Skriva út

- Eitt gott høvi at biðja fyri tí einstaka konfirmantinum

23.03.2018 Tíðindi
- Eitt gott høvi at biðja fyri tí einstaka konfirmantinum

NES PRESTAGJALD: Í kirkjuárinum eru ein hópur av serstøkum hátíðardøgum, har fólk í stórum tali leita sær í føroysku kirkjurnar.

Serliga kring jólahøgtíðina kann ein staðfesta, at fólk soleiðis vilja koma saman við øðrum til gudstænastu, tá boðskapurin um Frelsaran, sum var borin í heim, verður havdur frammi í bíbliulestri, prædiku og ikki minst í sálmavali.

So eru tað aðrir dagar, tá nógvar kirkjur somuleiðis eru nærum fullsettar av fólki, bæði ungum og tilkomnum – tann dagurin, tá konfirmasjón er á skránni.

Ein slíkur dagur er pálmasunnudagur, sum í ár er nú sunnudagin 25. mars, tá nógvar kirkjur hava valt at lata konfirmantarnar játta sína dópstrúgv.

Hyggur tú eftir yvirlitinum yvir gudstænastur henda dagin sæst, at konfirmasjón verður í omanfyri 10 kirkjum spjaddar yvir allar oyggjarnar.

Umframt tað vanliga innihaldið, ið hoyrir eini slíkari gudstænastu til, er sóknarpresturin við Fríðrikskirkjuna, Ovi Brim komin við eini áheitan á kirkjufólkið:

- Nýt høvið at biðja fyri tí einstaka konfirmantinum!, er stutti boðskapur hansara.

LATIÐ SÁLMASANGIN RUNGA
Hesa seinastu tíðina hava ungfólk kring oyggjarnar gingið til prest, sum tað onkutíð verður nevnt.
Her hava tey verið ígjøgnum ein part av tí, sum tann kristna trúgvin er grundað á, og hava hoyrt um, hvussu ein kirkja virkar í dagsins samfelagi.

Og nú sunnudagin fáa so konfirmantar í 12 ymiskum kirkjum høvið at játta sína dópstrúgv.
Tað er í hesum sambandi, at Ovi Brim hevur sæð ein møguleika at draga kirkjufólkið við í sjálva konfirmasjónina av teimum ungu í hansara prestagjaldi.

- Eg havi í fyrsta umfari heitt á kirkjufólkið um at møta fjølment í kirkju henda dagin, soleiðis at sálmasangurin kann runga í Fríðrikskirkjuni, greiðir prestur frá. Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni fer somuleiðis at seta dám á gudstænastuna.

Men hann ynskir haraftrat at vísa fólki á møguleikan at taka eina andaliga ábyrgd av tí einstaka konfirmantinum.

Í BØN FYRI EINUM MEDMENNISKJA
Hetta stigið hjá sóknarprestinum í Nes prestagjaldi kom í roynd og veru eftir einum práti um innihaldið og týdningin av konfirmasjónini millum seg og Torleif Johannesen, ið dagliga virkar sum sjómanstrúboðari kring oyggjarnar.

- Vit báðir hildu, at tað er ein sera stór løtu, tá ið ung fólk soleiðis fáa høvið at játta sína trúgv og ynski um at verða verandi í dópssáttmála sínum, greiðir hann frá.

Hetta var tíðliga í starvstíð hansara sum prestur, har hann segði seg ikki vóna at fólk fóru at setast aftur at fara í kirkju, orsakað av at tað var konfirmasjón.

Tað var í hesum práti, at Torleif nevndi henda møguleikan sum tann einstaki kirkjugangarin kann luttaka í:

- Torleif segði stutt, at ein konfirmasjón er besta høvi hjá einum kirkjuliði at biðja fyri konfirmantunum.

- Hetta helt eg sjálvur vera eitt frálíkt hugskot, tí einki er meira bíbilskt enn at vera í bøn fyri medmenniskjum okkara, vísir Ovi Brim á.

Hann hevur tí eggjað kirkjuliðinum at møta til hesa hátíðarligu gudstænastuna, soleiðis at tey kunnu biðja fyri hvørjum einstøkum konfirmanti (sí myndina), tá navnið á viðkomandi verður rópt upp í kirkjuni.

- Eg haldi sjálvur, at hetta hugskotið er gott. Og eg vóni eisini, at ein kann gera tað sama í øðrum kirkjum, sigur Ovi Brim.

Orð: Snorri Brend
Mynd: Nes kirkja