Skriva út

Ein røða hjá Bergi Berg á aðalfundinum hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir 2. februar 2019

11.02.2019 Tíðindi
Ein røða hjá Bergi Berg á aðalfundinum hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir 2. februar 2019

Fyrst av øllum skal eg takka fyri, at eg vegna Føroya Landsstýri og Mentamálaráðið varð boðin at siga nøkur orð í dag. – Kortini kann eg ikki annað, enn harmast um, at umboðanin úr Mentamálaráðnum hesaferð ikki er á so høgum tignarstigi, sum ætlanin var.

Tað harmar bæði nú fyrrverandi landsstýriskvinnuna og løgmann – sum nú eisini er virkandi landsstýrismaður í kirkjumálum – at tað bleiv soleiðis hesaferð; men tað er nú bara so, at tað ber ikki altíð til at fáa alt at passa saman, tá fortreytirnar broytast so nógv.

Nú eg bara tali sum embætismaður – ikki vegna ein landsstýrismann, men fyri skipanina – so eru mørk fyri, hvat eg eigi at siga, so tað verður ikki til so nógv meira enn eitt sindur praktiskt, og so eina lítla hugleiðing.

Tá man arbeiðir sum embætismaður í tí politikara-venda partinum av fyrisitingini, so er veruleikin, at man raðfestir ikki sjálvur, hvørji evni man brúkar størsta partin av arbeiðsorkuni til. “Maður man spáa, Gud man ráða” siga vit; men harafturat kemur, at embætisligir spádómar hava tann íborna veikleikan, at tann politiski viljin altíð – innan fyri rímiligt mark og lógarkarmarnar – skal koma framum embætisligar ætlanir. – Og raðfestingin liggur minni enn so altíð í hondunum á landsstýrisfólkinum heldur – tað hava vit eisini havt dømi um á kirkjuøkinum.

Men UM nú tað stendur til mín, so fara vit í ár av álvara undir arbeiðið við at gera uppskot til nýggja, vónandi greiðari lóg um bygningar fólkakirkjunnar.

Verður tað til nakað meira enn embætisligar ístandgeringar hesaferð, so fara vit at manna kirkjuligu fylgibólkarnar aftur, so tit kunnu so smátt fara at fyrireika tykkum til tað.

Tað er ikki so líka til at finna tær best hóskandi loysnirnar: Til dømis er stór ónøgd við galdandi krav um, at stórar kirkjusóknir skulu reisa ein triðing av byggikostnaðinum, áðrenn tær sleppa at byggja, ella at taka upp lán; men tað er ikki heilt líkatil at gera krøvini alt ov lin heldur, tí  Føroya Rættur hevur staðfest, at ein kirkja ikki kann fara á tvingsilssølu. Tað er í mangar mátar gott, men tað ger eisini, at er ein nýbygd kirkja um at fara av knóranum, so hongur øll kirkjuskipanin uppá hana. Tí noyðist eitt hvørt fíggingarmodell at vera varligt, ið hvussu so er – men fyri tað er ikki sagt, at verandi skipan er tann rættasta ella besta.

Eitt kanska meira viðkomandi vandamál fyri eina heilt stóra fjøld av kirkjusóknum verður at finna eina góða javnvág millum brúk og varðveiting í eldru kirkjunum – ella, sum Bjørn Kalsø, táverandi landsstýrismaður í kirkjumálum orðbar seg á pallborðsfundi í 2012 “....hvussu vit best skipa brúk og vernd, soleiðis at hesi ganga saman, til gagns og frama fyri fólkakirkjuna, og til sóma fyri kirkjuna og føroyska samfelagið, bæði í dag og um 100 ár.

Eina endamálsorðing sum hesa trúgvi eg, at vit skjótt kunnu semjast um; men tað verður nokk ikki heilt so einfalt at finna útav, hvussu vit skapa teir bestu karmarnar um at finna hesa javnvágina í verki. Eg fari at lata landsstýrismannin koma til orðanna við einum seinni broti úr somu røðu eisini: “Heilt lætt verður hetta ongantíð. Tann sum væntar at so verður, verður skuffaður hvørja ferð.

So nei, lætt verður tað ikki at gera eina nýggja lóg um kirkjubygningar; men tað kann verða spennandi, og við tí rætta hugburðinum klára vit vónandi í felag at leggja lunnar undir nøkur framstig.

Lógir verða ikki gjørdar soleiðis í eini handavending – ikki um nakar dugur skal vera í teimum, ið hvussu so er. Tí skal tað ganga meira enn vanliga væl, um vit ikki enn hava ta gomlu lógina nokkso nógvar mánaðir aftaná næsta aðalfund hjá felagnum, so tí eru vit nú – eftir boðum frá nú fráfarnu landsstýriskvinnuni – í ferð við at gjøgnumganga galdandi skipan, at vita um vit fáa bøtt uppá onkrar mannagongdir, longu undir nú galdandi lóggávu.

-        Men alt hetta frætta tit nógv meira um, tá tað verður aktuelt...... so nú ætlaði eg at fara til nakað heilt annað:

Eitt skrímsl fer um Europu – Kommunismuskrímslið”, skrivaðu Karl Marx og Friedrich Engels fyri gott 170 árum síðani.

Hóast teir helst eisini meintu hendan inngangin í Kommunistiska Manifestinum rættiliga ironiskt, so er tað ein sannroynd, at Bolchevikkarnir brúktu lyklahugtøkini hjá teimum og stórar partar av lærusetningunum til at byggja upp eina øðiliga, mannvánda samfelagsskipan, sum helt fleiri londum í kvørkrataki í fleiri ættarlið.

Men knappliga fullu tey kommunistisku stýrini saman, eitt fyri og annað eftir, og tað so skjótt, at nógvir samfelagsfrøðingar enn í dag klóra sær í skallanum og spyrja hví. – Tað er tó lítið at taka seg aftur í, at tá ein skipan hvørki vil viðurkenna tað ómissandi virðið, sum hvør einstøk menniskja hevur og er, ella vil viðurkenna nøkur hægri virði, so er ikki so nógv annað eftir, enn vald, til at halda samfelagnum saman við – og í longdini stendur svørðið ikki serliga sterkt, ikki einsamalt.

Í ovfarakætinum aftaná at kommunistisku stýrini fullu, væntaðu nógv, at nú fóru demokratiið og frælsið endaliga at sigra um alla verðina, og ein serstakliga væl lærdur amerikanari seldi nógvar bøkur, tá hann heilt tíðliga í tilgongdini spáddi um eitt slag av heimsfevnandi, demokratiskum túsundáraríki í bókini “The End Of History”. ......Men áðrenn fólk reiðiliga høvdu fingið armarnar niður aftur, so fóru nøkur onnur skrímsl av álvara at gera um seg, ikki bara í Evropa, men í allari verðini: Undan ganga virðisloysi og sjálvsdyrkan, og teimum á baki tysja so nógv onnur fylgsni, so sum einsemi, sjálvsøkni, ótti, materialisma, meiningsloysi, harðrend tjóðskaparkensla, fremmandahatur og harðskapsdýrkan.

Tá man hugsar um, at hvønn dag veksa hesi ódjórini seg størri og størri, so hvørt sum tey gloypa alt fleiri mannahjørtum í londum so ymiskum sum Pólland, Brasilia, Ungarn, Italia, USA, Frankaríki og Svøríki, meðan fólk sita heima í sofunum og spýggja hatur út á netið, og so at siga teir einastu sjálvbodnu felagsskapirnir, sum vaksa við stórari ferð í Evropa í dag, eru hálvhernaðarligir felagsskapir, so er tað veruliga ein heiður at fáa møguleikan at standa her í dag og bera tykkum eina heilsan vegna almennu Føroyar. - Tykkum, sum ikki fáa nakra løn - ið hvussu so er ikki materiella - afturfyri at brúka tykkara frítíð til at stuðla undir boðanina um, at Ein er, sum sær eitt óendaligt virði í hvørjum einstøkum, líka mikið hvussu langt úti hann er, um bara hann vendir sær til Hansara, sum er vónin.

Tað er ikki akkurát tað, sum er mest uppi í tíðini núbeint, men tað ber, so takk fyri tað ómetaliga virðismikla arbeiðið, tit gera.

Takk fyri.