Skriva út
Eitt kirkjuligt merkisár
04.01.2013 Tíðindi
Hetta árið, vit júst eru stigin inn í – 2013 – er eitt merkisár hjá kirkju okkara. Kirkjurnar í Nólsoy og Húsavík eru 150 ár, Christianskirkjan 50 ár og 70 ár eru liðin síðan gamla kirkjan á Kirkjukletti í Vági varð endurvígd á nýggjari grund í Hovi
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Hjá fólkakirkju okkara er árið 2013, sum vit júst hava sett sjøtul á, eitt satt merkisár.
Í ár eru liðin 150 ár síðan kirkjurnar í Nólsoy og Húsavík vórðu vígdar; tann fyrra í august 1863, tann seinna í september sama ár.
Í ár eru eisini liðin fimmti ár síðan Christianskirkjan í Klaksvík varð vígd. Tað hendi í juli 1963, og varð hetta samstundis fyrsta kirkjuliga handling hjá nýsetta varabiskupinum, Jákupi Joensen, ið ættaður var úr Klaksvík.
Tá nýggj kirkja varð bygd í Tippinum í Vági, fingu fólk í Hovi lyfti um, at gamla kirkjan á Kirkjukletti í Vági skuldi verða flutt til Hovs. Nýggja kirkjan í Vági varð vígd í februar 1939, stutt eftir varð farið undir at taka gomlu kirkjuna niður og í februar 1943 varð hon endurvígd á nýggjari grund í Hovi.
Upprunaliga hava Føroyar verið býttar í sjey prestagjald: Norðoya, Eysturoyar, Norðurstreymoyar, Vága, Suðurstreymoyar, Sandoyar og Suðuroyar. Men í 1913 varð Suðuroyggin býtt sundur í tvey prestagjøld – norðara og syðra – so at samlaða talið nú gjørdist átta.
So statt eru í ár liðin hundrað ár síðan Axel Fr. Moe gjørdist fyrsti sóknarprestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi við bústaði í Vági. Hann hevði frammanundan verið hjálparprestur í Suðuroyar prestagjaldi og annars virkað sum trúboðanarprestur í Føroyum hjá heimamissiónini.
Í ár eru liðin 50 ár síðan Føroyar fingu varabiskup. Í hetta embætið varð settur Jákup Joensen, ið frammanundan hevði verið Føroya próstur (síðan 1946). Gamla próstadømið (síðan 1557) fór í søguna.
Føroyar vóru framvegis undir Keypmannahavnar biskupsdømi. Einasta virkisøkingin hjá varabiskupinum í mun til próstin frammanundan, var at hann hevði ordinatiónsrætt (t.e. rætt at víga prestar).
Vit kunnu tó rokna varabiskupsembætið sum eitt undanstig til Føroyar sum sjálvstøðugt biskupsdømi í 1990 og at heimastýrið yvirtók fólkakirkjuna í 2007.
Onnur tíðindi