Havn við sínum mongu handlum og fjølbroytta úrvali, gleða vit okkum í adventini, tí vit vita, hvat bíðar okkum. Ikki júst nógvar gávur og nógvur og góður matur, men at tað hesa myrku háveturstíð í einum nýggjum náðiári er birt eitt ljós.
Og ljósið er hann, sum vit minnast í fjóskrubbuni jólanátt. Jesus, kvisturin av Isais runni og angin av Isais rót, var føddur í Betlehem, í Dávids staði, og hann varð, tá ið hann var borin í heim, lagdur í eina krubbu.
Úr góðum bergi brotin
Tey gomlu talaðu nógv um slekt, og tey ættarkønu vistu umframt sína egnu eisini at greiða slektina hjá øðrum mong ættarlið aftur í tíðina. Hann ella hon er úr hesum ella hasum berginum brotin, kundu tey siga.
Tað hevur nógv at týða at vera brotin úr góðum bergi – at vera komin av góðum fólki. Hugsað verður ikki um rík ella fátæk ella háborin fólk, men slík sum góð mura og góðar dygdir eru í. Tað er góður arvalutur at hava gott í at bregða. Hitt góða er drúgt í síni virkan, og tað røkkur langt. Vit hava Guds fyrijáttan um, at tað røkkur út í túsunda lið.
Jesus var av Dávids húsi og ætt, men longri afturi enn so hevði hann røtur sínar. Tí »frá forðum var upphav hans, frá ævinleikans døgum« (Mika 5,1) – aftur til Gud sjálvan. Tí kundi profeturin um kvistin av Isais runni siga: »Andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans« (Jesaja 11, 1-3).
Við rættvísi skal hann døma hini fátæku og skipa rætt við rættlæti fyri hini neyðstøddu. Rættferð skal vera beltið um lendar hans og trúskapur beltið um mjadnar hans.
Gomul gøta, tó altíð nýggj
Adventstíðin er ein undurfull tíð, sum boðar frá, at Harrin kemur. Og at Harrin kemur vil altíð fyrst og fremst siga, at hann kemur til ‘frelsu’. Dyrnar verða latnar upp inn í eitt nýtt náðiár, har Harrin dag eftir dag møtir okkum við hesum ríka boðskapi, ið sigur, at hann elskaði heimin so, at hann gav honum sín einborna son, »til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív« (Jóhs. 3,16).
Á mangan ymiskan hátt verður boðskapurin borin í hesum náðiári, men viðgangurin er altíð hin sami, at »Gud elskar heimin«. Hvussu árið annars vignast, so er eitt givið, at eingin dagur fer afturvið uttan at vit eru undir veingjabreiði hins Altvaldandi – í hansara verndarhondum. Við kærleika sínum verður Gud altíð eitt ljós á gøtuni. Eingin okkara kann siga, at eygu hans fylgdu mær ikki.
Á standmynd Kolumbusar í Genova eru rist hesi orðini: »Eg leiti eftir eini nýggjari verð«. Yvirskrift yvir kristinlívi okkara eiga hesi orðini eisini at vera. Trúfastur og heiðurligur eigur hin kristni at útinna tann gerning, Gud hevur litið honum í hendi, men tó altíð í vissuni um, at her eru dagar hansara avmarkaðir – ein gestur á ferð í nýtt land.
Enn eru vit í adventini. Fyrsti sunnudagur í advent er farin aftur um bak og tann næsti er í nánd. Vit hava júst sett sjøtul á eitt nýtt kirkjuár og fáa høvi at taka við tí ríkidømi, sum hetta árið hevur at bjóða okkum.
Jól, føsta, páskir og hvítusunna skulu boða okkum um Faðirin, Sonin og Andan og verk teirra okkum til frelsu. Tann drúgva tríeindartíðin lærir okkum tað kristna mannalívið í trúgv, vón og kærleika.
Kirkjufólk eru helst samd um, at kristinlívið hevði verið fátækt, uttan at gingið var hesa gomlu, men kortini altíð nýggju gøtuna, sum eitur kirkjugøtan. Sum siður okkara er, ganga vit aftur hesa gøtuna í nýggja kirkjuárinum. Og um týdningin í at varðveita henda sið lesa vit í brotinum »Gamlar gøtur« í Stavnhaldinum eftir Jákup Dahl
»Ein gomul gøta eitur ‘kirkjan’. Sum kirkjan savnar okkum øll í dag frá teimum mongu einstøku heimunum og teimum mongu ymisku viðurskiftunum, soleiðis eigur hon altíð at vera tann felags fundarstaðurin hjá okkum øllum, sum vit møtast á. Kirkjan er halgidómurin. Okkum er tørvur á, at nakað er heilagt og at halda heilagt. Okkum er tørvur á, at nakað er heilagt bæði í lívi og yvir lívi okkara. Annars fer ikki at vita væl við. Annars verður alt bert gerandisligt og fær ongan hátíðardám yvir sær. Eitt lív við berum gerandisdøgum verður stríggið og berligt. Eitt lív við ongum halgidómi, eitt fólk við ongari kirkju, tað er sum at liva undir einum dimmum, skýfullum himli, har sum sólin aldri sleppur út úr.
Mong fara burtur av hesi gøtuni. Kirkjugøtan grør til hjá teimum. Gongd teirra er allar aðrar staðir. Men tey mistaka seg. Felagsskapurin við hitt heilaga verður slitin, og tað er ein stórur missur.
Verðið tit ikki teirra millum! Tey bestu og dúgligastu í fólki okkara niður gjøgnum tíðirnar í øllum verkum og í øllum ferðum, annaðhvørt tað vóru menn ella kvinnur, hava altíð verið slík, sum gingu kirkjugøtuna. Tit vinna nógv við at ganga í kirkju, tit missa nógv við at lata vera, og tað av slíkum, sum lívið ikki tolir at missa, uttan at tað verður fátækt.
Eydna og sæla eru knýtt til tað at ganga hesa gøtuna. Tað hilnast ikki og verður uttan signing, sum ikki er í samfelagi við hitt heilaga. Heim og halgidómur, árnur og altar, hava altíð verið teir føstu og tryggu stuðlarnir undir einum góðum fólkalívi.«
Ein opin hjartahurð
Um Aleksandur Mikla í Makedóniu verður sagt, at tá ið hann kringsetti ein bý og skuldi taka hann, læt hann við býargrindina reisa ein stóran kyndil við boðum til borgarar býarins um, at lótu teir grindina upp áðrenn kyndilin var brunnin og sortnaður, skuldi býurin eirast. Annars var hann glataður, dømdur til undirgangs.
At vera dømdur til undirgangs er álvarsamt. Men enn er advent og enn logar adventskyndilin við sínum boðskapi. Enn einaferð er høvi at lata upp hjartahurð okkara fyri hesum boðskapi og leita kirkjugøtuna í samfelag við hitt heilaga.
Lat hurðar upp, ger borglið breið,
hin dýrdardrottur er á leið!
Hann valdið hevur um øll lond,
og øllum bjarga kann hans hond.
…
Hann boðar okkum gleðiár,
hann endar neyð og turkar tár;
og tí á røddum uttan tal
lovsongur honum ljóða skal.
…
Mín hjartahurð skal opnast tær,
kom, Jesus mín, og gist hjá mær.
Lat tað av náði verða svá,
at eg tín kærleik ognast má.
(G. Weissel 1635 / J. Dahl 1915)
Hvat verður okkum fyri á leiðini annars, vita vit ikki, men vit vita, at Guds umsorgan og leiðsla svíkur ikki. Eitt náðiár frá Harranum merkir, at vit ongantíð eru einsamøll.
Onnur tíðindi