Skriva út

Eingin løgfrøðilig diskriminatión!

18.03.2019 Tíðindi
Jógvan.jpg

Nýggja lógin um hjúnalag, ið kom í gildi 1. juli 2017, hevur fylt nógv í almenna rúminum og í tí kirkjuliga landslagnum. Serliga snúði ósemjan seg um greiningina av hugtakinum hjúnalag og tí harav fylgjandi signingini av borgarligari giftu.

Undirritaði metti saman við mongum, at hjúnalagið kirkjuliga var ankrað í skapanarsøguni sum løgfest samband millum mann og kvinnu.
 
Í § 14 stk. 2 verður sagt: “Hjún í borgaraliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið.”

Tann 28. juni 2017 gav biskupur sóknarprestunum tænastuboð, so øll signing av borgarliga giftum hjúnum steðgaði. Hetta lat seg gera, tí áður vóru borgarliga gift hjún signað við heimagjørdum rituali, ið ikki var løggildað.

Tænastuboðini tóku atlit at kirkjunnar innaru virðum og tí veruleika, at tað er Føroya Løgting, ið smíðar landsins lógir. Harafturat var ósemjan í samfelagnum um málið sjónlig innan kirkjugátt.

Støðan var hon, at signar fólkakirkjan einans hinskynd borgarliga gift pør, ja so er talan um løgfrøðiliga diskriminatión.

Fólkakirkjan kann og skal als ikki diskriminera, tí tann sama tænastan eigur at vera givin øllum borgarliga giftum pørum, tá ið møguleikin er jaliga staðfestur í lógini.

Á vári 2017 kunnaði undirritaði í loftmiðlunum almenningin um, at eftir kirkjuráðsvalið í november sama ár fór tað fólkakirkjuliga fólkaræðið at viðgera spurningin um signing av borgarligari giftu.

Seinasti liðurin í hesi viðgerð var, at biskupur vitjaði øll prestagjøldini í januar og februar í ár, har kirkjuráðslimir greiddu atkvøðu í hesum týdningarmikla máli.

Millum annað varð spurt, um tikið varð undir við tilmælinum frá Føroya Biskupi, at fólkakirkjan í Føroyum steðgar við tí serstøku kirkjuligu tænastuni at signa borgarliga gift pør.

Tilmælið hjá biskupi fekk dygga undirtøku og varð staðfest við sannførandi meiriluta.

Tænastuboðini, ið sóknarprestarnir fingu við atliti at signing av borgarligari giftu tann 28. juni 2017, verða framvegis galdandi. Serstaka kirkjuliga tænastan at signa borgarliga gift pør steðgar.

Á henda hátt er fólkakirkjan frítikin fyri løgfrøðiliga diskriminatión og kann uttan mun til persónligan samleika veita øllum limum fólkakirkjunnar javnbjóðis tænastu á øllum økjum samsvarandi almennum regluverki og kirkjuligari fyriskipan.

Bíblian og játtanarritini eru virðisgrundarlagið hjá fólkakirkjuni. Samstundis skal fólkakirkjan virða landsins lógir og hava ta breidd, at vit á sosial-etiska økinum geva hvør øðrum frælsi at skipa okkara borgarligu viðurskifti innan lógarinnar karmar.

Við hoyringini um signing av borgarliga giftum hjúnum eru tvinni aðalmál nádd og greidliga staðfest av kirkjuráðslimum. Virðisgrundarlagið hjá fólkakirkjuni er hildið í hevd, og lóggáva landsins vird. Setningurin, ið bindur bæði atlitini saman, er: Eingin løgfrøðilig diskrimantión í fólkakirkjuni.

Tórshavn 18. mars 2019

Jógvan Fríðriksson