Skriva út

Ein søka millum søkur

02.07.2014 Tíðindi
Ein søka millum søkur

Í dag – 2. juli – er syftunsøka. Dagurin verður hildin til minnis um enska biskupin Svithun í Winchester, sum doyði í 862. 15 juli varð hann skírdur halgimenni, og minningardagur hansara í Onglandi er henda dag, men í Føroyum og Noregi 2. juli, sum var deyðsdagur hansara. Tað er helst úr Noregi, at syftunsøkudagur er komin til Føroya

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Agurkutíð (úr donskum: »agurketid«) er deydlig tíð hjá tíðindatænastuni, tíðindaloysi. Talan er mest um summarmánaðirnar, tá almennir stovnar hava frí og fólkavalda tingið er farið heim. Í síni tíð vistu tíðindabløð í t.d. Danmark sær einki annað at skriva um enn hvussu væl ella illa hevði hilnast við agurkuvøkstrinum, haðan heitið »agurkutíð stavar«.

Einaferð í fyrru helvt av 1980-árunum nýtti 14. September tittulin »Í agurkutíðini« til ein teig í blaðnum summarmánaðir; heitt var á fólk uttan fyri blaðstjórnina um at skriva um eitthvørt forvitnisligt evni til tess at hjálpa blaðstjórnini at útvega blaðnum tilfar hesa soltnu tíð. Erlendur Patursson var ein teirra, ið heitt var á; men hann vísti á, at agurkan var fremmand frukt í Føroyum, og innflutt varð hon nýtt sum marglæti, eitt nú at skera í dálar oman á livurpostei. Hann skeyt upp at kalla blaðteigin »Millum søkurnar«, ið er tíðin millum jóansøku og ólavsøku. Hetta var tann tíðin, tá føroyingar vóru lidnir við torvið, áseyðaroytingin var fingin frá hondini o.s.fr.; nú varð róð út og tikist við annað fyrifallandi arbeiði .

Fjúrtandi hálsaði um og nevndi teigin »Millum søkurnar« (uppr.: millum vøkurnar).
Men millum jóansøku er syftunsøka 2. juli, sum í Føroyum og Noregi hevur verið hildin til minnis um halgimennið Svithun, ið var biskupur í Winchester í Onglandi. Til Føroya er hesin minnisdagur helst komin úr Noregi. Í Føroyum fóru menn henda dag í lundalond við stongini í fleyggj.

»Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guds várs stendur um allar ævir« (Jesajas 40,8). Í Bíbliu okkara – bæði í Gamla og Nýggja Testamenti – verður tikið til henda veruleika í sambandi við gongdina í náttúru okkara, samanborið við mannalívið. Alt hold er sum gras og allur yndisleiki tess sum blóma á markini.

Tað er helst rætt at verða mint á henda veruleika ein hásummarsdag sum henda, syftunsøkudag. Syftunsøkugrasið og alt gras følnar, allar blómur fella av og alt mannaverk fer í grøvina við teimum, sum útint tað hava.

Hesin dagurin verður hildin til minnis um enska biskupin Svithun í Winchester, sum doyði í árinum 862. Í Onglandi minnast tey hann 15. juli, sum er deyðsdagurin. Í Føroyum og Noregi 2. juli, sum er tann dagurin, hann varð skírdur halgimenni.

Svithun fekk útint nógv í lívi sínum. Og nógvar kirkjur eru bygdar honum til heiðurs bæði í Onglandi og í Norðurlondum, m.a. dómkirkjan í Stavanger í Noregi.

Men verk hansara og verkið hjá øllum monnum, so halgir teir annars hava verið, kann bara liva í minninum sum søga; ja, kanska bara í tí, at vit – sum her hjá okkum – minnast dagin, ið ber navn hansara.

Mannalívið og mannaverk eru sum grasið og blóman. Spretta og standa í hægsta vøkstri og fella so av – sum alt her í verðini fellur og doyr. »Men orð Guds stendur um allar ævir«, sum Jesajas profetur sigur. Og tað er hetta orðið, sum er okkum boðað sum fagnaðarboð – um hin krossfesta og upprisna bjargingarmannin, Jesus Kristus, og sum vit eru gróðursett í.

Tað er hetta orðið sum blómar allar ævir. Orðið, sum Svithun biskupur og biskupar, klerkar og prestar bæði undan honum og síðan hava borið, og sum ger, at fella vit fyrr ella seinni og alt okkara er gloymt ella bara livir sum søga, er rótin hin sama og skal einaferð bera ávøkst í hinum æviga lívi.

Lat hetta vera hin vónríka áminningin til okkara ein dag sum syftunsøkudag, og allar aðrar dagar, fagnaðarboðini ljóða til okkara av prædikustóli, í samkomuhúsi, heima og tá góðynski sum »Jesus fylgi tær« ljóða til okkara.

(MYND)


Standmynd av St. Svithun í Frímúraralosjuni við Løkkevejen í Stavanger

Mynd: Arne Kvitrud