Eitt náðiár
“Hann er ósjónligur, hóast Hann sæst.
Óskiljandi, hóast Hann í síni náði opinberar seg.
Tað er ógjørligt at fata Hann, men hóast tað, so fatar menniskjan Hann við sínum sansum.” (Tertullian umleið ár 230)
Á jólum hoyrdu vit um Orðið, sum lat seg føða. Orð kunnu skapa tað, tey siga. Orð kunnu lyfta teg upp ella toga teg niður. Orð kunnu seta í frælsi og orð kunnu fjøtra.
Vit fegnast, tá lítla barnið sigur síni fyrstu orð og kann seta orð á hvat tað vil og hvat tað ikki vil. Við orðum siga vit tað besta, vit eiga, og við orðum særa vit, so menniskjað søkkur.
Í dag eru vit fylgjarar av hesum ella hasum, fylgja orðum og ráðum hjá ávirkarum, halda okkum til poddar, sum vit eru samd í. Spyrja ikki tann Almáttuga, men heldur Vitlíka. Leita upp sproytir og heilivág, sum kunnu modulera okkara likam, so vit síggja yngri út og gloyma, at onki varar við.
Fólk leita upp vegleiðarar og spyrja : “Hvat er eydna, hvussu kann eg halda fast í lukkukensluni, hvussu skal eg liva ?”
Karen Blixen segði, at Guð skapti heimin sum runda kúlu, so vit ikki kundu síggja runt “húsahornið”. Vit skuldu skilja sannleikan, at vit kunnu ikki gardera okkum móti øllum og at alt hongur ikki á okkum ella er í okkara hondum.
Vit vóru ikki meiri enn komin yvir øsingina um tolling av jólagávum
á flogvøllinum og at Cadbury karamellurnar nú sóu øðrvísi út, tá vit fingu annað at hugsa um.
Tí við fáum ræðandi og hóttandi orðum megnaðu máttmiklir leiðarar at mynda tíðindaflutninginum runt allan heim og loypa ekka á lond og fólk.
Hetta var av sonnum stór andsøgn til Friðarhøvdingin, sum varð lagdur í eina krubbu og sum kom við orðum, sum skuldi leggja girðingar millum menniskju niður.
Tað ónda er ikki bert sjónligt í okkara sjónvørpum, sum vísir okkum grumman veruleika úti í heimi, nei tað ónda er eisini okkara millum. Tað destruktiva, tað speiska orðið, øvundin liggur og lúrir, væntandi megin at samgleðast, at unna øðrum nakað gott. Men sagt verður, at vit skulu insistera uppá tað góða, leita eftir kærleikanum, sum er máttmikil.
Kærleikin bindur menniskju saman, kærleikin fær okkum at liva, og Ein fór í deyðan fyri okkum, so vit kundu liva. So ella so eru vit treytaði av at elska og at onkur elskar okkum. Uttan kærleika missir lívið alt sín týdning og hita. Næstin er altíð treytaður av mær og eg av honum og vit vera fyrst menniskjanslig í samband við eitt annað menniskjað.
Onkur hevur sagt, at tað hevði verið ein katastrofa, um peningakervið datt sundur í heiminum, men uppaftur størri katastrofa vildi tað verðið, um kærleikin hvarv í heiminum.
Tí so varð kalt og oyðið.
“Eg kenni eitt land, sum ikki er á nøkrum korti ella í nakrari tíð. Tað hevur altíð verið har og vil altíð vera har, tað er allastaðni. Einaferð fer tað at rúma alt í øllum.
Landið er tað besta eg veit. Eg havi droymt um tað, longst eftir tí, vóna og trúð á tað.
Sæð tað í brotum. Lívið kemur frá tí landinum og er í tí. Tað deyða verður livandi har og onki livandi doyr. Deyðin og kuldin sleppa ikki ígjøgnum portrið í tí landinum.
Lívsins land er Guðs land og Hansara andadráttur hoyrist aftur í øllum, sum grør. Portrini í landinum standa víðopin og Guð fer sjálvur til lond, sum vit kenna og býir, sum vit búgva í. Hansara Sonur, Jesus Kristus fer inn í tíð menniskjunnar og verður menniskja og ein av okkum fyri at vísa okkum vegin til landið.
Vegurin eitur kærleiki, eitur Kristus. Landið býr í okkara hjørtum og eina ferð skulu vit búgva har.
Liva har kærleikin býr”.
(leysliga umsett úr donskum)