Skriva út

- Eitt listaverk sum tú kanst blíva í ørviti av

28.06.2023 Tíðindi
1 (4)

- Eg hevði ikki hug at gera eitt listaverk við litaðum glasrútum her við Viðareiðis kirkju. Eg ynskti heldur at skapa eitt optiskt verk við linsum, og sum ein kann hyggja eftir frá tveimum síðum, bæði innanífrá og uttanífrá, sigur marglistamaðurin Edward Fuglø.

Viðareiði:  - Hetta er eitt munandi øðrvísi listaverk, enn hvat fólk kanska eru von við. Ja, ein segði beinleiðis við meg, at hann bleiv næstan í ørviti, ella fekk sjóverk, tá hann hugdi út gjøgnum allar hesar ymisku figurarnar í vegginum.

Edward Fuglø hevur enn einaferð latið eitt listaverk úr hondum, nú vestasti veggurin í Viðareiðis kirkju er prýddur soleiðis, at hann mest av øllum minnir um eina altartalvu.

Talan er um eitt serstakt listaverk við heitinum ”Guds lamb”, sum alment var avdúkað næstseinasta sunnudag. Hetta hendi í samband við eina familjugudstænastu í kirkjuni, har væl av fólki í øllum aldrum vóru komin saman.
Henda uppgávan hevur verið ávegis í nøkur ár. Men hinvegin, - hvat ger tað, tá kirkjufólk og ferðafólk nú kunnu skoða hetta sjáldsama listaverkið, har hvørt einstakt op og hvør einstakur figurur sigur sína søgu?

Ein tanki við júst hesum valinum av listaverki tykist vera ein ætlan um at fáa fólk at hugsa um lívið og tann veruleikan, sum vit liva í. Stendur tú nakað burtur frá kirkjuvegginum og hyggur gjøgnum linsuna úteftir, so er alt í roynd og veru koppað á høvdið, bæði gravsteinar, Múlin á Borðoynni, fólk og alt annað, sum er at síggja.


Vestasti veggurin á kirkjuni er sum eitt stórt listaverk at síggja. Hans Hendrik Mikkelsen var hann, ið kom við hugskotinum; Ari Samson var hann, sum setti rútar og linsur í veggin; og Jeggi Lorenzen stóð fyri tí seinasta partinum

Men fert tú nærri, ella tú setir teg niður á bonkin inni í gongini, kann væl henda, at tú fært eina heilt aðra uppliving.
- Eitt endamál við listaverkinum er at fáa fólk at steðga á og hugsa eina løtu, - ja, hugsa um, hvørt tann veruleikin, ið vit liva í og sum vit síggja við okkara eygum, er tann einasti. Kanska hetta kann fáa onkran at hugsa um, hvar vit vóru, áðrenn vit vóru fødd, - og ikki minst hugsa um, hvagar vit fara, tá vit fara um sýn?

- Ja, megna vit yvirhøvur at rúma øllum hesum tankunum um Gud, lívið, ævinleikan og um okkum menniskju? Hetta er alt so undrunarvert, at lætt er hjá onkrum at blíva í ørviti, vísti Edward Fuglø á.


Nógv fólk var í kirkju og lýddi á, meðan Edward Fuglø greiddi frá listaverki sínum

Jesus- Guds lamb
Í frásøgn síni mintist Edward Fuglø aftur á tíðina, tá hann sum barn plagdi at ferðast her í bygdini hjá abbanum, sum hann eisini er uppkallaður eftir.
- Eg komi jú úr Klaksvík, einum fiskivinnubýi. Men tá eg var her á Viðareiði, so upplivdi eg, at bygdin var heilt øðrvísi, og meiri at meta sum ein landbúnaðarbygd.
- Her fóru menn í bjørgini eftir fugli, eins og her var nógvur seyður og nógv neyt. Menn vóru sjálvandi eisini á útróðri, hóast ein ikki hevði nakra beinleiðis havn sum hana, ið vit høvdu í Klaksvík, greiddi Edward frá.

Og hann legði í sama andadrátti aftrat:
- Tað var júst hetta við øllum hesum lombunum sum spældu runt her á eiðinum, ið hugtók meg. Eg mátti snøgt sagt bara taka hetta við, nú eg skuldi listprýða kirkjuveggin.

Listarverkið ber jú heitið ”Guds lamb” ella Agnus Dei á latíni. Tað hevur júst tann týdningin, at Jesus er hirði hjá lombunum, og at vit menniskju í roynd og veru eru lombini.
- Men í øllum hesum liggur tað stóra, at Jesus sjálvur verður til eitt lamb – ja, Guds lamb, sum tekur allar heimsins syndir á seg.
- Jesus var eisini hetta tigandi lambið, tá Hann var krossfestur fyri okkum. Har var heldur einki róp ella skríggj at hoyra, tá Hann gekk tigandi inn í deyðan, legði Edward dent á.


Listaverkið verður enn vakrari, tá sólin fer til viða (Mynd: Ari Samson)

Níggju sløg og nýggju symbol
Í listarligum høpi er myndevnið við Guds lambi ofta at síggja, tá talan er um at myndprýða kirkjur, eins og tað nú sæst her á Viðareiði.
Tá slík kirkjulist verður evnað til, sær tú ofta eitt lamb, sum hevur eina stong við annað frambeinið, sum tí er boygt eitt sindur og tí lyft eitt petti upp frá jørðini.

Hyggur tú nærri eftir einum slíkum listarverki, so sæst eisini ein langur vimpil á stongini, har krossmerkið sæst týðiliga. Umframt hetta hevur lambið eina gloriu um høvdið.
Men her við kirkjuna hevur Edward Fuglø tó gjørt eina lítla broyting, um ein kann siga tað so. Her eru sjálvandi allir hesir tríggir partarnir við, men eru avmyndaðir hvør sær: Lambið fyri seg; krossurin fyri seg; og glori'an (í hesum føri ein hálv gloria) fyri seg.


- At tað júst eru níggju slíkir rútar, hevur eisini ein symbolskan týdning, tí hetta vísir til tey níggju biðisløgini, sigur Edvard Fuglø

- Eitt sum sermerkir kirkjulist yvirhøvur eru tey nógvu symbolini í verkunum. Um tit hyggja væl eftir hesum listaverkinum, so síggja tit, at her eru íalt nýggju rútar ella níggju figurar.
- At tað júst eru níggju slíkir rútar, hevur eisini ein symbolskan týdning, tí hetta vísir aftur til tey níggju biðisløgini, sum tit hoyrdu í áðni, tá gudstænastan endaði – trý sløg fyri Faðirin, trý sløg fyri Sonin og trý sløg fyri Heilaga Andan, greiddi hann frá.

Eitt fýrakantað portur
Edward gav sær góðar stundir at siga frá hvørjum einstøkum av teimum níggju figurunum á kirkjuvegginum.

Sum tað sæst, so ber til at skoða listaverkið bæði innanífrá og uttanífrá. Serliga vakurt er tað, tá sólsetur er á Viðareiði, sum tann eina myndin so greidliga vísir.
Ovast á vegginum er Heilagi Andin avmyndaður sum eina dúgva. Og niðanfyri hana er so Betlehems-stjørnan, sum vísir á Sonin, ið var borin í heim í einum fjósi.

Men so kom eitt fjórða op – ein fýrakantur. Hetta høvdu fleiri fólk lagt merki til, og gleddu seg nú til at fáa svarið uppá spurningin, um hvønn týdning hetta symbolið mundi hava. Svarið tey fingu frá Edwardi var sera einfalt:
- So síggja tit handa lítla fýrakantin beint undir Betlehems-stjørnuni. Hetta lítla opið er í roynd og veru ... eitt portur, sló hann fast.


Listaverkið kann njótast frá báðum síðum

Onkur tyktist vera eitt sindur hugsanarsamur og kanska ivandi um hetta svarið, tí tey høvdu neyvan væntað, at hesin fýrakanturin skuldi vera eitt portur.
Nú so, - eitt portur! Ja, hví ikki? Hetta mugu vit so hugsa meiri um.

Føroyskt bindigarmynstur 
Edward var tó ikki heilt liðugur við frásøgnina um listaverk sítt.
Hann vísti nú á tveir aðrir fýrakantar, sum eisini eru á vegginum: Tann eini er við krossinum hjá Andriasi, einum av lærusveinum Jesusar, og sum var tikin av døgum á einum X-formaðum krossi.

Hin fýrakanturin avmyndar eina blómu, sum er eitt vælkent føroyskt bindingarmynstur, og sum hevur ein natúrligan kross mitt í.
Tann níggjundi og seinasti figururin er – ja, eitt kúgva-eyga. Í hesum førum er helst rættari at siga eitt lambs-eyga, sum í hesum førinum vísir til ævinleikan.


Tey eru nøgd, nú listaverkið er avdúkað: Vinstrumegin sóknarpresturin Jóannes Purkhús, listamaðurin Edward Fuglø, forkvinnan í kirkjuráðnum á Viðareiði Elsebeth Viðoy Simonsen og Hans Hendrik Mikkelsen, sum kom við hugskotinum

- Tá tú sært okkurt sum er runt, so merkir tað tað sama, sum at tað endar ongantíð. Tí er hetta eygað í veruleikanum eitt symbol upp á ævinleikan.

- Tí kann ein siga, at hesin kirkjuveggurin er ikki bara ein veggur, men er meiri at líkna við eina altartalvu, sum kann skoðast frá tveimum síðum, segði Edward Fuglø at enda.

Viðingar vóru sera fegnir um hetta nýggja listaverkið. Óhugsandi er ikki, at fólk kring oyggjarnar fara at leggja leiðina til norðastu kirkju okkara at uppliva tað sama.

Orð&myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)