Skriva út
Eisini merkisár hjá Havnar Kirkju
14.01.2013 Tíðindi
Í ár eru liðin 225 ár síðan Havnar Kirkja – dómkirkjan – varð vígd. Kirkjan varð munandi umbygd í 1860-árunum, tá hon fekk ta útsjónd, hon í dag hevur
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Herfyri nevndu vit merkisdagar hjá kirkjum okkara í Føroyum; m.a. í Nólsoy og Húsavík, har kirkjurnar í ár hava 150 ára vígsludag. Ein kirkja varð gloymd, Havnar Kirkja – dómkirkjan – sum í ár er 225 ár.
Fyrsta kirkjan varð bygd í 1609 Úti á Reyni, tann næsta í 1788 við Bryggjubakka, tað er sama kirkjan, sum enn stendur.
Árið 1780 verður Rasmus Jørgen Winther prestur í Havn. Í 1782 varð nýggjur kirkjugarður gjørdur úti á Svínaryggi og verður vígdur Krists himmalsferðardag sama ár. Nakað um somu tíð kallaði Winther, prestur, nógvar góðar menn í Havn saman og fekk teir til at lata pening at byggja nýggja kirkju fyri.
Nýggj kirkja varð gjørd tá, men tá varð hon flutt uttan av Reyni á tann staðin, har hon síðan hevur staðið, á Bryggjubakka. Ikki var Havnarbýur tá størri enn so, at kirkjan tá varð bygd »nordenfor Byen«.
1788-kirkjan varð heilt umbygd í 1865. Byrjað hevur verið tíðliga á sumri, og longu í desember var arbeiðið frá hondini. Fyristøðumaður var íslendingurin, Guðmundur Sigurðsson, búsitandi í Havn.
Tað, sum gjørt varð, er m.a. hetta: »Den er udvidet med en Tilbygning mod Øst 3½ Alen lang og 12 alen bred. Den er blevet forsynet med nye Vinduer, hvælvt, malet ud- og indvendig. Taarnet er forhøjet og bestaar af to Etager, den nederste for Kirkeklokkerne, den øverste for Kirkeuhret.«
Hesa frásøgnina gevur Andreas Djurhuus, próstur, ið vígdi kirkjuna aftur triðja sunnudag í advent, 17. desember 1865.
Onnur tíðindi