Skriva út
Einleikin sum tema í Kvívíkar kirkju
12.03.2014 Tíðindi
Sunnudagin varð útvarpað guðstænasta úr Kvívíkar kirkju.
Hesa vikuna hevði skaldskapurin hjá írsku U2 verið havdur á lofti í kirkjuni, og í hesum sambandi var einleikin brúktur sum tema undir guðstænastu. Bæði í sálmavali, dagsins prædikuteksti og tónleikaframførslu.
Prædikuteksturin var um lærusveinarnarnar, sum til ta seinastu kvøldmáltína fara at keglast um, hvør teirra verður størstur í himmiríki (Luk. 22, 24-32).
Freistingin, ið eisini er tema hendan sunnudagin, gerst ov stór. Øðin eftir verðini freistar, og einleikin verður sostatt hóttur.
Bæði kirkjunnar einleiki og einleikin manna millum.
Eftir prædiku varð sangurin “One” (“Ein” ella “Eitt”) eftir U2 framførdur, og í hesum sambandi varð m.a. nevnt, at kærleikshugtakið hjá U2 er ein áminning á, at kærleikin ikki er eginkærleiki, men nakað, ið vit skulu geva øðrum, um einleikin skal vera intaktur.
Í sanginum One verður m.a. mint á, at vit eru eitt, men vit eru ikki tey somu, og tí skulu vit stuðla hvørjum øðrum og hjálpast. Kærleikin er at fremja kærleikan!
“One love, we get to share it,
Leaves you Baby if you don’t care for it”
“- Ein kærleiki, ið vit skulu býta, men fer frá tær, um tú ikki røkir hann”.
Eisini varð nevnt í prædikuni:
“- Víðari spyr skaldið, um vit bara koma til hvønn annan, tá vit hava brúk fyri fyrigeving og spæla Jesus, við øllum teimum spitølsku í okkara høvdi. Hvør skal siga: – tað er lætt at royna at rættvísgera seg sjálva ella sjálvan og síni mistøk í egnum høvdi, um man ikki unnir granna sínum gott í veruliga lívinum.
Jesus tosar ikki um maktfrí viðurskifti ella maktfríar relatiónir, tí sum so er vald ikki av tí ónda. Allar relatiónir eru maktrelatiónir. Vit gera sjálv av, vit velja ta bøtandi hondia enn ta spillandi tunguna.
Spurningurin er heldur, hvussu vit brúka maktina.
K. E. Løgstrup sigur einastaðni: ”Maktin kann fara til stroks einsamøll, kann leysríva seg frá síni uppgávu, rysta hana av sær, detta oman yvir hana og blíva til eina makt fyri sína egnu skuld”.
Tað, sum gevur maktini meining er uppgávan. Makt er ikki av tí ónda. Tann góða maktin hevur eina uppgávu, meðan tann ringa maktin er bert til fyri sína egnu skuld. Men tá ið maktin verður til í eini relatión ella hevur eina uppgávu, fær maktin ella valdið eina kós at ganga eftir.
Og tá er møguligt at náa einum einleika. At maktin fær eina savnandi megi.
At tvey kunnu gerast eitt hold, sum tað verður sagt við brúðarvígslu.
At vit kunnu gerast eitt, hóast vit ikki eru eins, sum U2 syngja.
Kortini skulu vit stuðla hvørjum øðrum – og ikki sum lærusveinarnir undir seinastu kvøldmáltíðini keglast um, hvør er best, fyrst og størst.
“We’re one, but we’re not the the same – we got to carry each other.
- Vit eru eitt, men ikki tey somu. Vit skulu taka okkum av hvørjum øðrum”.
Í prædikutekstinum verður einleikin hóttur av freistingini.
Hesir sita allir til borðs við Jesusi, men eisini teimum rættir Jesus vín og breyð. Tann størsti er tann, sum fer niður til heljar og triðja dagin rísur upp frá deyðum fyri at bjarga Judasi úr sínum vónloysi, Pæturi úr sínum skuldarkenslum, Tummasi úr síni vantrúgv og hinum 9 úr teirra svikafullu hugmóð. Tí altargongdin sum sakramenti er tekin um, at Jesus er millum okkum sum ein Harri, ið tænir. Hann boyggir seg niður og gevur teimum 12 ivasomu lærusveinunum og okkum øllum pláss við sítt altarborð og við sína lið í allar ævir. Ikki ti, vit eru stór, tvørturímóti. Men tí at tann størsti setti sítt lív í veð fyri at tæna okkum
Fyri at vit kunnu vera eitt við honum!
AMEN”
”One” varð framførdur í Kvíkar kirkju sunndagin eftir prædiku, Theodor Eli Dam Olsen helt.
Tróndur Bogason hevði lagt til rættis.
Anna Maria Olsen sang, Petur Martin Johannesen spældi urgu, Tóri Restorff Jacobsen spældi cello, og Rúni Mouritsen spældi marimba.
Sálmar:
15 Vit trúgva allir á ein Guð
252 Vit fingu eini gleðiboð at hoyra
255 Vár Guð er føst og haldgóð borg
643 Vit fyri alt hitt halga, kristna lið
694 Nú strýkur vár um heimlandsvøll
tedo.
Onnur tíðindi