Skriva út

Eitt evangeliskt hávamál

28.09.2017 Tíðindi
Eitt evangeliskt hávamál (1)

Við Hallgrími Péturssyni – størsta sálmaskaldi Íslands – í Hoyvíkar Kirkju. Hann verður stundum skírdur hin íslendski Kingo. Eisini verður sálmaskaldskapur hansara nevndur eitt evangeliskt hávamál

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Hoyvíkar Kirkja er nú farin undir aftur aftur miðvikutiltøk síni – eitt mikukvøld um mánaðin í vetrarhálvuni við fyrilestri ella sang- og tónleikaløtum. Mikukvøldið 27. september. Hevði Petur J. Sigvardsen, dr. hc., fyrilestur um íslendska sálmaskaldið Hallgrím Pétursson.
Tað er ikki eydnast at finna fram til sjálvan føðingardagin, men greitt er, at árið er 1614, at mæti íslendski sálmayrkjarin, presturin Hallgrímur Pétursson var borin í heim. Samtíðarmaður hjá tveimum øðrum kendum sálmayrkjarum, týska Paul Gerhardt og danska Thomas Kingo.
Hallgrímur Pétursson var føddur í Gröf á Norðulandi Íslands, men vaks upp á gamla biskupssetrinum Hólum á norðurlandi Íslands, har faðirin, ið var systkinabarn hólabiskups Guðbrand Þórláksson, var klokkari í dómkirkjuni. Á Hólum var eins og í øðrum biskupssetrum skúli, og ætlanin var, at Hallgrímur skuldi læra til prest. Men brádliga rýmir hann av Hólum og av landinum við einum týskum handilsskipi. Hann kemur við hesum skipi til Hamborgar og úr Týsklandi til Danmarkar.
Ein ungur íslendskur prestur, sum staddur er í Keypmannahavn, frættir, at Hallgrímur av Hólum er komin hagar og arbeiðir í eini jarnsmiðju. Hesin samlandi hjálpir Hallgrími at koma á latínskúla og har taka prógv; síðan skuldi hann á lærda háskúlan at lesa gudfrøði og búgvast til presttænastu.
Hallgrímur er reiðiliga ungur, tá hann kemur til Danmarkar. Meðan hann er staddur í Keypmannahavn fer ein ræðulig hending fram í Íslandi á sumri 1627, sum síðan hevur verið tiltikin. Skip úr Algier fara sjórænaraferð norður til Bretlandsoyggjar. Nøkur teirra stevndu móti Íslandi, men ódnarveður brast á, so skipini mistu hvørt annað burtur. Eitt skipið sigst vera komið til Føroya.
Í Íslandi verður henda hending nevnd Turkaránið. Fólkið í Norðurafrika og í londum í Miðeystri varð við einum felagsheiti nevnt turkar; og tey vóru eisini undir valdi turkiska Osmannaríkisins. Í Íslandi rændu turkar fólk og fæ, bæði á Vestur- og Eysturlandi, men frekast fóru teir fram í Vestmannaoyggjum, har teir fingu fatur á meginpartinum av fólkinum á einastu bygdu oynni, Heimaey. Fólkið varð rikið inn í handilshúsini á Heimaey og 242 vald burturúr og førd út á sjórænaraskipini, sum síðan fóru við teimum til Algier, har tey vórðu seld sum trælir.
Áðrenn sjórænararnir fóru úr Vestmannaoyggjum, settu teir eld á kirkjuna og handilshúsini, har nøkur gomul fólk vóru inni. Bein teirra sóust aftur í øskuni.
Tveir prestar vóru í Vestmannaeoyggjum; annar teirra, sum við konu og børnum hevði fjalt seg í einum helli, varð funnin og dripin fyri eygunum á øllum hinum fangunum. Hin varð millum fangarnar førdur til Algier. Hann slapp tó skjótt leysur og kom til Keypmannahavnar og haðani til Íslands.

Ein framúrskarandi sálmayrkjari

Í Íslandi eins og í Danmark og Noregi varð savnaður saman peningur, ið varð sendur ríkisstjórnini, sum við Kristiani kongi IV á odda fekk keypt leys 34 av teimum rændu.
Tey komu til Keypmannahavnar í 1636, men so seint á árinum, at ikki fekst far til Íslands við teimum fyrr enn út móti sumri árið eftir. Og undir hesum dvøli varð í Keypmannahavn leitað eftir íslendingi at leiðbeina hesi fólk aftur í kristna siðalæru, tí við hørðum høvdu turkar noytt tey at avnokta kristna trúgv; og hesir íslendingar høvdu verið burtur í níggju ár. Heitt varð á Hallgrím Pétursson um at átaka sær hesa uppgávu.
Komandi ár fara tey heim til Íslands, og Hallgrímur er við á ferðini. Hann fór ikki aftur til Danmarkar, men varð verandi í Íslandi, har hann tekur við prestkalli á Hvalnesi nærhendis Reykjavík. Hann giftist einari av leyskeyptu kvinnunum – ein einkja úr Vestmannaoyggjum, ið nevndist Guðriður, og sum var sekstan ár eldri enn hann. Hon var við barn áðrenn tey giftust, og tað hevði verið ein ólukka, um maður hennara var á lívi, tí so hevði dómur um horlevnað verið henni og Hallgrími vísur.
Brynjólfur Sveinsson – sami maður, sum hjálpti Hallgrími í Keypmannahavn fyrst á latínskúla (Frúarskúla), síðan á lærda háskúlan – var á óvanliga ungum árum vorðin biskupur í Skálholti. Og hann fekk nú í lag, at Hallgrímur fekk kall í Saurbæ við Hvalfjarðarstrond, har hann verður sitandi til sjúka noyddi hann at fara úr embætinum.
Áðrenn Hallgrímur fór av landinum, hevði hann – ungur sum hann var – sýnt óførar yrkjaragávur, og tær mennast í útisetatíðini í Keypmannahavnar andligu miðstøðu: Frúarskúla, Frúarkirkju og Lærda Háskúlanum. Yrkingar frá hesari tíð eru eftir hann, men tann stóri skaldskapurin verður til í Saurbæ, og eru tað Passiusálmarnir (úr latíni: ‘passio’ = líðing). Teir eru um fimmti í tali og yrktir um líðing og deyða Jesu. Flestu teirra eru drúgvir, út móti 20 ørindum, hvørt teirra ofta long.
Hesir sálmar skara framúr, og einki er at taka seg aftur í, at teir eru at rokna sum rímaðar prædikur ‒ føstuprædikur. Tó tær eru drúgvar í yrkingalíki, so eru tær einfaldar og fólk skiltu tær og tóku tær til sín.
Í Sálmabók Føroya Kirkju er sálmurin »Drottur mín, Krist«, sum Hallgrímur Pétursson yrkti í 1656, og sum Gudm. Bruun hevur týtt til føroyskt.

Hin gamli grundtónin

Íslendska tjóðin hevur frá gamlari tíð átt ein sjáldsama ríkan skaldskap, ið hevur havt alstóran týdning fyri siðmenning fólksins. Úr Eddukvæðum kann nevnast Hávamál, t.e. tala hins hægsta, úr miðøld Geisli, Harmsól, Sólarljóð og Lilja, og ikki at gloyma Davíðsdiktir eftir Jón Arason.
Danski sálma- og søgugranskarin Arne Møller sigur um Hallgrím Pátursson: »Hann er saglig som sagaen, dybsindig som Eddaen, erfaren som Hávamál og inderlig som folkevisen.«
Sum nevnt komu Passiusálmarnir at hava ómetaliga stóran týdning fyri íslendingar. Í seytjandu og átjandu øld vóru ofta trong ár í Íslandi. Sjórænarar herjaðu, jarðskjálvti, eldgos og øskurok, hungursár og sóttir. Men Hallgrímur hevði møtt sorg, mótburði og líðing í lívi sínum og kom tessvegna við Passiusálmunum at troysta og stimbra fólk sítt við at vísa á krossgongd Jesu gjøgnum pínslu og deyða. Alt fyri fólksins syndir. Ikki gloymdi hann at tala til einstaklingin.
Hallgrímur Pétursson verður stundum nevndur »Hin íslendski Kingo«. Sagt verður eisini, at Passiusálmarnir eru eitt evangeliskt Hávamál, tí hin gamli grundtónin kennist aftur, men hann verður tikin og borin uppi av teirri evangelisku røddini, sum verður ráðandi. Ikki eru teir íslendingar fáir, ið hava dugað Passiusálmarnar uttanat, og eingin, sum ikki dugdi fleiri ella færri ørindi. Tað er gjøgnum móðurmálið, at gudsorðið talar til hin einstaka:

Gævið at móðurmálið mítt,
mín Jesus, eg teg biði,
frá allari villu klárt og hvítt,
útbreiði krossins orðið títt
‒ um landið her
tær til heiðurs ver …

Endurrómurin frá hesum ørindi Hallgríms hoyrist aftur hjá Grundtvig, tá hann yrkir:

Modersmålet dybt sig bøjer,
let og lifligt det sig føjer
efter Herrens tankegang …

Hallgrímur Pétursson hevur yrkt nógvar aðrar sálmar; morgun- og kvøldsálmar, ferðasálmar umframt sangir við evni úr bíbliusøguni, mest úr Gamla Testamenti.

Heiðurssess skaldanna

Hallgrímur og Guðriður áttu fleiri børn. Hitt elsta, dóttirin Steinunn, var yndisbarn teirra. Hon doyði trý ára gomul og Hallgrímur yrkti tá »Nú ertú leidd mín ljúfa«. Ein jarðarferðarsálmur, roknaður millum teir fremstu í norðurlendskum sálmaskaldskapi. Ein annar kendur jarðarferðarsálmur er »Allt eins og blomstrið eina«.
Høvundar og skald eru samd um, at heiðurssess skaldanna eigur Hallgrímur Pétursson. Passiusálmar hansara vórðu fyrstu ferð prentaðir í 1666 og eru síðan prentaðir í meira enn fýrs útgávum.
Onkur skreytútgáva er komin við myndum úr Jesu líðingarsøgu eftir Albrecht Dürer. Hesir sálmar eru týddir til mong mál. Umframt onnur norðurlendsk mál eisini til týskt, enskt, latín og eysturlendsk mál – í Fjareystri kinverskt.
Seinastu árini vóru Hallgrími vond, illa nívdur av líktrá. Í 1669 fluttu hann og Guðriður úr prestgarðinum í Saurbæ í eini minni hús har á staðnum. Hann er seingjarliggjandi. Hoyrn og sjón vikna og hann gerst blindur. Men sína sterku trúgv á Gud og hansara náði fyri Jesu Kristi skuld átti hann til síðsta andadrátt.
Á sóttarsongini yrkir Hallgrímur fleiri sálmar, sum ein av heimabúgvandi synunum festi á blað fyri hann. Hann andaðist í Saurbæ seksti ára gamal 27. oktober 1674 og er grivin frammi við kirkjudyr har í bygdini.
Í Hoyvíkar Kirkju vóru trý ørindi sungin í føroyskari týðing úr sálminum »Allt eins og blómstrið eina«, sum Hallgrímur Pétursson yrkti í 1671. Sálmurin er trettan ørindi, men Petur J. Sigvardsen hevur týtt trý teirra. »Rætt sum blóman eina« varð sungin við lagnum til sálmin »Lít allar tínar leiðir«. P. J. Sigvardsen týddi á heysti 2016:

Rætt so sum blóman eina
spratt upp úr góðu jørð
so von við fræi reina
í degninginum grør;
sum grasið fyri líggja
avskorið verður fljótt,
og følnað bløð vit síggja,
so endar lív várt skjótt.

Eg veit, mín skattur livir,
mín bjarging himni á!
Hann valdar øllum yvir,
bert Jesus eitur svá,
hann, deyðans kappi sanni,
for meg leið krossins deyð,
og mær so ørmum manni
eitt lív um ævir beyð.

Eitt lív í Jesus navni
so endar lívsins skeið,
eg foldarlívið havni,
og deyðan óttist ei.
Hann Kristus hevur vigið,
hans máttur brotin var,
í Kristi kraft eg sigi:
Kom, sæli, eftir mær.