Skriva út

»… einaferð eg vinni«

16.04.2013 Tíðindi
»… einaferð eg vinni«

Fyri meira enn hálvari øld síðan mælti kvívíksprestur til at seta ein biskup fyri Føroyar og Grønland við sæti í Ringsted. Men føroyingar vildu rudda gamla grund og eftir 400 ár reisa bispastólin aftur í Føroyum

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Í hálvfimta hundrað ár sótu Føroya biskupar í Kirkjubø. Tann fyrsti navnnevndi, Bjarnvarður, um ár 1100, tann síðsti, Jens Gregersen Riber, 1540-1557. Nógvir mætir menn vóru teirra millum, og prestaskúlin, teir hildu har, man hava verið eins góður og slíkir skúlar vóru mangar aðrar staðir tá í tíðini.

Vit vita navnið og talið á 37 biskupum, men merkiliga lítið liggur eftir teir. Teir katólsku, vit vita mest um, eru Erlendur, biskupur 1269-1308, og eftirmaður hansara Loðinn, biskupur 1309-1316.

Erlendur, ið hevði verið kórsbróðir og kannikur í Bergen, har hann eisini hevði verið rektari, er hin navnframasti av øllum. Hann virkaði við ágrýtni fyri at økja um kirkjuveldið og tók stig til at byggja dómkirkjuna (múrin) í Kirkjubø. Og Erlendur man ivaleyst vera sanni upphavsmaðurin til Seyðabrævið.

Í 1557 varð biskupssetrið í Kirkjubø avtikið og kongur fór avstað við øllum ognum kirkjunnar.

Atsóknir, rán og avtøka

Seinasti biskupurin í Kirkjubø, Jens Riber, tekur við eftir trúbótina, og verður nevndur evangeliskur superintendentur, eitt heiti, ið var heldur tungført og tí ikki festi røtur í Danmarkar ríki. Aftur varð tí tikið eftir gamla katólska embætisheitinum biskupur (úr grikskum: episcopos = umsjónarmaður; superintendentur er úr latíni = yvirumsjónarmaður).

Um Jens Riber vita vit, at hann hevði í umbúna at byggja dómkirkjuna í Kirkjubø lidna og at væla um biskupsgarðin, ið var í ringum standi. Eitt bræv er, ið hvussu er til dagfest 16. oktober 1551, har Kristian kongur triði gevur honum loyvi til at hava skip til at føra við úr Bergen til biskupsgarðin og kirkjuna.

Men ófriðarligt var tá í Føroyum. Sjórænarar flokkaðust í hópatali um okkara leiðir, mest úr Fraklandi. Fransar høvdu áður handlað við hinar katólsku biskuparnar í Kirkjubø, og tá visti væl við. Men sum luthersmaður var hesin nýggi biskupurin í eygum katólsku fransa trúarvillingur og kirkjusvíkjari, og tí var gaman í at leggja eftir honum.

Fleiri ferðir verður sókt at Kirkjubøgarði og rán gjørd, og Jens Riber sjálvur var illa viðfarin. Í 1551 mátti hann í skundi rýma úr Føroyum, fyrst til Keypmannahavnar, síðan til Bergens, har hann leitaði sær hjálp frá Christoffer Hvidfeldt, høvuðsmanni á Bergenshúsi.

Fýra ár seinni noyddist Jens Riber aftur at fara úr Føroyum til Keypmannahavnar. Tá gav hann kongi tey ráð at leggja biskupsdømið í Føroyum niður, tí at ráð vóru ikki at halda einum biskupsdømi uppi sum skilið tá var í Føroyum, og í staðin fyri at leggja Føroya kirkju undir Bergens biskupsdømi.

Eisini ráddi hann til, í staðin fyri prestaskúlan – sum áður hevði verið í Kirkjubø, men var tikin av – at stovna ein latínskúla í Havn og at nýta nakað av kirkjujørðini til frama fyri henda skúla.
Í 1557 fór Riber med alla úr Føroyum og tók við embæti sum biskupur í Stavanger. Og her endaði so biskupasøgan í Føroyum.

Árini 1551-1557 hevði Heini Jónsson Havreki verið varabiskupur av tí at Riber sjálvur so ofta noyddist at vera burtur.

Og áðrenn Riber fór úr Føroyum, setti hann suðurstreymoyar prest, Mortan Jespersen Brunck, sum rektara í skúlanum í Havn.

Móðurmálið rikið úr kirkjuni

Ta jørð, sum kirkjan hevði átt, læt kongur bóndum í hendi sum leigulendingar (kongsbøndur). Og á odda fyri kirkjuni setti kongur ein próst og legði í 1557 Føroyar undir Bergens biskupsdømi. Próstadømi vóru Føroyar í 406 ár.

Í 1620 komu Føroyar undir Sælands biskup, í 1922 undir Keypmannahavnar biskup. Í 1990 vórðu Føroyar skipaðar sum sjálvstøðugt biskupsdømi og í 2007 varð kirkjan yvirtikin. Árini 1963-90 høvdu Føroya varabiskup, síðan egnan biskup.

Heini Havreki gróðursetti navn sítt í Føroyum. Hann eigur nógvar eftirkomarar í Føroyum, og 33 eftirmenn sótu í próstaembætinum, fleiri teirra dugandi menn. Tann síðsti Jákup Joensen (1946-63), sum gjørdist fyrsti biskupur í Føroyum í nýggjari tíð.

Tó at Føroya próstar høvdu nógv størri embætisheimildir enn aðrir próstar í Danmakar kongaríki, vóru teir tó tarnaðir í teirra virki, av tí at biskupurin sat so langt burturi – fyrst í Bergen, síðan í Keypmannahavn.

Tó at lutherslæran sum stevnu hevði, at prædikan skuldi ljóða á móðurmálinum, hendi hetta ikki í Føroyum. Hjá brøðratjóðini í Íslandi var øðrvísi – hon átti bæði bíbliu, prædiku og sálmar á móðurmálinum. Í Føroyum varð kirkjan donsk, og hon stóð ikki til at bjarga. Fólkið hevði vant seg við, at móðurmálið ikki ljóðaði innan fyri kirkjudyr; og sálmar og andligur lestur var alt á donskum. Og próstarnir, ið flest allir vóru danir, fylgdu trúliga kongsboðunum um, at kirkjumálið var antin danskt ella latín. Hetta seinna fall sjálvandi burtur av sær sjálvum.

Tá próstadømið í 1957 var 400 ár, skrivaði havnarmaðurin Janus Øssursson, ið var kórdeknur í Keypmannahavn, grein í útisetablaðnum Oyggjaskeggja (»Føroya próstadømi 1557-1957«).

Har segði hann seg undrast á, at eingin av teim føroysku próstunum ella prestunum av álvara royndu at lyfta móðurmálið uppaftur til heiðurs og æru; »men tá ein veit, hvussu torført og tvørligt tað var hjá J. H. Schrøter, V. U. Hammershaimb og A. C. Evensen, ið allir gjørdu eina lítla roynd, so skilur ein til fulnar, hvussu vánaligur standurin var; men teir brutu slóð,« sigur Janus Øssursson og heldur fram:

»… og Jákup Dahl, hin fremsti av øllum próstunum, vann hin endaliga sigurin, so at vit í dag kunnu siga, at vit eiga eina føroyska kirkju, og saman við núverandi prósti standa allir hinir føroysku prestarnir sameindir um at verja og menna kirkju okkara.«

Um lagnuna hjá okkara móðurmáli tekur Jákup Dahl soleiðis til í yrkingini »Fremjið ring eftir gólvi fram«:

Føroya mál so blítt og mjúkt
sum alduspæl um tangar,
Føroya mál so strítt og stint
sum vetrarbrim um drangar.

Slapp tað ei inn um kirkjugátt,
kom tað ei fram á tingi,
hevur tað bæði av egnum og øðrum
so mangan snertin fingið,

so var tað tó ikki undirgrýtt,
tað merkja dømi góð;
tað átti tann mátt í tær og mær,
at orna tók hjartablóð.

Tí enn man ljóða Føroya mál
mangar góðar løtur;
seigar verða upp at slíta
hesar gomlu røtur!

Áttu at krevja søgulig rættindi

Síðst í 1950-árunum varð dúgliga rikið framundir at býta sundur Keypmannahavnar biskupsdømi. Og nú stundaði eisini móti biskupsskifti; H. Fuglsang-Damgaard nærkaðist fráfaringaraldri.

Keypmannahavnar biskupsdømi var vorðið alt ov stórt hjá einum biskupi at røkja. Tað fevndi umframt Keypmannahavn um Grønland, Føroyar, Bornholm, Norðursæland og allar danskar kirkjur í útheimi. Ymiskar røddir vóru frammi í donskum bløðum um, hvussu biskupsdømið átti at býtast sundur. Úr Føroyum var bert ein at hoyra, frá Asger Højlund, presti í Norðurstreymoy.

Kvívíksprestur helt, at ein biskupur átti at setast fyri Grønland, Føroyar og donsku kirkjuna í útlondum. Hesin biskupur átti at hava sæti onkustaðni á Sælandi, í Ringsted kanska.

Men í nevndu grein í Oyggjaskeggja spyr Janus Øssursson, kórderknur, hví biskupur Føroya framhaldandi skal vera uttan fyri landoddar okkara. Um ikki stundin var komin, at biskupur okkara aftur sat í Føroyum – at prestar okkara kundu verða vígdir heima á móðurmálinum, og ikki so langt burturstaddir, at eingin umboðandi kirkjuliðini ella teirra avvarandi kunnu vera um teir í hátíðarløtu teirra.

»Vit eiga at krevja henda søguliga rættin aftur, nú 400 ár eru liðin, síðan kongur setti seinasta biskupin frá. Føroya kirkja hevur nú sítt egna mál og eigur at hava ein biskup, ið til fulnar skilir og talar mál okkara – og lyfta hana úr tí fjarlagi, hon hevur verið í, og inn í felagsskap við hinar kirkjurnar; tí nær hava vit sæð, at føroyingur hevur verið á millumtjóða ella norrønum kirkjufundum. Fingu vit ein biskup, slapst ikki uttan um hann, og Føroyar komu aftur sum fyrr á døgum í valdra manna lið, ikki minst til gagns fyri okkum sjálvi,« sigur Janus Øssursson.

Hann helt einki vera til hindurs fyri at fremja hetta týdningarmikla mál skjótast gjørligt. Og ikki nýttist heimastýri okkara at yvirtaka kirkjuna. Hon kundi fyribils vera undir danska kirkjumálaráðnum; seinni kundu vit altíð tala um yvirtøku. Men tað sindrið, ið kravdist var bert, at Føroya próstur varð biskupsvígdur og saman við biskupsstarvinum røkti sóknarprestaembæti.

»Tað verður betri at hava biskupin sitandi í Havn enn einhvønn ókunnugan mann, t.d. í Ringsted,« sigur Janus Øssursson.

Og her treiskaðust føroysku kirkjuliðini við meirlutanum av prestunum aftan fyri seg komandi árini – kanska við teim orðum í huga, sum skaldið H. A. Djurhuus tekur til í báðum síðstu ørindunum í yrkingini »Erlendur bispur«:

»Hann størstur er og bestur,
býr mær í hjarta inni.
Eg eri andans prestur,
og einaferð eg vinni.«

So mælti bispur reysti,
og ljóst var aftur sinni.
Av tí fekk sálin treysti,
»at einaferð eg vinni«.