Skriva út
Eitt kirkjuhús til framtíðina.
11.11.2013 Tíðindi
TRÚARLÍV: Nú er komið so langt við kirkjuhúsinum á Strondum, at tað er reist.
Hesin bygningur er staðsettur beint við Sjóvar kirkju, og fer í framtíðini at kunna hýsa nógvum virksemi í og rundan um kirkjuna hjá strandingum.
Í eini grein á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni fyri nøkrum árum síðani, rør sóknarpresturin, Símun Persson Jacobsen undir tað sama.
Fyri hann er eingin ivi um, at kirkjan og missiónshúsið á staðnum samstarva, og júst tað er tað góð traditión fyri í Sjóvar prestagjaldi.
HUGSA LOKALT
Símun Persson Jacobsen nevnir her ætlanina um at byggja hetta kirkjuhúsið.
Hetta skal millum annað geva møguleika fyri at hava sunnudagsskúla í kirkjutíð, so at barnafamiljur fáa betri høvi at koma í kirkju.
- Eitt slíkt átak sum hetta kann verða øllum at gagni, og sunnudagurin gerst enn betri. Hetta verður gjørt í samráði við missiónshúsið, sum eru við uppá hugskotið, sigur Símun.
Og í samrøðuni leggur hann eisini fram eitt av sínum hjartamálum: At fáa kirkjuna at hugsa lokalt og at troyta teir møguleikar, sum eru á staðnum.
– Karmarnir um kirkjuna skulu helst vera soleiðis, at vit rúma øllum menniskjum. Her skulu vit kenna okkum sum heima, og eigur trivnaðurin og gleðin tí eisini at vera í hásæti.
- Mítt ynski fyri Fólkakirkjuna og Heimamissiónina er tað sama: at vit mugu varða um tað góða sum er, og samstundis tora at hava hugskot og visjónir, sum skapa eina fólksliga kirkju, sigur Símun.
Nevnast kann, at strandingar eisini eru í ferð við at byggja nýtt missiónshús á Strondum. Tað kemur fyri tað gamla, sum vist hevur tænt fyri seg.
Snorri Brend
Onnur tíðindi