Skriva út

Einki atgongugjald við kirkjudyrnar

08.07.2014 Tíðindi
Einki atgongugjald við kirkjudyrnar

Hugaligt er tað at staðfesta, at áhugin fyri fólkakirkjuni er stórur og vaksandi. Gleðiligt at líkasælan ikki fær fastatøkur, men at vit ístaðin hava eina áskoðan og vilja nakað. Talan er bæði um boðan av gleðiboðskapinum um Jesus og kveikjandi listaligt virksemi av manngóðum slag.

Tó, skapandi virksemi í og rundan um kirkjuna krevur skipaði viðurskifti, so tilvildin ikki ræður. Bæði siðvenjan og rættindi seta mark og mørk. Yvirskipað eru viðurskifti Fólkakirkjunnar ásett og heimilað við løgtingslóg og regluverki, t.e. áseting frá politiska ella kirkjuliga myndugleikanum.

Í summar (2014) hava vit í fjølmiðlunum ferð eftir ferð møtt spurninginum, um tað er rætt ella skeivt - um tað er hóskiligt ella ikki - at gjalda við kirkjudyrnar til konsertir og listalig tiltøk t.d. eitt yrkakvøld.

Spurningurin um atgongugjald hevur mangan verið frammi, og sjónarmiðini eru ymisk. Út frá skiftandi sjónarhorni kunnu vit við skilagóðum grundgevingum tala bæði fyri og ímóti. Fáur visti veruliga, og tvørrandi vitan órógvar.

Loksins kom niðurstøðan, og hon er greið. Tað er ikki heimild í lóg og regluverki Fólkakirkjunnar at taka atgongugjald við kirkjudyrnar. Tað merkir, at málið lendi í einum einføldum og greiðum svari. Tá ið eingin heimild er, ja so er málið endaliga lokað, ivamálini greidd, og spurningurin svaraður.

Biskupur bað Mentamálaráðið, ið er politiski myndugleikin á økinum, um eina meting. Politiski myndugleikin gevur í skrivi til biskupin tann 24. juni 2014 eitt greitt svar, ið sipar til Løgtingslóg 42/2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni:

“Mentamálaráðið metir, vísandi til serstøku viðmerkingarnar til § 1, stk. 2, at ikki ber til at koma til aðra niðurstøðu, enn at tað ikki er í samsvari við kirkjulóggávuna og siðvenjuna at selja atgongumerki ella á annan hátt at krevja gjald fyri at sleppa til tiltak, sum er í kirkjuni, uttan mun til hvat slag av tiltaki talan er um.

Mentamálaráðið metir, at tað kann vera óheppið, at ein so greið regla ikki er staðiliga ásett í lógini, og spurningurin er, um hetta ikki eigur at verða broytt.

Lagt skal verða aftrat, at tá nevnda lóg varð gjørd, vóru ynski frammi um at kunna taka gjald í sambandi við ávís tiltøk í kirkjunum. Grundgevingin var, at hetta kundi skapa møguleikar fyri at hava enn meira fjølbroytt tiltøk í kirkjunum, men viðgerðin í fylgibólkunum vísti, at ið hvussu so er tá var ikki undirtøka fyri hesum.”

At tað ikki er heimilað at taka gjald við kirkjudyrnar staðfestir tað, ið Fólkakirkjan er kend fyri: Inn í kirkjuni kunnu øll altíð koma ókeypis. Gudstænastur, konsertir ella onnur tiltøk eru ókeypis. Als einki atgongugjald við kirkjudyrnar!

JF.