Skriva út

Eitt er neyðugt

21.09.2020 Tíðindi
Armgarð.jpg

Ikki altíð lætt at vera kvinna ella maður, ikki altíð er lætt at vera menniskja, sigur onkur heimspekingur.

Men, ok, fyrr var ein genta ein genta, til hon varð kvinna. Fekk kanska eina útbúgving, men aðalmálið var at finna mannin, fáa børn og verða dugandi húsmóður. Ein slík, sum er sum ein høgguslokkur, sum veit, hvar alt er og liggur, teggjur verða til frikadellur og knettir, sum hon minnist til at taka upp til næsta dagin. Jú, ein mamma fyrr var sum eitt serviceorgan, sum var topeffektivt, og hon var besta útgávan av sær sjálvari, hvat annað skuldi hon vera? Fylgdi kanska við í roman í Familie Journal, vatnonduleraði hárið av og á, fór í penan sunnudagskjóla til sunnudagsdøgverðan við sós og dessert omaná. Spurdi kanska mannin, hvar hon skuldi seta krossin, og var ivaleyst nøgd við umstøðurnar ella…?

Onkrar fáar mammur arbeiddu uttanfyri heimið, men hóast tað, so var hon bæði støðini. Minnist eina mammu í mínum rabarbukvarteri, sum meðan vit spældu í teirra køki, hevði sett steik í ovnin. Hon fór oman í kirkjuna at vaska og bað okkum hava eyguni eftir steikini. Tá ein tíð var fráliðin, hildu vit, at har ljóðaði so løgið í ovninum. Ongin telefon var, so vit runna oman í kirkjuna, og hon so stunandi niðan við okkum 10 ára gomlu gentum at hyggja inn í ovnin og sannføra okkum um, at har var alt í lagi, og so fór hon rennandi oman aftur í kirkjuna at vaska.

Mangt vatn er runnið í ánna síðani tá. Alt er broytt sera skjótt. Fyrr kundu vaksin siga við okkum: ”hygg uppá meg, meðan eg tosi við teg!” Í dag hyggja vit øll niður í ein skíggja og gáa ikki altíð alt og øll rundanum okkum. Vit eru ikki føddar inn í avgjørdar leiklutir frá dag eitt av, men hava ørgrynnu av møguleikum at nema okkum útbúgving og skapa okkara gernadisdag og framtíð. Men, sum Kierkegaard segði, so ørkymlar tað menniskjað at hava val, og tað gevur ótta. Vit hava fingið frælsi og javnrættindi, men hvussu fóta vit okkum?

Hvussu hava vit tað? Vóru okkara mammur Marta, og eru vit í dag sum Maria?
Marta sum helt, at mann mátti borðreiða og geva fólki at eta, sum komu á gátt. Tað var vanligur fólkasiður, og at sita svangur og lurta eftir Jesusi var ikki í lagi. Big mama, sum hevur umsorgan, men sum hevist at Mariu, sum setur seg har, sum menn sita bara fyri at lurta. Hevði Marta verið her í dag, var hon tann, sum hevði alt í ordan og skil á, Bjørn Wiinblad í vindeyganum og rættar málningar á vegginum, men hevði hon kent seg sjálva? Og Maria hevði kanska verið ein, sum juicar, etur brokkoli og gongur til yoga og vendur og snarar øllum?

Marta átekur sær offurleiklutin. Hon suffar og jesar um, at ongin hjálpir henni. Hon kundi biðið Jesus um hjálp, so hon eisini slapp at lurta. Kanska mennirnir so endaðu úti í køkinum ella tann totala nærveran slapp at vera galdandi fyri øll, so dagsins menu var ”take away?”

Eitt eru sólkjarnubollarnir, sum ganga, ella plastikkið, sum eg sorteri ella klæðini, sum eg ikki keypi, men láni út og láni frá, eg eri sunn og røsk, gangi og renni, og havi rætt BMI. Alt syntetiskt er kanska horvið úr mínum gerandisdegi, men hvat við sálini? Er okkara sál rivin og skrødd og als ikki ansað eftir, umsorgannarsvikin so at siga? Og vit spyrja, leita og halda, at meira er millum himmal og jørð, men kanska er tað Guð, sum vit hava ruddað burtur í seinasta Feng Shui átakinum?
 
Lærd fólk siga og skriva nógvar bøkur um, hussu vit skulu rópa út í alheimin, hvat vit ynskja okkum, og vit skulu fáa tað, meðan onnur siga, at vit skulu vera heppin, um vit ikki fáa tað, sum vit biðja um. Onkur sigur, at vit skulu læra okkara mørk at kenna og siga nei, meðan onnur siga, at vit skulu vera positiv og fevnandi?

Kanska eru hvørki Marta ella Maria autentiskar í dag, tí alt er so sett upp og tillært. Vit fylgja við nýggjastu rákunum, so vit ikki líkjast burturúr, keypa nýggjastu stakarnar ella el-bilin, sum nú er modernaður, dyppa og lurta eftir Brinkmann og øðrum klókum menniskjum, sum duga at siga okkum, hvussu vit skulu liva lívið rætt.

Men rákini skifta, og vit flyta okkum eftir teimum. Fara vit ikki at enda at kenna okkum sum tongul í brimi?

Eg veit ikki… Eg elski eisini stakar og góðar ostar, men neyðhaldi mær í vissuni, at áðrenn eg var tilvitað um nakað, so var eg longu elskað, og tað er nóg mikið. Lat meg so bara, sum árstíðirnar, skifta, og eftir umstøðunum vera Marta ella Maria, hvørt um aðra. Tað er góða lívið…