Skriva út
Eina stilla stund við Gudi áðrenn kirkjutíð
05.12.2012 Tíðindi
Bønarhald Prukk-Elinar er eitt sjáldsamt og vakurt blað í søgu Kollafjarðar kirkju
Pól á Kletti
Árini 1829-47 vórðu nógvar kirkjur bygdar í Føroyum. Hetta eru tær sonevndu trækirkjurnar, ið umboða ein heilt serstakan tátt í føroyskari byggisøgu. Tær hava vakt ans langt út um landoddarnar, og tað av góðum grundum, tí tær eru prógv um framúrskarandi handverk og byggilist.
Kollafjarðar kirkja er ein av hesum kirkjum, bygd í 1837 og beint nú havt 175 ára vígsluhald. Í bókarøðini »Kirkjurnar í Føroyum« eftir J. P. Gregoriussen – í tí bindinum, sum umrøður gomlu trækirkjurnar – lýsa Jóannes Dalsgaard, fyrrverandi landsskjalavørður, og Niels Pauli Djurholm, lærari, sáli, Kollafjarðar kirkju í hvør sínari grein; tann fyrri sjálva byggingina, tann seinni kirkjuna í síni heild.
Men her skal verða trivið í ein serstakan tátt í søgu kirkjunnar og einstaklinga trúarlívi í bygdini.
Í savninum »Søgur úr gomlum døgum« hevur Hans Marius Debes (1888-1978), skraddari, eitt søgubrot, ið nevnist »Hon talaði sum próstin«. Í hesum søgubroti nevnir hann eina kvinnu á Miðgerði í Kollafirði, Ellen Jacobsdatter, nevnd Prukk-Elin, sum var í vælmaktini, tá verandi kirkja í bygdini varð bygd fyri 175 árum síðan. Elin var ógvuliga gudrøkin, men trúarfatan hennara hóvaði ikki øllum; serstakliga ikki bróðuri hennara, sum klagaði hana fyri presti.
Elin var ógift, men var sum ung ein vøkur og hábærslig kvinna, og haraftrat varð hon hildin at vera stolt. Hon var sera líklig í hondunum og vitug. Á ungum árum var hon trúlovað niðri í Danmark, men einki spurdist burtur úr nakrari gifting. Tá Elin fór í kirkju gekk hon ikki, men kom ríðandi.
So ein dagin datt hon av hestinum, breyt seg sundur og kom at ganga við prukku alt lív sítt. Prukka er lítil stavur ella puttur. Hetta óhapp tók Elin sum ávaring frá Várharra fyri hugmóð sína.
Hon fekk eini lítil hús á Miðgerði – ein roykstova og eitt kamar, og har livdi hon av at veva fyri fólk. »Fáur her á landi man hava havt líkligari hendur enn hon,« sigur H. M. Debes.
Elin sendi ofta lutir niður til Danmarkar til fólk, hon kendi, at selja. Tí sigur tátturin um hana: »Hon vevur og virkar selar og hosubond / og selur tað burtur í fremmand lond.«
Elin var eitt menniskja, ið livdi fyri sína tíð. Øll misfataðu hana. Hvønn leygardag baðaði hon sær. Til baðikar hevði hon eina stóra balju. Tað var óhoyrt tá á døgum, at eitt konufólk skuldi vaska sær um allan kroppin eina ferð um vikuna.
Jógvan Zachariassen, amtslækni, segði einaferð, at baðini, tey fingu fyrr, vóru tá mannfólkini vóru á kroppi, tá teir komu aftur av útróðri, og konufólkini tá tey komu á kroppi aftur frá neytum.
Ei dáni í, at Elin varð hildin at vera í ørviti.
Men Elin gjørdist meira og meira gudrøkin. »Sum omma mín plagdi at taka til: Hon var gripin av einari Guds ond,« sigur H. M. Debes.
Hon fór at tala í heimbygd sínari Kollafirði. Og ikki bara har. Hon fór úr oyggj í oyggj at halda kristiligar fundir. Tá á døgum prædikaði bara prestur. Eingin annar. Enn minni eitt konufólk.
»Hon talaði sum próstin…«
So var hon einaferð komin í Eysturoynna til systrarnar hjá sær. Hon helt møti, har hon kom. Hon var hjá systur síni, ið gift var Hanusi á Rætt við Gjógv. Húsini á Rætt vóru sum onnur hús tá á døgum: Ein roykstova og ein stór glasstova. Roykstovan varð nýtt til dansistovu um veturin og skuldi Elin hava møti um kvøldið í glasstovuni.
Á borðinum undir vindeyganum stóð tálgarljós og brendi. Stovan var full av fólki, og uttanfyri stóð ungdómur, sum ikki slapp inn. »Omma mín – Anna Sofía Debes við Gjógv – var á møti hjá Elini. Og hon var heilt hugtikin av Elini. Nei, slíkt var hvørki hoyrt ella sætt fyrr har norðuri,« sigur H. M. Debes.
Eitt konufólk í myrkum og ljósum spølaskjúrti – hvørki prestakjóla ella pípukraga. Sjálvandi vóru mong, ið hildu hetta vera ta ramu gudsspottan. »Men omma mín segði, at Elin hevði orðið í síni makt. Hon talaði líka væl sum próstin. Bara tann munur, at Elin talaði á føroyskum og próstin á donskum. Men orðini vóru líka góð,« sigur H. M. Debes.
Eisini sang Elin so væl. At enda legði hon seg á knæ og gjørdi bøn. Ungdómurin stóð uttanfyri og dunkaði upp á vindeygað við rotnum toskarhøvdum.
Men tá rætti Elin hendurnar upp móti teimum og mælti: »Spottið tit bara. Meira mót og kraft fái eg úr erva.«
Prestur lurtaði í sakristiinum
Í heimbygd sínari fekk Elin stóra mótstøðu, serstakliga frá bróðurinum, Jákupi bónda á Miðgerði, ið var kirkjuverji. Javnan kom Elin til hansara at biðja hann læna sær lykilin til kirkjuna. Hon skuldi hava eina stilla stund »med Gud«, sum Elin tók til. Bróðirin noktaði ikki, men honum dámdi illa at læna henni lykilin.
Hvørja ferð, messa var í Kollafirði, fór Elin ein tíma fyri kirkjutíð í kirkjuna. »Og tað hava gomul fólk sagt mær, ið kendu hana væl, at eingin var so óreinur við hana sum egni bróðir hennara, kirkjuverjin. Hann klagaði hana fyri kvívíkspresti og vildi hava skil á hesum syndarliga lívi, hon livdi,« sigur H. M. Debes.
Og so skuldi messa vera ein sunnudag. Tá tey sóu Elina koma heim um bøin næstan ein heilan tíma fyri kirkjutíð, smoygdi prestur sær innar í kirkjuna og setti seg í sakristiið fyri at fáa at vita, hvat Elin fór at havast at, tá hon kom.
Og so kemur Elin. Hon visti hvørki, at hon var klagað fyri presti enn minni, at hann sat og lúrdi eftir sær.
Elin fór í miðgerðisstólin konufólkamegin, og har legði hon seg á knæ og gjørdi bøn. Hon bað Gud um, at hon mátti vera verdug at taka ímóti tí heilaga sakramenti. So las hon bønirnar til altargangin og sang altarsálmar.
Tá hon var liðug, setti hon seg í stólin so andaktsfull við samanløgdum hondum.
Og so kom kirkjufólkið.
Henda sama sunnudag, tá tey komu úr kirkju, segði prestur við bróður Elinar, at hann vildi ynskt, at øll tey, ið fóru til altars, vóru so væl búgvin at taka ímóti tí heilaga altarssakramentinum sum Elin var. Henni skuldi ikki noktast kirkjulykilin í framtíðini.
Hetta var tað, Jákup kirkjuverji fekk burtur úr klagu sínari.
Soleiðis mátti Elin líða háð og spott fyri gudstrúgv sína – sínar kynstrugu hendur og tí, at hon var so reinfør.
So varð táttur yrktur um hana. »Tann ófantaligasti av teimum ófantaligu,« sigur H. M. Debes.
Ellen Jacobsdatter doyði tollaksmessudag 1878, 76 ára gomul.
Sí myndatekst
Onnur tíðindi